52-024/2025
Útbúgvin á Heilsuskúlanum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 13. okt. 2025 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
024.25 Svar til L. Weihe frá D. N. Joensen - Útbúgvin á Heilsuskúlanum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 13. okt. 2025
Sjá útdrigin tekst
B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð J. H. Schrøtersgøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo Løgtingið 10. oktober 2025 Tinghúsvegur 1-3 Mál: 22/22133-143 100 Tórshavn Viðgjørt: JáR Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-024/2025 eftir § 52a í Tingskipanini frá Liljan Weihe, løgtingskvinnu, settur Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum Evni: Útbúgvin á Heilsuskúlanum Spurningurin er soljóðandi: 1. Hvussu nógv heilsustarvsfólk eru útbúgvin á Heilsuskúlanum síðani 2006? 2. Hvussu stórt hevur fráfalsprosentið verið síðani 2006? 3. Hvussu nógv eru upptikin á Heilsuskúlanum síðani 2006 í mun til tøk upptøkupláss hesi árini? Svar Til 1: Heilsurøktaraútbúgvingin byrjaði í 2006, so tey fyrstu próvtølini eru frá 2008. Tøl frá Heilsuskúlanum vísa, at í alt hava 299 heilsurøktarar fingið prógv í tíðarskeiðinum 2008 til 2025. Fyri Heilsuhjálparaútbúgvingina eru tøl aftur til 2006. Í alt hava 525 heilsuhjáparar fingið prógv árini 2006-2025. Verður hugt nærri eftir tølunum, hava í miðal 30 heilsuhjálparar fingið prógv um árið árini 2006- 2020. Síðan 2021 er talið tó fallið, og í miðal hava um 15 heilsuhjálparanæmingar fingið prógv um árið síðan 2021. Tøl fyri heilsurøktaranæmingar árini 2008-2025 vísa, at í miðal hava umleið 17 heilsurøktarar fingið prógv um árið. Til. 2: Fyri báðar útbúgvingar er galdandi, at fráfalsprosentið sveiggjar nakað. Í miðal hevur fráfallið verið um 20% fyri tíðarskeiðið 2008-2025 fyri heilsurøktaranæmingarnar. Í miðal hevur fráfallið verið um 18 % fyri heilsuhjálparanæmingarnar árini 2006-2025. Fyri báðar útbúgvingarnar er galdandi, at nøkur ár er fráfallið væl minni, og nøkur ár væl meira, sum ávirkar samlaða miðaltalið. Til 3: Heilsuhjálparaflokkarnir hava havt 48 tøk pláss um árið fyri tíðarskeiðið 2006 til 2025. Fram til 2019 vóru umleið 75-100% av tøku plássunum brúkt. Frá 2020 lækkaði talið tó niður á 30-55% av tøku plássunum, sum vóru brúkt. -- 1 of 2 -- B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð J. H. Schrøtersgøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo 2/2 Fyri heilsurøktarar hevur ein flokkur verið boðin út frá 2006 til 2014 við 25 plássum hvørt árið. Í 2014 lækkaði floksstøddin niður í 21 vegna avmarkað tal av starvsvenjingarplássum. Síðan 2024 hava tvær upptøkur verið um árið og 17 starvsvenjingarpláss fyri hvørja upptøku, í alt 34 pláss um árið. Árini 2006-2022 var talan um rættiliga fullsettar flokkar. Men síðan 2023 hava umleið helvtina av tøku plássinum verið brúkt – serliga aftaná, at tvær upptøkur hava verið um árið og 34 tøk pláss. Vinarliga Djóni Nolsøe Joensen landsstýrismaður -- 2 of 2 --
024.25 Spm til D. N. Joensen frá L. Weihe - Útbúgvin á Heilsuskúlanum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 1. okt. 2025
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Liljan Weihe, løgtingskvinna Svarari: Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum Evni: Útbúgvin á Heilsuskúlanum Spurningar: 1. Hvussu nógv heilsustarvsfólk eru útbúgvin á Heilsuskúlanum síðani 2006? 2. Hvussu stórt hevur fráfalsprosentið verið síðani 2006? 3. Hvussu nógv eru upptikin á Heilsuskúlanum síðani 2006 í mun til tøk upptøkupláss hesi árini? Viðmerkingar: Vit útbúgva alt ov fá starvsfólk til eldraøkið – samstundis sum tørvurin á røktarstarvsfólkum veksur við rúkandi ferð. Framskrivingarnar hjá Búskaparráðnum vísa, at vit hava tørv á 450 fleiri røktarársverkum í 2035, um tey, sum verða 80+ ára gomul í 2035 hava sama tørv og somu umstøður sum í 2024. Hetta er bara orsakað av demografisku broytingunum í samfelagnum, sum hava við sær, at vit gerast alsamt fleiri eldri. Harafturat hevur verandi starvsfólkahópur rættiliga høgan miðalaldur, og roknast kann við, at uml. 300 av teimum núverandi 950 ársverkunum á eldraøkinum eru givin á arbeiðsmarknaðinum um 10 ár. Tí er framtíðartørvurin á starvsfólkum upp ímóti 750 ársverk, um ikki munandi broytingar verða framdar á økinum. Og nógv arbeiða niðursetta tíð, so tørvurin á starvsfólkum verður munandi. Frágreiðingin hjá Búskaparráðnum, Kommunubúskapurin og eldraøkið, vísir á, at staðsetingin av Heilsuskúlanum er ein avbjóðing. Tað sama hava kommunur og fakfeløg gjørt vart við. Vit mugu tí útbúgva fleiri starvsfólk til eldraøkið, samstundis sum onnur átøk eisini mugu fremjast. Fyri at kunna kjakast um hetta á upplýstum grundarlagi, verða hesir spurningar settir. Á Løgtingi, 1. oktober 2025 Liljan Weihe -- 1 of 1 --