← Løgtingsmál

52-025/2025

Smidligari barsilsskipan

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 15. okt. 2025 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
025.25 Svar frá M. Stórá til J. Joensen - Smidligari barsilsskipan.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 15. okt. 2025

Sjá útdrigin tekst
UMHVØRVISMÁLARÁÐIÐ
Ministry of Environment
Gongin 7 • FO-100 Tórshavn
Tel. (+298) 35 87 00 • umhvorvi@umhvorvi.fo • www.umhvorvi.fo
Løgtingið Tórshavn, tann 14. oktober 2025
J. nr.: 25/26725-2
Viðgjørt: ARØ
Tygara skriv: 52-025/2025
Svar upp á fyrispurning nr. 52-025/2025 eftir § 52a í tingskipanini til Margit Stórá,
landsstýriskvinnu, frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni, um smidligari barsilsskipan
Spurningar:
1. Nær ætlar landsstýriskvinnan at leggja fyri Løgtingið lógaruppskot um eina smidligari
barsilsskipan?
2. Kann landsstýriskvinnan greiða frá, hvussu hetta ætlandi skal skipast, og í hvønn mun
hetta fer at geva foreldrum frælsi at verða longur heima hjá børnunum?
Svar til spurning 1:
Lógaruppskotið um at gera broytingar í barsilslógini verður væntandi lagt fyri Løgtingið í februar
komandi ár.
Svar til spurning 2:
Ætlanin er at finna eina hóskandi loysn til smidligari barsilsskipan saman við pørtunum á
arbeiðsmarknaðinum. Enn er avgerð ikki tikin um, júst á hvønn hátt Barsilsskipanin best kann
gerast smidligari.
Tær loysnirnar, sum higartil hava verið umrøddar í politisku skipanini, eru m.a.
• at barsilsfarloyvið við útgjaldi kann “toyggjast”, soleiðis at barsilsfarloyvið t.d. kann vera
58 vikur við 90 % útgjaldi, ella 65 vikur við 80 % útgjaldi, ella 74 vikur við 70 % útgjaldi.
• at barsilsfarloyvið kann flættast, soleiðis at t.d. 39 vikur eru við 100 % útgjaldi, og 26 vikur
eru við 50 % útgjaldi.
• nakrar vikur kunnu goymast í eitt ávíst áramál.
• foreldur kunnu taka allar vikurnar samstundis.
• ongar vikur av barsilsfarloyvinum/ -peninginum eru markaðar til ávíst foreldur.
• “klippikortskipan” til barsilspengar, sum kann nýtast eftir tørvi innan eitt ávíst áramál.
Hetta skal ikki síggjast sum annað enn hugskot, tí at ein loysn má finnast, sum hóskar bæði
arbeiðstakarum og arbeiðsgevarum. Serliga skal havast í huga, at arbeiðsgevararnir skulu hava
møguleika at leggja arbeiðið til rættis, hóast rætturin til barsilsfarloyvið verður strektur yvir eitt
longri tíðarskeið enn nú. Tí kann tað hugsast, at rætturin til at vera longri í barsilsfarloyvi enn nú,
verður treytaður av avtalu millum arbeiðstakaran og arbeiðsgevaran í einstaka førinum.

-- 1 of 2 --

UMHVØRVISMÁLARÁÐIÐ
Ministry of Environment
2/2
Alt hetta eru viðurskiftir, sum skulu umrøðast við partarnar á arbeiðsmarknaðinum, soleiðis at
finnast kann fram til eina so haldgóða skipan sum gjørligt til gagns fyri einstøku familjuna.
Margit Stórá
landsstýriskvinna

-- 2 of 2 --
025.25 Spm. til M. Stórá frá J. Joensen - Smidligari barsilsskipan.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 3. okt. 2025

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jóhannis Joensen, løgtingsmaður
Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í umhvørvismálum
Evni: Smidligari barsilsskipan
Spurningar:
1. Nær ætlar landsstýriskvinnan at leggja fyri Løgtingið lógaruppskot um eina
smidligari barsilsskipan?
2. Kann landsstýriskvinnan greiða frá, hvussu hetta ætlandi skal skipast, og í
hvønn mun hetta fer at geva foreldrum frælsi at verða longur heima hjá
børnunum?
Viðmerkingar:
Øll eru á einum máli um, at fyrstu barnaárini hava stóran týdning. Kanningar vísa
eisini, at tað er best fyri børnini ikki at vera ov leingi á stovni fyrstu barnaárini. Tí
ynskja fleiri foreldur at leingja tíðarskeiðið, har tey eru heima hjá børnunum, áðrenn
tey fara á stovn. Hetta er gott fyri bæði trivnaðin hjá familjuni og serliga børnini,
verður sagt.
Í dag er hetta trupult. Foreldur arbeiða nógv fyri at kunna klára dagligdagin, og tað
nívir, at smábørnini longu eftir einum ári skulu á stovn.
Samgongan hevur sett sær fyri at hjálpa foreldrum við hesum, og sambært
samgonguskjalinum skal barsilsskipanin broytast til eina smidligari skipan, har til ber
hjá foreldrum at leggja barsilstíðina til rættis eftir egnum ynski og tørvi.
Fyri at fáa upplýst, nær lógaruppskot um hetta verður lagt fyri tingið, og hvat hetta
hevur við sær fyri familjuna, verður hesin spurningur settur.
Á Løgtingi, 3. oktober 2025
Jóhannis Joensen

-- 1 of 1 --