52-022/2025
Sjúkraviðgerð uttanlands
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 30. sep. 2025 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
022.25 Svar frá S. Bertholdsen til E. Ejdesgaard - Sjúkraviðgerð uttanlands.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 30. sep. 2025
Sjá útdrigin tekst
Dagf. 30. september 2025 HMR j. nr. 25/25210-4 Súsanna Bertholdsen landsstýriskvinna Svar upp á Fyrispurning nr. 52-022/2025 eftir § 52a í tingskipanini, um sjúkraviðgerð uttanlands, frá Erling Eidesgaard, løgtingsmanni. Spurningarnir vóru soljóðandi: 1. Hvørjar upphæddir keypa vit árliga sjúkraviðgerð fyri uttanlands skift á lond aftur til 1976 ella so langt aftur, sum tøl eru tøk? 2. Hvørjar upphæddir brúka vit uppá ferðing og gisting í sambandi við sjúkraviðgerð uttanlands skift á lond aftur til 1976 ella so langt aftur, sum tøl eru tøk? 3. Hví sendir føroyska sjúkrahúsverkið krabbameinssjúklingar til Danmarkar í viðgerð, tá hagtøl støðugt vísa, at yvirlivilsisratan í eitt nú Svøríki er munandi hægri? 4. Hvat hevði eykakostnaðurin (ella sparingin) verið, um krabbameinssjúklingar í staðin fyri á Ríkissjúkrahúsið vórðu sendir til Skånes Universitetssjukhus? Svar: Til spurning 1 Upphæddirnar í talvuni niðanfyri eru tiknar úr Búskaparskipan Landsins (BSL). Tað verða ikki skrásett lond í skipanini, men í svarinum hevur Sjúkrahúsverkið mett, hvat land, veitarin hoyrir til. Dátur finnast ikki aftur til 1976 í BSL, men aftur til 1997. Fyrivarni má takast fyri, at skrásetingarháttur og játtanarháttur kann vera broyttur við árunum. Tí skal fyrivarni, sambært Sjúkrahúsverkinum, takast fyri tølunum frá 1997 fram til 2017. Tølini eru frá stovnsnummar 121720 Serviðgerð uttanlands – og útreiðslur beinleiðis til viðgerðarstovnar eru tiknar við. Talvan niðanfyri er býtt á Danmark, Ísland, Noreg, Svøríki, Týskland, Bretland, Sveits og “Onnur lond”. Sjúkrahúsverkið hevur valt at bólka “Onnur lond”, tí at tølini gerast so smá, at tað kann gerast ov lætt at eyðmerkja, hvørjar sjúklingar talan er um. -- 1 of 3 -- Talva 1. Útreiðslur til sjúkraviðgerð uttanlands, býtt á lond Til spurning 2 Sambært Sjúkrahúsverkinum verða útreiðslur til ferðing og gisting ikki greinaðar á lond, tí ber ikki til at upplýsa hetta. Niðanfyri er talva, ið vísir býtið millum ferðing og gisting yvir ár, eins og hvat útreiðslurnar til sjúklingahotellið Tórshavn hava verið um árið. Á sama hátt sum í spurningi 1 ber ikki til at fáa data aftur til 1976, men Sjúkrahúsverkið metir at tølini tey seinastu 10 árini eru álítandi. Sí talvu niðanfyri. Talva 2. Útreiðslur til ferðing og uppihald 2014 2015 2016 2017 2018 2019 2020 2021 2022 2023 2024 Tíma- og dagpeningur 278 273 349 329 396 369 312 417 297 345 300 Náttarviðbøtur 6 6 11 8 17 15 10 15 12 6 4 Vistarhald 975 1.166 1.686 2.198 2.659 1.459 1.437 1.316 1.478 2.013 1.741 Akfør 1.504 2.148 2.435 2.550 2.718 2.687 2.249 1.869 1.367 1.732 1.856 Loftvegis 18.912 18.295 20.704 18.733 17.988 18.619 16.372 20.509 18.374 22.599 21.027 Sjóvegis 134 143 150 100 76 92 154 172 227 158 78 Sjúklingahotellið Tórshavn 17.388 17.839 18.346 19.082 20.383 20.545 21.355 22.809 24.131 25.656 26.307 39.197 39.870 43.681 43.000 44.237 43.786 41.889 47.107 45.886 52.509 51.313 -- 2 of 3 -- Til spurning 3 At yvirlivilsisratan er hægri summastaðni enn aðrastaðni, er ikki einans treytað av sjálvari viðgerðini, sum viðkomandi fær á sjúkrahúsi. Onnur viðurskifti eru eitt nú, lívsháttur (t.d. royking, alkohol, kostur og rørsla). Eisini hevur tað týdning, hvussu skjótt sjúklingurin ger vart við seg, hvussu skjótt hesin verður útgreinaður, og hvussu skjótt sjúklingurin kemur í viðgerð. At sjúklingar verða sendir til Danmarkar hongur millum annað saman við, at okkara viðgerðir hanga tætt saman við tær skipanir, viðgerðarætlanir (protokollir) v.m., sum verða brúktar í Danmark. Í Føroyum brúkar Sjúkrahúsverkið til dømis somu krabbameinsviðgerðarætlanir sum í Danmark. Løggildingar hjá heilsustarvsfólkunum eru eisini danskar og leiðreglur í heilsuverkinum fylgja í stóran mun donskum leiðreglum. Logistiskt eru fleiri fyrimunir at senda sjúklingar til Keypmannahavnar. Vit hava