52-023/2025
Arbeiðið við ferjulegum á Kalsoyarleiðini
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 6. okt. 2025 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
025.25 Svar frá J. Christiansen til B. Johannesen - um arbeiðið við ferjulegum á Kalsoyarleiðini.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 7. okt. 2025
Sjá útdrigin tekst
FISKIVINNU- OG SAMFERÐSLUMÁLARÁÐIÐ M in i s t r y o f F is h e r i e s a n d I n fr a st r u ct u r e Y v i r i v i ð S tr o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r sh a vn • F a r o e I sl a n d s T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i sk @ f i s k . fo • w w w . fi s k . f o Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn 6. oktober 2025 Mál: 25/25748 Tygara skriv: 52-023/2025 AE Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-025/2025 frá Beinir Johannesen, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í fiskivinnu- og samferðslumálum, Jóhan Christiansen, um arbeiðið við ferjulegum á Kalsoyarleiðini Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Nær verður arbeiðið á ferjuleguni á Syðradali liðugt? 2. Nær byrjar arbeiðið á ferjuleguni í Klaksvík? 3. Hvussu nógv skal gerast á ferjuleguni í Klaksvík? 4. Nær væntast hesi bæði arbeiði at vera liðug? 5. Kennir man endaliga kostnaðin? Viðmerkingar hjá Beini Johannesen Fyri einum ári síðani blivu pengar játtaðir til at gera tillagingar á ferjuleguni á Syðradali. Orsøkin er fyrst tann, at Teistin skal røkja Kalsoyarleiðina, men eisini, at ein nýggj ferja skal eftir ætlan røkja leiðina í framtíðini. Tá umbønin um eykajáttan bleiv viðgjørd bleiv millum annað spurt, um játtanin fór at halda, og um hvussu umfatandi arbeiðið í Klaksvík fór at vera. Fíggjarnevndin skrivaði í sínum áliti, at hon hevði fingið upplýst, at bert smærri tillagingar skuldu gerast í Klaksvík, og at játtanin fór at halda. Nú hevur arbeiðið verið í gongd í eina tíð á Syðradali, og enn er tað ikki byrjað í Klaksvík. Í almenna rúminum verður spurnartekin sett við, hví arbeiðið ikki er sett í gongd, og hvussu umfatandi tað í veruleikanum er. Fyri at fáa greiðu á hesum viðurskiftum, verður hesin fyrispurningur settur. Svar til spurning 1 Teistin skal røkja Kalsoyarleiðina, inntil nýggja Kalsoyarferjan er bygd. Arbeiðið við ferjuleguni á Syðradali er liðugt og varð avhendað miðjan august 2025. Svar til spurning 2 og 3 Tað, sum eftir er at gera fyri, at Teistin og síðani nýggja Kalsoyarferjan skulu kunna røkja Kalsoyarleiðina á bestan hátt, er at tillaga verandi ferjulegu og rampu á Stongunum í Klaksvík, soleiðis at ferjan kann brúka havnalagið. Verkætlanin er liðugt fyrireikað, og klárt er at fara í gongd. -- 1 of 2 -- Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið 2/2 Inntil ferjulegan er dagførd í Klaksvík, má onnur havn brúkast. Landsverk, Strandferðslan og Klaksvíkar kommuna hava umrøtt møguleikan fyri at brúka Stóru Kai fyribils, ella sum varandi loysn. Teistin hevur lagt at á Stóru Kai og fer nú at royndarsigla Kalsoyarleiðina í eini 2 vikur, har Stóra Kai verður brúkt sum atløga í Klaksvík. Um hetta roynist væl, er møguleiki fyri at brúka Stóru Kai, sum varandi loysn. Tá er betri grundarlag hjá Klaksvíkar Kommunu saman við Landsverk og Strandferðsluni at taka støðu til málið. Um Stóra Kai verður vald, verður neyðugt at tillaga ferðsluviðurskiftini á staðnum. Svar til spurning 4 Í løtuni ber ikki til at siga, nær havnaviðurskiftini koma endaliga í rættlag. Avgerð má fyrst takast um, hvørt ferjulegan í framtíðini skal vera á Stongunum ella á Stóru Kai. Svar til spurning 5 Arbeiðið á Syðradali kostaði 6,7 mió. kr. Grundað á útboð hjá Landsverki verður arbeiðið á verandi atløgu á Stongunum mett til at kosta millum 2,5 til 3,0 mió. kr. Jóhan Christiansen landsstýrismaður -- 2 of 2 --
023.25 Spm. til J. Christiansen frá J. Johannesen - Arbeiði á ferjulegum á Kalsoyarleiðini.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 24. sep. 2025
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Beinir Johannesen, løgtingsmaður Svarari: Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum Evni: Arbeiðið við ferjulegum á Kalsoyarleiðini Spurningar: 1. Nær verður arbeiðið á ferjuleguni á Syðradali liðugt? 2. Nær byrjar arbeiðið á ferjuleguni í Klaksvík? 3. Hvussu nógv skal gerast á ferjuleguni í Klaksvík? 4. Nær væntast hesi bæði arbeiði at vera liðug? 5. Kennir man endaliga kostnaðin? Viðmerkingar: Fyri einum ári síðani blivu pengar játtaðir til at gera tillagingar á ferjuleguni á Syðradali. Orsøkin er fyrst tann, at Teistin skal røkja Kalsoyarleiðina, men eisini, at ein nýggj ferja skal eftir ætlan røkja leiðina í framtíðini. Tá umbønin um eykajáttan bleiv viðgjørd bleiv millum annað spurt, um játtanin fór at halda, og um hvussu umfatandi arbeiðið í Klaksvík fór at vera. Fíggjarnevndin skrivaði í sínum áliti, at hon hevði fingið upplýst, at bert smærri tillagingar skuldu gerast í Klaksvík, og at játtanin fór at halda. Nú hevur arbeiðið verið í gongd í eina tíð á Syðradali, og enn er tað ikki byrjað í Klaksvík. Í almenna rúminum verður spurnartekin sett við, hví arbeiðið ikki er sett í gongd, og hvussu umfatandi tað í veruleikanum er. Fyri at fáa greiðu á hesum viðurskiftum, verður hesin fyrispurningur settur. Á Løgtingi, 24. september 2025 Beinir Johannesen -- 1 of 1 --