52-020/2025
Kanning um børn og ung, sum eru send av landinum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 27. sep. 2025 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
020.25 Svar frá D. N. Joensen til L. Weihe - Kanning um børn og ung sum eru send av landinum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 29. sep. 2025
Sjá útdrigin tekst
B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð J. H. Schrøtersgøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo Løgtingið 26. september 2025 Tinghúsvegur 1-3 Mál: 22/22133-140 110 Tórshavn Viðgjørt: EØ Svar upp á § 52a fyrispurning nr. 52-020/2025 frá Liljan Weihe, løgtingskvinnu, settur Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum, um kanning um børn og ung, sum eru send av landinum. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvussu nógv børn og ung eru send av landinum síðani apríl 1975, tá umsitingin av barnaforsorgini bleiv flutt til Føroya? 2. Hvussu nógv børn eru send av landinum, síðani Føroyar fingu egna lóggávu á barnaverndarøkinum í 2006? 3. Vil landsstýrismaðurin seta eina kanning í verk um handfaringina av hesum persónum, sum seinastu 50 árini eru send av landinum? Svar Til 1 og 2: Innskriving á stovni uttanlands verður einans tikin, um avgerð somuleiðis er tikin um umsorganaryvirtøku av barninum sambært § 19 í barnaverndarlógini, og heldur ein umsorgarnaryvirtøka uppat, tá barnið gerst 18 ár, hetta sambært § 24 g í somu lóg. Um eitt barn, sum er umsorganaryvirtikið, longu er innskrivað á stovni uttanlands, tá barnið gerst 18 ár, so kann Kærustovnurin taka avgerð um longda fyriskipan, men kann avgerð um longda fyriskipan sambært § 15 b stk. 2, bert setast í verk, um tann ungi samtykkir, og kann í mesta lagi leingjast til tann ungi fyllir 21 ár. Sambært gomlu barnaforsorgarlógini, sum var galdandi fram til 31. desember 2005, var økið umsitið av kommunalum barnaverndum, og hevði landið tá ein løgfrøðiligan ráðgeva at ráðgeva lokalu barnaverndunum. Í 2006 kom ein nýggj barnaverndalóg, og kom Høvuðsbarnaverndina tá at liggja hjá Almannaverkinum. Tann 1. juli 2023 varð Høvuðsbarnaverndin hjá Almannaverkinum tikin av, og virkisøkið flutt til Føroya Kærustovn, har tað liggur í dag. -- 1 of 2 -- B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð J. H. Schrøtersgøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo 2/2 Virkisøkið er sostatt flutt gjøgnum árini, og hevur hetta eisini viðvirkað til, at tað er torført at finna tey neyvu tølini langt aftur í tíðina, og er skrásetingin av børnum, sum eru sett á stovn uttanlands, eisini ymisk, sjá niðanfyri. Fyri tíðarskeiðið 2015 og fram til í dag hevur Føroya Kærustovnur upplýst, at avgerð er tikin um at innskriva tilsamans 13 ymisk børn á stovn uttanlands - øll í Danmark. Harumframt er eitt barn, har avgerð bleiv tikin um innskriving á stovni uttanlands, men har barnið ikki flutti á stovn hóast alt. Aldurin á børnum, sum vóru innskrivað á stovni hetta tíðarskeið, er : 3 børn í aldrinum 11-14 ár, og 10 børn í aldrinum 15-17 ár. Í tíðarskeiðinum 2006 fram til í dag, hevur Almannaverkið upplýst, at tey bert kunnu upplýsa tøl fyri tíðarskeiðið 2009-2015, og eru hesi tøl talið av fyriskipanum pr. ár., har talan kann vera um børn, sum eru í fyriskipanum yvirum ár, og tí telja við í meira enn tí eina árinum, t.v.s. at eitt og sama barnið gongur aftur yvirum ár. Tølini