sera gott ferðasamband til Keypmannahavnar, og stutt er á sjúklingahotell og sjúkrahús. Vit hava eitt sjúklingahotell í Keypmannahavn, har flestu sjúklingarnir búgva, tá teir skulu í viðgerð, og gott ferðasamband er millum sjúklingahotellið og sjúkrahúsini í Keypmannahavn. At senda sjúklingar til Danmarkar merkir eisini, at nógvir av sjúklingunum eru í kendum umhvørvi, fleiri teirra hava skyldfólk, vinfólk og kenningar í Danmark, og hetta kann ofta verða ein góð hjálp í einari annars torførari støðu. Alt hetta spælir sín leiklut í, at flestu føroysku sjúklingarnir, ið hava tørv á serviðgerð uttanlands, verða sendir til viðgerð í Danmark. Til spurning 4 Sambært Sjúkrahúsverkinum er ilt at siga, hvat eyka kostnaðurin (ella sparingin) hevði verið, um krabbameinssjúklingar vórðu sendir til Skånes Universitetssjúkrahús heldur enn Ríkissjúkrahúsið. Tá ið Sjúkrahúsverkið vanliga samanber við sjúkrahús í Danmark, brúka tey ein sonevndan DRG takst (ein standard kostnaður fyri viðgerðir), sum tey hava atgongd til. Í Svøríki brúka tey ikki hendan takstin og Sjúkrahúsverkið kennir ikki til nakran líknandi takst ella skipan, sum tey kunnu fáa atgongd til. Regiónirnar í Danmark geva avsláttur, sum ger at Sjúkrahúsverkið kann fáa betri prísir, men tað er ikki givið, at tað sama hevði verið galdandi í Svøríki. Sambært Sjúkrahúsverkinum er ómøguligt at fáa eina nágreiniliga kostnaðarmeting fyri Skånes Universitetssjukhus uttan so, at Sjúkrahúsverkið biður um eitt ítøkiligt viðgerðartilboð, sum tey ynskja at fara víðari við. Heilsumálaráðið, 30. september 2025 Súsanna Bertholdsen landsstýriskvinna -- 3 of 3 --
022.25 Spm. til S. Bertholdsen frá E. Ejdesgaard - Sjúkraviðgerð uttanlands.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 18. sep. 2025
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Erling Eidesgaard, løgtingsmaður Svarari: Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum Evni: Sjúkraviðgerð uttanlands Spurningar: 1. Hvørjar upphæddir keypa vit árliga sjúkraviðgerð fyri uttanlands skift á lond aftur til 1976 ella so langt aftur, sum tøl eru tøk? 2. Hvørjar upphæddir brúka vit uppá ferðing og gisting í sambandi við sjúkraviðgerð uttanlands skift á lond aftur til 1976 ella so langt aftur, sum tøl eru tøk? 3. Hví sendir føroyska sjúkrahúsverkið krabbameinssjúklingar til Danmarkar í viðgerð, tá hagtøl støðugt vísa, at yvirlivilsisratan í eitt nú Svøríki er munandi hægri? 4. Hvat hevði eykakostnaðurin (ella sparingin) verið, um krabbameinssjúklingar í staðin fyri á Ríkissjúkrahúsið vórðu sendir til Skånes Universitetssjukhus? Viðmerkingar: Í einum innslagi í Degi og Viku í síðstu viku vóru hagtøl á skíggjanum, ið vístu, at vit eru aftast í Norðurlondum, tá talan er um at vera á lívi fimm ár eftir, at krabbi er staðfestur. Hetta er ein syrgilig staðfesting og læknastjórin, Tummas í Garði, vissaði um, at arbeitt verður við at bøta um støðuna. Tað, sum loypur í eyguni er, at næstaftast, beint framman fyri okkum, er tað danska sjúkrahúsverkið. Og hagar velja vit, av øllum, at senda so gott sum allar okkara sjúklingar. Vit dúva í stóran mun uppá at keypa sjúkraviðgerðir uttanlands. Serliga, tá talan er um sjúkur, ið tað natúrliga eru fáir tilburðir av orsakað av lítla fólkatalinum. Vit keypa okkum atgongd til serfrøðingar við drúgvum royndum og sum dagliga viðgera nógvar sjúklingar við somu sjúku. Hóast tað er dýrt, trupult og langt at fara, so kann hendan støðan vera ein stórur fyrimunur, tí eru vit skilagóð og ikki ov vanabundin, so skuldi borið til at broderað seg til tær bestu viðgerðirnar í grannalondunum. Øll Norðurlond hava neyv hagtøl, og vit kunnu sostatt keypa tað besta av øllum hillum. Bestu krabbameinsúrslit hava sviar. Sambært Google Maps tekur tað 28 minuttir at koyra frá flogvøllinum í Kastrup til “Skånes Universitetssjukhus”, og tað tekur 26 minuttir at koyra til “Ríkissjúkrahúsið”. Neyvan er tað fyri at spara tveir minuttir, at vit velja at senda allar krabbasjúklingar til sjúkrahúsverkið við -- 1 of 2 -- næstringastu hagtølunum í Norðurlondum. Tí verða hesir spurningar settir. Á Løgtingi, 18. september 2025 Erling Eidesgaard -- 2 of 2 --