← Løgtingsmál

52-028/2025

Rentuskattur

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 22. okt. 2025 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
028.25 Svar frá R. Vang til A. Olsen - Rentuskattur.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 23. okt. 2025

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 23. oktober 2025
J. nr.: 25/27310
Viðgjørt: EC
Svar uppá fyrispurning nr. 52-028/2025 frá Anniku Olsen, løgtingskvinnu, settur Ruth
Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, um rentuskatt.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Nær vórðu reglurnar fyri rentuskatt broyttar?
2. Hvør var upprunin/orsøkin til broytingina?
3. Er landsstýriskvinnan samd í, at rentuskatturin ávirkar smáar fyritøkur og
íverksetarafyritøkur meinari enn tær stóru fyritøkurnar í Føroyum?
4. Um ja, er landsstýriskvinnan sinnað at gera broytingar hesum viðvíkjandi til frama fyri
smáar fyritøkur og íverksetarafyritøkur?
Svar til spurning nr. 1-4:
Skatturin av rentuinntøkum hevur í nógv ár verið 35% fyri likamligar persónar og deyðsbúgv og
18% fyri feløg, grunnar o.tíl.
Tað er vanligt, at fíggjarligar transaktiónir eru millum feløg og høvuðspartaeigarar. Um tær
transaktiónirnar hava við sær, at eitt felag skyldar partaeigaranum pening, so skulu tey
viðurskiftini verða viðgjørd, eins og talan var um óheftar partar.
Í februar 2015 legði TAKS dent á hesi viðurskifti og sendi eitt kunningarskriv til grannskoðarar
um armslongdarregluna og lán millum nærstandandi partar. Í skrivinum varð mint á um at halda
meginregluna um armslongd. Reglan varð ásett í § 37 a í skattalógini við løgtingslóg nr. 7/2004.
Armslongdarreglan snýr seg um, at “tá ið skattskyldug inntøka verður gjørd upp, skulu
nærstandandi partar nýta somu prísir og treytir í handilsligum og búskaparligum viðurskiftum,
sum tá ið talan er um viðurskifti millum óheftar partar”. Hugtakið skal skiljast breitt og fevnir
t.d. um tænastur og lán.
Endamálið við armslongdarregluni er, at handlað verður eftir marknaðartreytum, og at t.d. renta
verður ásett, sum tá ið óheftir partar gera avtalu um lán. Við skrivinum heitti TAKS á
grannskoðarar o.o. um at upplýsa prísásetingina í handlum, sum komu undir armslongdarregluna,
og boðaði eisini frá, at TAKS fór at raðfesta økið fremri.
Taka vit eitt dømi við, at eitt felag skyldar eigaranum 600 tús. kr., og rentan er 5%, so hevur
felagið 30 tús. kr. í rentuútreiðslu, meðan eigarin hevur eina samsvarandi rentuinntøku. Felagið

-- 1 of 2 --

F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
2/2
kann draga rentuna frá í úrslitinum og rindar 5,4 tús. kr. minni í skatti. Eigarin rindar skatt á 35%
av rentuinntøkuna, svarandi til 10,5 tús. kr.
Fyri eigaran og felagið undir einum er netto skatturin 5,1 tús. kr.
Felag Skattur Eigari Skattur
Nettoinntøka 100 18
Renta -30 -5,4 30 10,5
Avlop 70 12,6
Sum spyrjarin vísir á, krevur tað tíð og orku at fáa eina fyritøku upp at standa. Ikki minst hevur
felagið brúk fyri t.d. kreditti frá peningastovni. Endamálið er at skapa inntøkur, sum kunnu verða
brúktar til løn til starvsfólk og eigara.
Eg fegnist um, at nýggjar fyritøkur verða stovnaðar. Treytirnar, undir hesum skattaviðurskifti,
eiga at vera so lagaligar sum møguligt. Tað ber tó illa til at broyta grundleggjandi ásetingar um,
hvat skattskyldug inntøka er, og tað er helst ikki heppið, at t.d. kapitalvinningsskatturin skal hava
ymisk %-stig.
Í 2024 og 2025 er landsskatturin lækkaður fyri lægri inntøkur.
Tinganes, 23. oktober 2025
Ruth Vang
Landsstýriskvinna í fíggjarmálum

-- 2 of 2 --
028.25 Spm. til R. Vang frá A. Olsen - Rentuskattur.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 10. okt. 2025

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Annika Olsen, løgtingskvinna
Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Evni: Rentuskattur
Spurningar:
1. Nær vórðu reglurnar fyri rentuskatt broyttar?
2. Hvør var upprunin/orsøkin til broytingina?
3. Er landsstýriskvinnan samd í, at rentuskatturin ávirkar smáar fyritøkur og
íverksetarafyritøkur meinari enn tær stóru fyritøkurnar í Føroyum?
4. Um ja, er landsstýriskvinnan sinnað at gera broytingar hesum viðvíkjandi til
frama fyri smáar fyritøkur og íverksetarafyritøkur?
Viðmerkingar:
Tað er nakað, sum bendir á, at reglurnar fyri rentuskatt í sambandi við virki vórðu
strammaðar og handhevjaðar í 2015, sum gjørdi tað munandi truplari fíggjarliga fyri
smærri fyritøkur og íverksetarafyritøkur at fóta sær, tí nú skuldi rentuskattur á 35%
gjaldast.
Tað er greitt, at tað er munur á partafeløgum; summi eru væl fyri og væl bjálvaði og
megna at gjalda rentu av ávísari skuld, men hetta er als ikki galdandi fyri tey smáu
vinnurekandi og íverksetarar, sum royna at byggja eitt virksemi upp og at fóta sær.
Tey, sum fáast við vinnu, vita, at tey fyrstu árini eru trupul fíggjarliga. Tað krevur tíð
og orku, og ikki minst fíggjarliga orku, at fáa eina fyritøku upp at standa. Mong taka
sær onga løn út úr felagnum fyri at styrkja felagið, meðan onnur leggja persónligan
kapital til fyri at fíggja tól og útgerð við meira. Skattliga merkir hetta, at felagið
stendur í skuld til eigaran, og sambært reglunum hevur hetta við sær, at rindast skulu
35% í rentuskatti.
Á Løgtingi, 10. oktober 2025
Annika Olsen

-- 1 of 1 --