← Løgtingsmál

52-029/2025

H-bygningurin, kostnaður og nágreining av arbeiðinum, sum skal gerast

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 22. okt. 2025 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
029.25 Svar frá S. Bertholdsen til J. Dahl - H-bygningurin, kostnaður og nágreining av arbeiðinum, sum skal gerast.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 23. okt. 2025

Sjá útdrigin tekst
Dagf. 22. oktober 2025
HMR j. nr. 25/27479-4
Súsanna Bertholdsen
landsstýriskvinna
Svar
upp á
Fyrispurning nr. 52-029/2025 eftir § 52a í tingskipanini um H-bygningin, kostnaður og
nágreining av arbeiðinum, sum skal gerast, frá Johani Dahl, løgtingsmanni
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1) Hvat er endaligi kostnaðurin av umvælingunum í H-bygninginum – og um hesin ikki er
tøkur enn, hvat er so mettur kostnaður?
2) Er fígging tøk til umvælingarnar, sum skulu gerast?
3) Kann nágreiniliga sigast, hvat er eftir at gera, og hvørt hetta arbeiðið fer í útboð ella verður
gjørt upp á rokning?
4) Nær verður arbeiðið endaliga liðugt, og bygningurin fult nýtiligur?
Svar:
Til spurning 1
Spurt verður um endaliga kostnaðin av umvælingunum í H-bygninginum. Sambært Landsverki, ið
hevur byggiharraleiklutin, varð sýnsfrágreiðing latin pørtunum 12. juni 2025. Sýnsfrágreiðingin er
gjørd av óheftum metingarfólki. Eftir at sýnsfrágreiðing varð latin pørtunum í málinum, hava
partarnir rætt til seta spurningar til niðurstøðurnar, sum metingarfólkið er komið fram til í
frágreiðingini. Spurnaumfarið er um at verða av, og hava partarnir fram til 6. november at
viðmerkja eyka spurningarnar hjá hvørjum øðrum, tó er ikki greitt fyri pørtunum í málinum, nær
metingarfólkið kemur at svara spurningunum.
Ein av spurningunum frá Landsverki til metingarfólkið er at fáa metingarfólkið at útgreina
kostnaðin. Av hesi orsøk og av tí, at vavið á umvælingunum v.m. ikki er greitt enn, ber sambært
Landsverki ikki til at svara, hvat endaligi kostnaðurin av umvælingini verður.
Tað skal tó viðmerkjast, at í sýnsfrágreiðingini eru útreiðslurnar mettar til 14,5 mió. kr., men tað eru
sambært Landsverki stórar óvissur knýttar at upphæddini, tí at Landsverk enn kannar vavið av
umvælingunum

-- 1 of 3 --

Til spurning 2
Víst verður til svarið til spurning 1, har Landsverk greiðir frá, at tað enn ikki ber til at svara, hvat
endaligi kostnaðurin verður. Viðvíkjandi fígging til umvælingarnar kann upplýsast, at 1,6 mió. kr.
eru heimilaðar av verkætlanum á játtanini í 2025, sum hava avlop. Upphæddin verður brúkt til
fyrireikandi kanningar og prosjektering og til at gera bráðfeingis ábøtur, fyri at bøta um lekar.
Í uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg fyri 2026 eru 15 mió. kr. settar av á høvuðskontuni
Landssjúkrahúsið, útbygging, til at umvæla klimaskermin v.m. í H-bygninginum og til
gerðarættarmál.
Av tí, at málið enn er í fyrireiking, ber tað sambært Landsverki ikki til at svara spurninginum um
útreiðslurnar verða í samsvari við játtanina, sum er í uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg fyri 2026.
Til spurning 3
Vísandi til svarið til spurning 1, um at sýnið enn er í gongd, hevur Landsverk svarað, at tað í
verandi løtu ikki ber til at siga, hvat er eftir at gera. Tá endaligt svar fyriliggur frá
metingarfólkinum, verður farið undir at meta um, hvør útboðsháttur er tann rætti, og hvørt ávís
arbeiðir skulu gerast uppá rokning ella ikki.
Til spurning 4
Fyri at kunna svara hesum spurningi um nær arbeiðið er endaliga liðugt, og um nær bygningurin er
nýtiligur, hevur tað sambært Landsverki týdning at vísa á, at tað í løtuni eru tvey spor í málinum,
sum arbeitt verður við.
Tað eina sporið er tað formliga løgfrøðiliga sporið.. Tað snýr seg millum annað um sýn, meting og
væntandi gerðarættarmál og tryggingarmál. Talan er um viðurskifti, sum vanliga taka rúma tíð –
møguliga 2-3 ár, um málið ikki tekur aðra vend.
Hitt sporið fevnir sambært Landsverki um bráðfeingis ábøtur uppá vindeygu og klimaskerm fyri at
verja um landsins virði og minka um møguligar skaðar á bygningin av tí, at arbeiðstakarin ikki
bøtur um viðurskiftini. Sambært Landsverki tykist hetta sporið at gera týðandi mun, og ætlanin er at
fáa viðurskiftini nøktandi, soleiðis at restin av bygninginum kann takast í nýtslu í 2026, so landið
kann fáa ágóða av stóru íløguni í H-bygningin.
Landsverk fer innan stutta tíð at lata eina neyvari meting og frágreiðing um ætlaðu ábøturnar, sum
síðani innganga í viðgerðina av løgtingsfíggjarlógaruppskotinum fyri 2026.

-- 2 of 3 --

Heilsumálaráðið, 22. oktober 2025
Súsanna Bertholdsen
landsstýriskvinna

-- 3 of 3 --
029.25 Spm. til S. Bertholdsen frá J. Dahl - H-bygningurin, kostnaður og nágreining av arbeiðinum, sum skal gerast.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 10. okt. 2025

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Johan Dahl, løgtingsmaður
Svarari: Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum
Evni: H-bygningurin, kostnaður og nágreining av arbeiðinum, sum skal gerast
Spurningar:
1) Hvat er endaligi kostnaðurin av umvælingunum í H-bygninginum – og um hesin ikki er
tøkur enn, hvat er so mettur kostnaður?
2) Er fígging tøk til umvælingarnar, sum skulu gerast?
3) Kann nágreiniliga sigast, hvat er eftir at gera, og hvørt hetta arbeiðið fer í útboð ella verður
gjørt upp á rokning?
4) Nær verður arbeiðið endaliga liðugt, og bygningurin fult nýtiligur?
Viðmerkingar:
Undirritaði spurdi í august mánaði í ár um hetta sama málið (52-002/2025), men svarið meti eg ikki
vera nøktandi. Serliga manglar at fáa greitt at vita, hvat kostnaðurin verður fyri hesar stóru
umvælingar og útskiftingar av tí arbeiðinum av teimum manglum, sum skulu gerast.
Undirritaði vónar at fáa eitt neyvari og betri svar um kostnaðin og hvussu umfatandi arbeiðið er,
sum er eftir at gera í H-bygninginum, og hvussu hetta væntast at ávirka komandi fíggjarlóg.
Tí er hesin spurningur settur.
Á Løgtingi, 10. oktober 2025
Johan Dahl

-- 1 of 1 --