← Løgtingsmál

52-015/2025

Gongubreytir og kantsteinar við Gøtugjógv

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 23. sep. 2025 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
015. 25 Svar frá J. Christiansen til H. Jensen - Gongubreytir og kantsteinar við Gøtugjógv.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 24. sep. 2025

Sjá útdrigin tekst
FISKIVINNU- OG SAMFERÐSLUMÁLARÁÐIÐ
M i n i s t r y o f F i s h e r i e s a n d I n f r a s t r u c t u r e
Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s
T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
23. september 2025
Mál: 25/24417
Tygara skriv: 52-015/2025
AE
Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-015/2025 frá Hannu Jensen, løgtingskvinnu, settur
landsstýrismanninum í fiskivinnu- og samferðslumálum, Jóhan Christiansen, um
gongubreytir og kantsteinar við Gøtugjógv
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu gongur at fyrireika arbeiðið at bøta gongubreytir og kantsteinar við Gøtugjógv?
2. Nær verður arbeiðið at bøta gongubreytir og kantsteinar við Gøtugjógv framt, og hvat ella
hvørji øki fevnir arbeiðið um?
3. Hvørjar aðrar ætlanir hevur landsstýrismaðurin, tá um samferðslumynstrið við Gøtugjógv
ræður, og ætlar hann at fáa játtan til vegar til fleiri átøk til batar fyri ábæru ferðsluna í
økinum á fíggjarlógini fyri 2026?
Svar til spurning 1 og 2
Tað er nógv og tung bilferðsla gjøgnum Gøtugjógv. Har koyra í miðal 6.000 bilar um døgnið, og
tað er nærum eingin skilnaður millum bilferðsluna og ábæru ferðsluna á staðnum. Millum annað er
dagstovnur og skúli omanfyri vegin, so ferðandi til gongu úr Norðragøtu og Syðrugøtu mugu fara
yvirum landsvegin fyri at koma til og frá skúla og dagstovni. Tað er ikki nøktandi.
Stórur tørvur er á at skipa ferðsluviðurskiftunum betri á staðnum, har trygdin verður sett fremst.
Tað vóru játtaðar 2,5 mió. kr. samanlagt í 2024 og 2025 til gongubreytir, kantsteinar og
ferðslutálmandi átøk við Gøtugjógv.
Í 2024 arbeiddi Landsverk fyrst saman við kommununi um at finna eina betri og tryggari loysn hjá
fólki at fara yvir um vegin. Arbeitt varð við at gera eina gongubrúgv (heingibrúgv) undir verandi
brúgv um Gøtugjógv. Hendan loysnin verður mett at vera væl betri og tryggari fyri ábæru
ferðsluna, tí ábæra ferðslan verður førd burtur frá vegnum. Hetta er serliga viðkomandi fyri
Gøtugjógv.
Komið varð ikki á mál við arbeiðinum, og tí varð farið aftur til upprunaligu verkætlanina, um at
betra gongubreytina og at seta kantsteinar upp millum vegin og gongubreytina. Arbeiðið bleiv
boðið út í 2024, men prísirnir, ið inn komu, vóru munandi hægri enn játtanin.
Ein tillaga verkætlan varð tí boðin út aftur í 2025. Sáttmáli er nú gjørdur við veitara, og arbeiðið
skal byrja í viku 39 í 2025 og verða liðugt í seinasta lagi í viku 45 í ár. Verkætlanin snýr seg um at

