← Løgtingsmál

52-027/2025

Status fyri tunnilsverkætlanir, har møgulig endalig fíggjarlig avrokning ikki er framd

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 21. okt. 2025 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
027.25 Svar frá J. Christiansen til J. Dahl - Status fyri tunnilsverkætlanir, har møgulig endalig fíggjarlig avrokning ikki er framd.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 24. okt. 2025

Sjá útdrigin tekst
FISKIVINNU- OG SAMFERÐSLUMÁLARÁÐIÐ
M i n i s t r y o f F i s h e r i e s a n d I n f r a s t r u c t u r e
Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s
T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
24. oktober 2025
Mál: 25/27452-2
(at tilskila í svari)
Tygara skriv: 52-027/2025
Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-027/2025 frá Jóhan Dahl, løgtingsmanni,
settur landsstýrismanninum í fiskivinnu- og samferðslumálum, Jóhan
Christiansen, um status fyri tunnilsverkætlanir, har møgulig endalig fíggjarlig
avrokning ikki er framd
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Tunlarnir norður um fjall
Er nakað fíggjarligt útistandandi millum byggiharra og byggifelagið, sum framdi
verkætlanina? Um so er, hvussu stór er upphæddin?
Er svarið játtandi, er upphæddin tá tøk innan fíggjarligu karmarnar?
2. Fámjinstunnilin
Er hann endaliga avhendaður og avroknaður við byggifelagið, ella er enn arbeiði
eftir at fremja?
Svar til spurning 1
Nýggja farleiðin Norður um Fjall var gjørd liðug, avhendað og latin upp fyri almennari
ferðslu 19. desembur 2024.
Eftir verklagslógini um tunlar Norður um Fjall við tilhoyrandi vegum kunnu útreiðslurnar
av verkætlanini í mesta lagi verða 522 mió. kr., meðan játtaða upphæddin er 492 mió.
kr. Játtanin til nýggju farleiðina varð lækkað við 30 mió. kr. í eykajáttanarlógini í
heystumfarinum í 2024, tí metingin tá var, at kostnaðurin av verkætlanini fór at gerast
lægri enn mett í verklagslógini.
Landsverk hevur bókað 521,4 mió. kr. í útreiðslum til tunlarnar Norður um Fjall. Av
hesum eru 21,7 mió. kr. avsettar vegna tvídrátt við Articon. Kravið frá
høvuðsarbeiðstakaranum er umleið 42 mió. kr.

-- 1 of 2 --

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
2/2
Samráðingar eru við høvuðarbeiðstakaran um endaliga uppgerð av verkætlanini.
Ymisk tvístøðumál eru løgd fyri tilvísingarbólkin (referansubólkin) til viðgerðar, men
eingin semja er gjørd enn. Tí ber ikki til at siga enn, hvat kostnaðurin verður av nýggju
farleiðini Norður um Fjall.
Viðmerkjast kann, at tilvísingarbólkurin hevur 3 limir. Ein er valdur av Landsverki, ein
valdur av Articon, sum síðani velja formannin í felag. Málið kann eisini enda í
Gerðarrættinum.
Svar til spurning 2
Viðvíkjandi Fámjinstunlinum, so er tunnilin endaliga avhendaður og avroknaður við
høvuðsarbeiðstakaran. Somuleiðis er el- og trygdarútgerðarbeiðstøkan endaligt
uppgjørd.
Landsverk metti, at tørvur var á at gera eyka vatntrygging í tunlinum, og tunnilstoymið
hevur arbeitt við at vatntryggja tunnilin í heyst. Landsverk fylgir støðuni, og næsta vár
verður støða tikin til, um tunnilin skal vatntryggjast enn betri.
Vegagerðin í Dalinum Fámjinsmegin er ikki heilt liðug. Samráðst verður við hagan um
at dagføra avtalu um vegagerð. Samráðingar eru við tveir aðrar hagar í sambandi við
tyrving av resttunnilsgróti fram við vegnum oman móti Hundagjógv.
Ætlandi koma hesar avtalur í lag í næstum. Síðan verður farið undir at gera vegin
lidnan, umframt at tyrva grót.
Jóhan Christiansen
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
027.25 Spm. til J. Christiansen frá J. Dahl - Status fyri tunnilsverkætlanir, har møgulig endalig fíggjarlig avrokning ikki er framd.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 9. okt. 2025

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Johan Dahl, løgtingsmaður
Svarari: Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum
Evni: Status fyri tunnilsverkætlanir, har møgulig endalig fíggjarlig avrokning ikki er
framd
Spurningar:
Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvat status er við hesum verkætlanum:
1. Tunlarnir norður um fjall – er nakað fíggjarligt útistandandi millum byggiharra
og byggifelagið, sum framdi verkætlanina?
– Um so er, hvussu stór er upphæddin?
– Er svarið játtandi, er upphæddin tá tøk innan fíggjarligu karmarnar?
2. Fámjinstunnilin – er hann endaliga avhendaður og avroknaður við byggifelagið,
ella er enn arbeiði eftir at fremja?
Viðmerkingar:
Tað er av stórum týdningi, at Løgtingið í sambandi við viðgerð av fíggjarlóg og
játtanum til verkætlanir hevur greiða og dagførda kunning um støðuna í byggi- og
tunnilsverkætlanum, serliga um avbjóðingar eru í fíggjarligum avrokningum. Tað
eigur at verða greitt, um verkætlanir, sum eru lidnar ella um at verða lidnar, men ikki
endaliga avroknaðar, kunnu viðføra stórar eykakostnaðir og krav um eykajáttanir.
Hetta er viðkomandi bæði fyri fíggjarliga gjøgnumskygnið og fyri álitið á almennar
verkætlanir.
Tí verður hesin spurningur settur.
Á Løgtingi, 9. oktober 2025
Johan Dahl

-- 1 of 1 --