52-016/2025
Sjúklingahotellið í Keypmannahavn
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 24. sep. 2025 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
016.25 Svar frá S. Bertholdsen til B. S. Nielsen- Sjúklingahotellið í Keypmannahavn.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 24. sep. 2025
Sjá útdrigin tekst
Dagf. 24. september 2025 HMR j. nr. 25/24594-3 Súsanna Bertholdsen landsstýriskvinna Svar upp á Fyrispurning nr. 52-016/2025 eftir § 52a í tingskipanini um sjúklingahotellið í Keypmannahavn, frá Bárði á Steig Nielsen, løgtingsmanni Spurningarnir vóru soljóðandi: 1. Hvør er ætlanin hjá landsstýrinum við sjúklingahotellinum í Keypmannhavn? 2. Er landsstýrið sinnað at samstarva við donsku stjórnina um at víðka um sjúklingahotellið? Svar: Til spurning 1 Í longri tíð hevur tað víst seg, at sjúklingahotellið í Keypmannahavn er ov lítið í mun til verandi tørv. Tað kemur við jøvnum millumbili fyri, at hotellið er fult, og neyðugt er at leiga hotellkømur í býnum. Hetta er ikki nøktandi fyri nakran, hvørki sjúklingar, avvarðandi ella sjúklingahotellið. Hóast hesar avbjóðingar, verður tað áhaldandi arbeitt við at gera umstøðurnar so góðar sum gjørligt. Millum annað kann nevnast, at tað nú eru tveir bussar, sum koyra sjúklingar og avvarðandi, sum ger flutningin bæði lættari og smidligari. Tað er staðfest, at tað ikki er møguligt at økja kapasitetin á sjúklingahotellinum ella í bygninginum, har sjúklingahotellið húsast í dag. Tí er Heilsumálaráðið, saman við Sjúkrahúsverkinum, farið undir at kanna, hvørjir møguleikar eru fyri at útvega sjúklingahotellinum í Keypmannahavn størri hølir, sum kunnu nøkta verandi og framtíðar tørvin. Til spurning 2 Eftir at hava fingið heimild frá landsstýrinum, hevur Heilsumálaráðið samskift við Transportministeriet, sum hevur víst á eitt møguligt grundøki tætt við Ríkissjúkrahúsið, sum kundi verið nýtt til sjúklingahotell. -- 1 of 2 -- Í samráð og við heimild frá Transportministeriet, hevur Heilsumálaráðið, saman við Sjúkrahúsverkinum og Fíggjarmálaráðnum, havt ein innleiðandi fund við Bygningsstyrelsen í síðstu viku. Á fundinum vórðu umrøddir møguleikar fyri ráðgeving og samstarvi í sambandi við útvegan av nýggjum sjúklingahotelli í Keypmannahavn. Heilsumálaráðið, 24. september 2025 Súsanna Bertholdsen landsstýriskvinna -- 2 of 2 --
016.25 Spm. til S. Bertholdsen frá B. S. Nielsen- Sjúklingahotellið í Keypmannahavn.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 12. sep. 2025
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Bárður á Steig Nielsen, løgtingsmaður Svarari: Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum Evni: Sjúklingahotellið í Keypmannahavn Spurningar: 1. Hvør er ætlanin hjá landsstýrinum við sjúklingahotellinum í Keypmannhavn? 2. Er landsstýrið sinnað at samstarva við donsku stjórnina um at víðka um sjúklingahotellið? Viðmerkingar: Sjúklingahotellið í Keypmannahavn hevur í longri tíð havt plássmangul, og trupult hevur verið at húsa teimum sjúklingum og avvarðandi, ið hava havt tørv á tí. Tí er ynskiligt at fáa upplýst, hvørja ætlan landsstýrið hevur at loysa hendan trupulleikan, og somuleiðis um landsstýrið er sinnað at samstarva vit donsku stjórnina um hetta málið. Á Løgtingi, 12. september 2025 Bárður á Steig Nielsen -- 1 of 1 --