← Løgtingsmál

52-017/2025

Dalstunnilin

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 27. sep. 2025 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
017.25 Svar frá J. Christiansen til J. Joensen - Dalstunnilin.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 29. sep. 2025

Sjá útdrigin tekst
FISKIVINNU- OG SAMFERÐSLUMÁLARÁÐIÐ
M i n i s t r y o f F i s h e r i e s a n d I n f r a s t r u c t u r e
Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s
T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
26. september 2025
Mál: 25/24417
Tygara skriv: 52-017/2025
AE
Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-017/2025 frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni, settur
landsstýrismanninum í fiskivinnu- og samferðslumálum, Jóhan Christiansen, um
Dalstunnilin
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Nær verður tunnilsarbeiðið og vegarbeiðið í sambandi við Dalstunnilin liðugt?
2. Letur Dalstunnilin upp fyri árslok 2025?
3. Hvør er kostnaðurin av øllum arbeiðinum?
4. Nær verður byrjað at bora Tjørnuvíkartunnilin?
Viðmerkingar hjá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni
Arbeiðið við at bora Dalstunnilin og vegarbeiðið til og frá tunlinum gongur nú á sætta ári. Tað
lækkar ímóti endanum, og verkætlanin er um at verða liðug. Fólk eru ótolin men eisini spent um,
hvussu alt fer at síggja út og virka. Sagt hevur verið, at tunnilin letur upp á heysti 2025.
Tað frættist, at hetta hevur verið ein bíligari verkætlan enn væntað, og at henda loysnin at bora
smáu tunlarnar er ein skilagóður leistur. Undirritaði vil tí fegin vita, um hetta er so, hvat arbeiðið
kostar, nær tað verður liðugt, og nær byrjað verður uppá næstu verkætlanina.
Tí verður hesin fyrispurningur settur landstýrismanninum.
Svar til spurning 1
Fyrsta skotið í Dalstunlinum var 5. novembur 2020 og tunnilin var skotin ígjøgnum 9. november
2023. Síðani tá hevur verið arbeitt við at gera tunnilin, umframt økið kring tunnilin liðugt.
Í 2025 hevur serliga verið arbeitt við at tryggja tunnilin lidnan og at gera portalarnar. Í løtuni
verður takið á portalinum stoypt Dalsmegin, og síðan verður takið á portalinum í Húsavík eisini
gjørt liðugt. Arbeitt verður við at gera vegabreytina lidna í tunlinum. Breytin verður bygd upp við
gróti. Hetta arbeiðið verður helst liðugt í heyst.
Vegirnir uttanfyri tunnilin verða vantandi asfalteraðir í oktobur - novembur. Roknað verður við at
nevndu arbeiði verða liðug í 2025. Vegurin inni í tunlinum verður vantandi asfalteraður, tá ið øll
arbeiði í tunlinum eru liðug, so hesi arbeiði ikki gera skaða á asfalti.

-- 1 of 2 --

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
2/2
Tað sum so er eftir at gera, er el - arbeiðið í sjálvum tunlinum, tað vil siga tekniskar installatiónir,
trygdarútgerð, ljós og tílíkt. Hetta verður fyrireikað í løtuni, og ætlanin er at bjóða arbeiðið út fyrst
í oktobur í ár. Roknað verður við at el – arbeiðið verður liðugt til várs. Samstundis verða onnur
smærri arbeiði gjørd. Lendisarbeiðið kring portalarnar og fram við vegunum skal gerast liðugt, og
økið ruddast.
Svar til spurning 2
Tunnilin letur vantandi upp, tá ið el-arbeiðið er liðugt til várs.
Landsverk metir, at tað kann verða møguligt at leiða ferðslu gjøgnum tunnilin áðrenn hetta, tá ið
vegabreytin í tunlinum er gjørd liðug. Tað kann verða gjørt eftir avtalu, har koyrt verður ígjøgnum
tunnilin tá ið veðrið er soleiðis, at tað er ringt at koyra eftir gamla vegnum. Ella til dømis at koyra
ávísar klokkutíðir har koyrt verður við niðursettari ferð. Ferðslan eigur at verða lagað til tørvin hjá
teimum, sum búgva í Dali, og ætlanin er at hava ein borgarafund í Dali áðrenn veturin, at hoyra
bygdafólkið.
Svar til spurning 3
Nýggja farleiðin til Dals verður mett til at kosta 173 mió. kr. Við í kostnaðinum er sjálvur tunnilin,
breiðkingar av vegum og asfaltarbeiðið uttanfyri tunnilin. Ein stórur partur av verandi vegum í
Húsavík og í Dali eru breiðkaðir. Eisini er eitt stórt arbeiði gjørt á vegnum til Skálavíkar, har
vegurin er rættaður upp við grótið frá tunlinum, ið eisini er innroknað í kostnaðin.
Arbeiðið hjá tunnilsliðnum við Dalstunnilinum er væleydnað, og vísir eisini, at tað ber til at gera
tunlar við fakarbeiðstøkum. Tað merkir, at fleiri ymiskar fyritøkur kunnu gera partar av
arbeiðinum, eisini smærri fyritøkur úr lokaløkinum.
Svar til spurning 4
Arbeiði at fyrireika verkætlanina við Tjørnuvíkartunlinum hevur gingið væl, og er
útbjóðingartilfarið til sunnara portaløkið klárt. Neyðug loyvi eru fingin frá
friðingarmyndugleikum til at kunna fara undir tunnilsverkætlanina. Ein verklagslóg skal gerast, og
arbeiðið er treytað av nøktandi játtan.
Tað ber ikki til at siga nú nær farið verður undir at bora Tjørnuvíkartunnilin, men er hann
raðfestur fremst av tunnilsverkætlanunum.
Jóhan Christiansen
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
017.25 Spm. til J. Christiansen frá J. Joensen - Dalstunnilin.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 16. sep. 2025

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jóhannis Joensen, løgtingsmaður
Svarari: Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum
Evni: Dalstunnilin
Spurningar:
1. Nær verður tunnilsarbeiðið og vegarbeiðið í sambandi við Dalstunnilin liðugt?
2. Letur Dalstunnilin upp fyri árslok 2025?
3. Hvør er kostnaðurin av øllum arbeiðinum?
4. Nær verður byrjað at bora Tjørnuvíkartunnilin?
Viðmerkingar:
Arbeiðið við at bora Dalstunnilin og vegarbeiðið til og frá tunlinum gongur nú á sætta
ári. Tað lækkar ímóti endanum, og verkætlanin er um at verða liðug. Fólk eru ótolin
men eisini spent um, hvussu alt fer at síggja út og virka. Sagt hevur verið, at tunnilin
letur upp á heysti 2025.
Tað frættist, at hetta hevur verið ein bíligari verkætlan enn væntað, og at henda
loysnin at bora smáu tunlarnar er ein skilagóður leistur. Undirritaði vil tí fegin vita,
um hetta er so, hvat arbeiðið kostar, nær tað verður liðugt, og nær byrjað verður uppá
næstu verkætlanina.
Tí verður hesin fyrispurningur settur landstýrismanninum.
Á Løgtingi, 16. september 2025
Jóhannis Joensen

-- 1 of 1 --