-- 1 of 2 --

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
2/2
dagføra gongubreytirnar, bæði í ovara og niðara borði, á vegastrekkinum frá á leið norðastu
húsunum við Gøtugjógv til á leið, har busssteðgiplássini eru niðanfyri skúlan.
Svar til spurning 3
Gøtudalstunnilin er partur av samferðsluætlanini.
Í 2019 vóru 2 mió. kr. játtaðar til at fyrireika verkætlanina at gera ein tunnil millum Gøtudal og
Skálabotn. Játtanin varð brúkt til at gera jarðfrøðiligar forkanningar og aðrar fyrireikingar, og
fyrireikingarnar komu væl áleiðis. Í ár eru 1 mió. kr. játtaðar til framhaldandi at fyrireika
Gøtudalstunnilin. Ein frágreiðing kemur um jarðfrøðiligu viðurskiftini í ár. Landsstýrismaðurin fer
at biðja Landsverk um tilmæli um, hvør tunnilsloysn er best.
Íløgukarmur landsins er avmarkaður, og bæði Tjørnuvíkartunnilin, brúgvin um Streymin, brúgvin
um Fjarðará í Skálafirði, og aðrar íløgur verða raðfestar fremri enn Gøtudalstunnilin. Eisini er
eftirsleipið stórt á landsvegakervinum, sum játtan má fáast til.
Gøtudalstunnilin er ein týðandi liður í útbyggingini av høvuðsvegakervinum, og er ein skilagóð
íløga. Vónandi ber til at fara undir at gera Gøtudalstunnilin innan rímiliga tíð, sum verður ein av
høvuðsfarleiðunum í Føroyum, samstundis sum ferðsluviðurskiftini við Gøtugjógv eisini høvdu
blivið nógv betrað.
Jóhan Christiansen
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
015. 25 Spm. til J. Christiansen frá H. Jensen - Gongubreytir og kantsteinar við Gøtugjógv.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 11. sep. 2025

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Hanna Jensen, løgtingskvinna
Svarari: Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum
Evni: Gongubreytir og kantsteinar við Gøtugjógv
Spurningar:
1. Hvussu gongur at fyrireika arbeiðið at bøta gongubreytir og kantsteinar við
Gøtugjógv?
2. Nær verður arbeiðið at bøta gongubreytir og kantsteinar við Gøtugjógv framt,
og hvat ella hvørji øki fevnir arbeiðið um?
3. Hvørjar aðrar ætlanir hevur landsstýrismaðurin, tá um samferðslumynstrið við
Gøtugjógv ræður, og ætlar hann at fáa játtan til vegar til fleiri átøk til batar fyri
ábæru ferðsluna í økinum á fíggjarlógini fyri 2026?
Viðmerkingar:
Ein verkætlan, sum hevur havt játtan á fíggjarlógini bæði í 2024 og í 2025, er enn ikki
framd, og tað er ein, sum á fíggjarlógini er at finna á løgujáttanini á konto 05.38.1.07
Nýggir landsvegir.Teksturin fyri tær játtaðu 2 mió kr. í fíggjarlógini fyri 2024 var:
“Asfaltering: Játtaðar verða 2 mió. kr. til at gera gongubreytir, kantsteinar og
ferðslutálmandi átøk við Gøtugjógv”.
Á fíggjarlógini fyri 2025 var játtanarteksturin til somu konto: “Játtaðar verða 500 tús
kr. til at fremja útbodnu verkætlanina gongubreytir og kantsteinar við Gøtugjógv.”
Hetta er tingsins vilji, og í fjør varð verkætlan bjóðað út, men tó ikki framd. Aftur í ár
hevur okkurt útbjóðingarvirksemi verið, men sum skilst hevur eingin maskina enn
verið at sæð í økinum, og nú er heystið aftur her.
Fyri vanlig fólk er tað ikki so lætt at skilja, at arbeiðið enn ikki er gjørt. Tørvurin á
ábótum er sera eyðsýndur fyri øll, sum ferðast ígjøgnum økið til gongu, á súkklu, við
vogni og í akfari. Hetta er ein farleið, har meira enn 6000 bilar koyra dagliga, og
ávirkar hetta tí ábæru ferðsluna nógv.
Nógv meira átti at verið játtað, so at fleiri av teimum góðu hugskotunum fyri
ferðsluna í økinum kunnu verða framd í verki. Eisini fleiri beinleiðis ferðslutálmandi
átøk. Men hesar 2,5 mió til at bøta gongubreytirnar og kantsteinarnar eru so til eitt
minstamark av viðlíkahaldi, sum undirritaða heldur eigur at vera gjørt alt fyri eitt, sum
liður í at skipa økið, meðan arbeitt vónandi verður víðari við samferðsluni í økinum.
Tí verða hesir spurningar settir.
Á Løgtingi, 10. september 2025
Hanna Jensen

-- 1 of 1 --