eru hesi: í 2009 vóru tað 10 børn, í 2010 vóru tað 7 børn, í 2011 vóru tað 6 børn, í 2012 vóru tað 7 børn, í 2013 vóru tað 3 børn, í 2014 vóru tað 2 børn og í 2015 vóru tað 2 børn. Viðmerkjast skal, at hesi tøl eru tikin frá fíggjarlógaruppskotunum fyri m.a. 2010, 2013, 2015 og 2017 í sambandi við virksemisyvirlitið, ið m.a. fevnir um tal av børnum pr. ár undir lógarbundnari játtan, sum er stovnspláss uttanlands. Almannaverkið hevur upplýst, at vegna tekniska avbjóðingar, hevur tað ikki eydnast teimum at finna tølini fyri 2006-2008. Almannaverkið hevur harnæst upplýst, at sambært ráðgevarunum hjá landinum, sum virkaðu í 1990´unum meðan økið varð umsitið av kommunalum barnaverndum, varð einki barn sett á barnaverndarstovn uttanlands, av tí orsøk at tey ikki kundu rúmast á Føroya Barnaheimi ella hjá fosturforeldrum. Til 3: Eingin ítøkilig ætlan finst í løtuni at seta eina slíka kanning í verk um handfaringina av børnum, sum eru send av landinum í sambandi við barnavernd. Spurningurin hevur tó verið frammi í sambandi við eina meiri umfatandi kanning av teimum, sum eru send av landinum í sambandi við viðgerð og uppihald í Danmark. Sum tað framgongur av svarinum til undanfarnu spurningar, so finst ikki nakað samlað yvirlit fyri alt tíðarskeiðið. Umhugsað verður í landsstýrinum at fara undir eina slíka kanning, sum fer at krevja bæði játtan og tíð fyri at verða framd. Vinarliga Djóni Nolsøe Joensen landsstýrismaður -- 2 of 2 --
020.25 Spm. til D. N. Joensen frá L. Weihe - Kanning um børn og ung sum eru send av landinum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 16. sep. 2025
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Liljan Weihe, løgtingskvinna Svarari: Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum Evni: Kanning um børn og ung, sum eru send av landinum Spurningar: 1. Hvussu nógv børn og ung eru send av landinum síðani apríl 1975, tá umsitingin av barnaforsorgini bleiv flutt til Føroya? 2. Hvussu nógv børn eru send av landinum, síðani Føroyar fingu egna lóggávu á barnaverndarøkinum í 2006? 3. Vil landsstýrismaðurin seta eina kanning í verk um handfaringina av hesum persónum, sum seinastu 50 árini eru send av landinum? Viðmerkingar: Í 50 ár hava vit havt ábyrgd av barnaverndarøkinum. Umsitingin av barnaforsorgini kom á føroyskar hendur í 1975, og í 2006 varð málsøkið yvirtikið, og vit fingu føroyska lóggávu á økinum. Áðrenn føroyska barnaverndarlógin kom, var økið umsitið eftir danskari lóg um barnaforsorg, sum var sett í gildi í Føroyum í 1960. Lógin hevði sín uppruna í donsku forsorgarlógini frá 1933. Hóast umsiting og lógarverk hevur verið á føroyskum hondum eina hálva øld, so senda vit framvegis børn og ung av landinum, tí vit siga okkum ikki megna at taka okkum av teimum. Tað er trupult at fáa neyvt innlit í barnaverndarøkið í Føroyum. Bæði tí økið er sárt og privat, men eisini tí umsitingin er býtt millum land og kommunur. Ein frágreiðing er skrivað um barnaforsorgina í 2000, men tað er sera ringt at fáa innlit í, hvussu nógv børn og ung eru send av landinum av føroyskum myndugleikum seinastu hálvu øldina, tí vit ikki hava raðfest at hava nøktandi tilboð til tey í Føroyum. Ein kanning av barnaverndarøkinum seinastu 50 árini kann geva okkum innlit í fortíðina og virðismikla vitan um, hvussu økið kann skipast frameftir. Á Løgtingi, 16. september 2025 Liljan Weihe -- 1 of 1 --