52-031/2025
Trygdar- og verjupolitikkur
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 24. okt. 2025 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
031.25 Svar frá S.Stenberg til B.Nielsen - verjupolitikkur.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 24. okt. 2025
Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð TINGANES • POSTSMOGA 64 • 110 TÓRSHAVN TELEFON 30 66 00 • TELEFAX 30 66 65 • E-MAIL: UVMR@UVMR.FO Tórshavn, 24. oktober 2025 Journalnr.: 25/27520 Svar frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í uttanríkis- og vinnumálum, upp á § 52a fyrispurning nr. 52-031/2025 frá Bárði á Steig Nielsen, løgtingsmanni, um trygdar- og verjupolitikk Spurningar: 1. Hvussu gongur við at fáa formligu viðurskiftini um uppsetan av eftirlitsradaranum avgreidd? 2. Hvussu verða tær 21 mió. kr. brúktar, sum eru játtaðar fyri 2025 í verjusemjuni? 3. Hví eru Føroyar ikki við í avtaluni um nýggja samskiftiskaðalin, sum verður gjørdur millum Danmark og Grønland? Til nr. 1 Samskifti er millum danskar og føroyskar myndugleikar um formligu viðurskiftini í sambandi við, at nýggjur lofteftirlitsradari skal setast upp á Sornfelli. Partarnir hava umrøtt ítøkiligu treytirnar fyri einum leigumáli millum Landsverk og donsku verjuna, t.d. hvørjar partar av støðini á Sornfelli ætlaða leigumálið skal fevna um. Áðrenn leiguavtala kann undirskrivast, eru viðurskifti viðvíkjandi øðrum leigumálum, ið skulu lagast til. Hetta arbeiðið er í gongd og viðvíkur í høvuðsheitum verandi leigumáli hjá Naviair. Harumframt hevur Landsverk staðið fyri at gera neyðugar ábøtur á m.a. veg og fjallalyftu seinastu tíðina. Avgerð er ikki tikin um keyp av nýggjum lofteftirlitsaradara enn. Tá ið slag, stødd, og aðrir smálutir eru kendir, ber til at fara undir at skipa uppsetanina ítøkiliga. Í tí sambandi kann roknast við, at tekniskir og formligir spurningar stinga seg upp. Ætlanin er, at formligu viðurskiftini viðvíkjandi uppsetan av lofteftirlitsradara verða avgreidd í fyrsta ársfjórðingi 2026. Gongst sum ætlað, verður radarin tikin í nýtslu í 2028. Partarnir í málinum arbeiða við støði í semjuni millum Føroyar og Danmark um fortreytirnar fyri at seta upp nýggjan lofteftirlitsradara á Sornfelli frá 8. juni 2022. Til nr. 2 Í semjuni um verjumál frá januar 2025 vórðu góðar 50 milliónir settar av komandi árini til møguligar íløgur í at menna trygd í breiðum høpi í Føroyum. Av hesum vóru 21 milliónir settar av at nýta í 2025. Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur samskifti við danska verjumálaráðið um at flyta tøku játtanina í 2025 til 2026. -- 1 of 2 -- U T T A N R Í K I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð 2/2 Radaraeftirlit við sjóumveldi Føroya er eitt átak, sum hevur verið umrøtt at raðfesta í sambandi við játtanina. Áðrenn farast kann víðari við hesi ætlan, skal hon umrøðast nærri – bæði við danska verjumálaráðið og við viðkomandi føroyskar myndugleikar, sum skulu reka slíkt eftirlit. Eisini rúmar játtanin møguliga øðrum raðfestingum komandi árini. Avgerðir viðvíkjandi játtanini í semjuni um verjumál frá januar 2025 skulu vera í samsvari við tjóðartrygdarpolitikkin. Til nr. 3 Fyrimunirnir við at kunna knýta Føroyar upp í ein nýggjan samskiftiskaðal eru eyðsýndir. So skjótt tað gjørdist Uttanríkis- og vinnumálaráðnum greitt, at ein nýggjur samskiftiskaðal millum Danmark og Grønland í seinastu løtu varð vorðin partur av semjuni um verjumál, varð tí beinanvegin boðað frá føroyska áhuganum fyri at kanna møguleikarnar fyri eisini at knýta nýggja kaðalin upp í føroyska fjarskiftisundirstøðukervið. Tað er mín greiða fatan, at føroyskt ynski um at gerast partur av verkætlanini verður gingið á møti. Landsstýriskvinnan í uttanríkis- og vinnumálum og danski verjumálaráðharrin skulu umrøða kaðalætlanina nærri seinni í ár. Harumframt skal umrøðast, hvussu leggjast kann upp fyri føroyskum áhugamálum annars í sambandi við ætlanina. Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 24. oktober 2025 Sirið Stenberg landsstýriskvinna -- 2 of 2 --
031.25 Spm til S.Stenberg frá B.Nielsen - verjupolitikkur.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 13. okt. 2025
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Bárður á Steig Nielsen, løgtingsmaður Svarari: Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum Evni: Trygdar- og verjupolitikkur Spurningar: 1. Hvussu gongur við at fáa formligu viðurskiftini um uppsetan av eftirlitsradaranum avgreidd? 2. Hvussu verða tær 21 mió. kr. brúktar, sum eru játtaðar fyri 2025 í verjusemjuni? 3. Hví eru Føroyar ikki við í avtaluni um nýggja samskiftiskaðalin, sum verður gjørdur millum Danmark og Grønland? Viðmerkingar: Við nýggju geo-politisku støðuni verða støðugt gjørdar íløgur í trygd og verju um okkara leiðir, sum skulu skapa frið og tryggja okkum móti hybridum álopum av ymsum slagi. Fyrst bleiv ein avtalað gjørd við donsku stjórnina um at seta ein eftirlitsradara upp í Føroyum, har kostnaðurin við uppsetan varð mettur til 400 mió. kr. herav ein rímiligur partur til klárgering og bygging á Sornfelli. Arbeitt hevur verið við at fáa formligu viðurskiftini um leigu, avseta økið við meira upp á pláss. Onki nýtt er komið frá landsstýrinum um hetta málið seinastu tíðina. 27. januar í 2025 skrivaði Uttanríkis- og vinnumálaráðið m.a. soleiðis í tíðindaskrivi: ”Danmark setur til samans 50 mió. av komandi 8 árini til møguligar íløgur í felags ætlanir, ið tæna bæði hernaðarligum og sivilum endamálum. Hvørjar ætlanir, talan verður um, verður avrátt nærri, undir hesum eisini, um fíggingarleist, t.d. felags íløgur og rakstur.” 21 mió. kr. vórðu játtaðar til at brúka í 2025, men enn er einki ítøkiligt upplýst frá landsstýrinum um, hvat játtanin verður brúkt til, ella um hon verður brúkt. Eiheldur er nøkur útmelding komin um, hvat tær 50 mió kr. ítøkiliga skulu brúkast til. Nú er ein nýggj verjuavtala gjørd, sum samlað gevur eina íløgu í trygd og verju í ríkisfelagsskapinum uppá 88 milliardir. Í avtalutekstinum, sum semja fekst um tann 10. oktober 2025, stendur: “Aftaleparterne og Naalakkersuisut er derfor enige om at etablere et nordatlantisk søkabel, der forbinder Danmark og Grønland. Regeringen og Færøernes Landsstyre vil hurtigst muligt drøfte mulighederne for, at søkablet også knyttes op til teleinfrastrukturen i Færøerne.” Sostatt er semja millum donsku og grønlendsku stjórnirnar um ein sjókaðal, men Føroya landsstýri er ikki komið til eina niðurstøðu hesum viðvíkjandi. -- 1 of 2 -- Ongin ivi er um, at Føroyar hava brúk fyri fleiri og betri samskiftismøguleikum við útheimin, bæði tí vit bert hava tveir kaðlar, og tí at tørvurin á kapasiteti veksur við risafetum hvørt ár, og hetta er ein sera kostnaðarmikil íløga. Fyri at fáa greiðu á, hví Føroyar ikki eru við í verjusemjuni, og hvussu longu játtaður peningur verður nýttur, verða hesir spurningar settir. Á Løgtingi, 13. oktober 2025 Bárður á Steig Nielsen -- 2 of 2 --