52-021/2025
Støðan viðvíkjandi Dalstunlinum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 29. sep. 2025 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
021.25 Svar frá J. Christiansen til J. Dahl - Støðan viðvíkjandi Dalstunnlinum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 30. sep. 2025
Sjá útdrigin tekst
FISKIVINNU- OG SAMFERÐSLUMÁLARÁÐIÐ M i n i s t r y o f F i s h e r i e s a n d I n f r a s t r u c t u r e Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn 30. september 2025 Mál: 25/25087-2 (at tilskila í svari) Tygara skriv: 52-021/2025 Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-021/2025 frá Johan Dahl, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í fiskivinnu- og samferðslumálum, Jóhan Christiansen, um Dalstunnilin Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvussu tær 28 mió. kr., sum á vári 2025 vórðu játtaðar til liðugtgerð av Dalstunlinum, skulu brúkast, og hvussu nógv av hesari játtan er brúkt pr. 15. september 2025? 2. Kann væntast, at tað verður biðið um enn eina eykajáttan í ár? 3. Hvat av arbeiðinum, ið eftir er at gera fyri at fáa tunnilin liðugtgjørdan, er ikki boðið út enn, og nær verður hetta væntandi boðið út? 4. Nær verður væntað, at Dalstunnilin kann takast í nýtslu? Svar til spurning 1 og 2 Nýggja farleiðin til Dals verður mett at kosta 173 mió. kr. Við í kostnaðinum er sjálvur Dalstunnilin upp á 2,2 kilometrar, breiðkan av vegum og asfaltarbeiði uttan fyri tunnilin. Ein stórur partur av verandi vegum í Húsavík og í Dali eru breiðkaðir. Eisini er eitt stórt arbeiði gjørt á vegnum til Skálavíkar, har vegurin er rættaður upp við gróti frá tunlinum. Í 2025 verður tað mesta av arbeiðinum gjørt liðugt, men el-arbeiðið verður ikki liðugt fyrr enn á vári 2026, umframt at økið verður ruddað liðugt og annað. Søkt varð um eykajáttan til verkætlanina, tí staðfest var, at nýggja farleiðin til Dals ikki kundi gerast liðug fyri ta upphædd, sum var játtað í fíggjarlógini fyri 2025. Eykajáttanin var sostatt ein fortreyt fyri, at seinastu arbeiðini kundu bjóðast út, og at arbeiðast kundi víðari við tunlinum. -- 1 of 2 -- Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið 2/2 Tær 28 mió. kr., sum eru veittar í eykajáttan í ár, skulu serliga brúkast til at gera vegbreytina lidna í tunlinum og til el- og trygdarútgerð og asfaltering. Í árunum 2018-2024 eru 110 mió. kr. brúktar til sjálva farleiðina, umframt 13,7 mió. kr. til útgerð til tunnilsarbeiðið. Tøk játtan er 62,8 mió. kr. í 2025. Tað eru bókaðar 12 mió. kr. higartil í ár. Nýtslan verður mett til 37,8 mió. kr. í 2025, og 25 mió. kr. verða fluttar fram til 2026 til at gera nýggju farleiðina til Dals lidna. Tørvur verður ikki á eykajáttan til at gera Dalstunnilin lidnan. Svar til spurning 3 og 4 Tað einasta stóra arbeiðið, sum er eftir at bjóða út, er el-arbeiðið í sjálvum tunlinum, tað vil siga tekniskar installatiónir, trygdarútgerð, ljós og tílíkt. Ætlanin er at bjóða arbeiðið út um nakrar dagar. Sum nevnt omanfyri, í svari til spurning 1 og 2, verður Dalstunnilin væntandi liðugur og klárur at taka í nýtslu á vári 2026. Tó metir Landsverk, at tað verður møguligt at leiða ferðslu ígjøgnum tunnilin áðrenn hetta, um tað gerst neyðugt, t.d. orsakað av ringum veðri, og tað ikki er ráðiligt at koyra eftir gamla vegnum. Ætlanin er at hava ein borgarafund í Dali, áðrenn veturin kemur, fyri at hoyra, hvørja hugsan bygdarfólkið hevur um, hvussu ferðslan kann skipast. Jóhan Christiansen landsstýrismaður -- 2 of 2 --
021.25 Spm. til J. Christiansen frá J. Dahl - Støðan viðvíkjandi Dalstunnlinum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 17. sep. 2025
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Johan Dahl, løgtingsmaður Svarari: Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum Evni: Støðan viðvíkjandi Dalstunlinum Spurningar: 1. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvussu tær 28 mió. kr., sum á vári 2025 vórðu játtaðar til liðugtgerð av Dalstunlinum, skulu brúkast, og hvussu nógv av hesari játtan er brúkt pr. 15. september 2025? 2. Kann væntast, at tað verður biðið um enn eina eykajáttan í ár? 3. Hvat av arbeiðinum, ið eftir er at gera fyri at fáa tunnilin liðugtgjørdan, er ikki boðið út enn, og nær verður hetta væntandi boðið út? 4. Nær verður væntað, at Dalstunnilin kann takast í nýtslu? Viðmerkingar: Í apíl mánaði 2025 varð ein eykajáttan á 28 mió. kr. samtykt til Dalstunnilin, fyri at tryggja, at verkætlanin kundi gerast liðug, ætlandi í ár. Tað er tó nú ikki greitt, nær arbeiðið verður liðugt, hvussu hesin peningur nágreiniliga er ætlaður at verða nýttur, og hvør støðan er við brúkinum av játtanini. Ein slík kunning er av stórum týdningi, bæði fyri at tryggja gjøgnumskygni í arbeiðinum og fyri at geva almenninginum og ikki minst teimum, sum fara at brúka tunnilin dagliga, eina greiða mynd av, nær Dalstunnilin kann verða tikin í nýtslu. Á Løgtingi, 17. september 2025 Johan Dahl -- 1 of 1 --