← Løgtingsmál

52-018/2025

Kommunulæknar og heislustænastur nærri fólkinum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 27. sep. 2025 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
018.25 Svar frá S. Bertholdsen til J. Joensen -Fleiri kommunulæknar og heilsutænastur nærri fólkinum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 29. sep. 2025

Sjá útdrigin tekst
Dagf. 25. september 2025
HMR j. nr. 25/24874-3
Súsanna Bertholdsen
landsstýriskvinna
Svar
upp á
Fyrispurning nr. 52-018/2025 eftir § 52a í tingskipanini, um fleiri kommunulæknar og
heilsutænastur nærri fólkinum, frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni.
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Hvussu gongur við ætlanini at styrkja heilsutænasturnar runt landið?
2. Hvussu nógv nýggj kommunulæknastørv eru sett í hesum samgonguskeiðinum?
3. Hvussu nógv kommunulæknastørv er ætlanin at seta í heyst?
4. Nær verður nýggja kommunulæknastarvið í Vágum sett?
5. Eru ætlanir um, at m.a. sálarfrøðingar verða partur av heilsutænastunum á heilsudeplunum í
framtíðini?
Svar:
Til spurning 1
Arbeiðið at styrkja heilsutænasturnar kring landið er skipað í stigum. Fyrsta stigið snúði seg um
tann yvirskipaða partin, sum er, at seta lógina og mest týðandi kunngerðirnar í gildi. Hetta stigið
gongur sum ætlað.
Tann 1. juni 2025 kom lógin um at skipa heilsutænastur í nærumhvørvinum hjá borgaranum í gildi.
Samstundis, sum lógin varð sett í gildi, vóru fimm kunngerðir settar í gildi, sum stuðla undir at
fremja endamálunum við lógini. Heilsumálaráðið arbeiðir við sættu kunngerðini, sum eftir ætlan
kemur í gildi 1. desember 2025. Arbeiðið við at orða ávikavist lóg og kunngerðir er gjørt í tøttum
samstarvi við viðkomandi partar.
Við fyrsta stigi eru lunnar lagdir undir at styrkja heilsutænastur runt landið og skipa heilsuøkið
skynsamari. Tá fyrsta stig er liðugt, er møguligt at fara undir næstu stigini, sum eru at fara undir
ítøkiliga arbeiðið at styrkja heilsutænasturnar runt landið.

-- 1 of 3 --

Til spurning 2
Higartil í hesum samgonguskeiðnum eru komnar tvær nýggjar kommunulæknaviðtalur afturat, og
ein triðja kommunulæknaviðtala letur upp 1. november 2025.
Nýggju kommunulæknaviðtalurnar eru stovnaðar í hesum støðum: 1. november 2023 í Klaksvík, 1.
desember 2023 í Fuglafirði/Gøtu og á Skálafjørðinum verður ein stovnað 1. november 2025.
Harafturat var ein kommunulæknaviðtala flutt av Sandoynni til Tórshavn 1. mars 2024.
Til spurning 3
Eitt nýtt kommunulæknastarv verður sett í heyst, nevnliga 1. november 2025. Nýggja
kommunulæknaviðtalan verður staðsett á Skálafjørðinum.
Til spurning 4
Vaksandi fólkatalið økir um tørvin á kommunulæknaviðtalum, og hóast nýggjar viðtalur eru settar á
stovn seinastu árini, er framvegis tørvur á fleiri. Talið á kommunulæknaviðtalum er tengt at talinum
á borgarum í ávísa heilsuøkinum.
Heilsutrygd hevur gjørt eina meting av, hvussu talið av kommunulæknum kann økjast í
heilsuøkjunum komandi trý árini. Síðan hevur Heilsutrygd gjørt eina raðfesting, ið er gjørd út frá,
hvar miðaltalið á borgarum fyri hvørja viðtalu er hægst. Heilsutrygd hevur víst á, at í Heilsuøkið 3,
sum millum annað fevnir um Vágarnar, er miðaltalið á borgarum fyri hvønn kommunulækna
lutfalsliga høgt. Við støði í hesum hevur Heilsutrygd m.a. mælt til, at ein kommunulækni afturat
verður settur í Vágunum í 2027. Raðfestingin kann broytast við atliti at, hvar hølir eru tøk og við
atliti at, at játtan er tøk til endamálið.
Eg arbeiði støðugt við at økja talið á kommunulæknaviðtalum, samsvarandi tørvinum og við støði í
tilmælinum frá Heilsutrygd.
Til spurning 5
Ætlanin er, at sum frálíður fer ein stórur partur av heilsuveitingunum t.d. kanningar, viðgerðir,
heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi heilsutænastur og ráðgeving at verða veittar í
nærumhvørvinum hjá borgarunum.
Tá fleiri heilsutænastur verða veittar á heilsumiðstøðunum, fara onnur heilsustarvsfólk eisini at vera
har, t.d. sálarfrøðingur, bioanalytikari, farmaseutur, heilsufrøðingur og ljósmóðir.
Summi av heilsustarvsfólkunum fara at starvast á heilsumiðstøðunum burturav; onnur fara at hava
viðtalur har, sum partur av teirra arbeiði í t.d. Sjúkrahúsverkinum ella Apoteksverkinum.

-- 2 of 3 --

Við at skipa heilsutænasturnar í nærumhvørvinum hjá borgarum, fer at bera til at fáa eitt enn betri
og størri samstarv millum fakfólkini á heilsuøkinum og millum geirar. Hetta fer eftir ætlan at hava
við sær eina betri heilsustøðu hjá fólki sum heild.
Heilsumálaráðið, 26. september 2025
Súsanna Bertholdsen
landsstýriskvinna

-- 3 of 3 --
018.25 Spm. til S. Bertholdsen frá J. Joensen -Fleiri kommunulæknar og heilsutænastur nærri fólkinum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 16. sep. 2025

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jóhannis Joensen, løgtingsmaður
Svarari: Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum
Evni: Fleiri kommunulæknar og heilsutænastur nærri fólkinum
Spurningar:
1. Hvussu gongur við ætlanini at styrkja heilsutænasturnar runt landið?
2. Hvussu nógv nýggj kommunulæknastørv eru sett í hesum
samgonguskeiðinum?
3. Hvussu nógv kommunulæknastørv er ætlanin at seta í heyst?
4. Nær verður nýggja kommunulæknastarvið í Vágum sett?
5. Eru ætlanir um, at m.a. sálarfrøðingar verða partur av heilsutænastunum á
heilsudeplunum í framtíðini?
Viðmerkingar:
Samgongan hevur sum mál at styrkja kommunlæknaskipanina og heilsuskipanir kring
alt landið. Hetta er ein liður í eini bygnaðarbroyting, har víðkaðar heilsutænastur
verða veittar á m.a. heilsudeplum. Endamálið er skjót og góð heilsubót og fyribyrging
móti kostnaðarmiklum tungum sjúkragongdum á sjúkrahúsunum. Um hetta eydnast,
verður spennandi at síggja, men málið er gott og greitt.
Ein liður í hesum arbeiði er at seta fleiri kommunulæknar í starv. Í fleiri ár hevur verið
víst á, at ov fáir kommunulæknar eru í Føroyum, og fólkatalið er nógv vaksið seinastu
árini.
Fyri at fáa at vita hvussu langt Heilsumálaráðið saman við kommununum er komið
við hesum málinum, verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 16. september 2025
Jóhannis Joensen

-- 1 of 1 --