52-014/2025
Bygdaleiðir og túrar gjøgnum Eysturoyartunnilin
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 22. sep. 2025 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
014.25 Svar frá J. Christiansen til Ey. Samuelsen - Bygdaleiðir og túrar gjøgnum Eysturoyartunnilin.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 22. sep. 2025
Sjá útdrigin tekst
FISKIVINNU- OG SAMFERÐSLUMÁLARÁÐIÐ M i n i s t r y o f F i s h e r i e s a n d I n f r a s t r u c t u r e Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn 22. september 2025 Mál: 25/24217-2 (at tilskila í svari) Tygara skriv: 52-014/2025 Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-014/2025 frá Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinnu, settur landsstýrismanninum í fiskivinnu- og samferðslumálum, Jóhan Christiansen, um bygdaleiðir og túrar gjøgnum Eysturoyartunnilin Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Nær kunnu fólk í Norðoyggjum og Eysturoy vænta, at fleiri túrar til Havnar verða koyrdir gjøgnum Eysturoyartunnilin ? 2. Er nøkur loysn funnin á kostnaðinum fyri bussar hjá SSL at koyra gjøgnum Eysturoyartunnilin? Um nei, nær kann væntast ein loysn? 3. Hvussu langt er arbeiðið komið við at verkseta nýggju planleggingarskipanina? Svar til spurning 1, 2 og 3. Strandferðslan metir, at broytingarnar á leið 401 millum Klaksvík og Tórshavn verða klárar at seta í verk í seinasta lagi 1. desember 2025. Somuleiðis verður arbeitt við at gera tillagingar á øðrum leiðum, ið eru knýttar til millum annað leið 400 og 401, soleiðis at tænastan á hesum leiðum eisini gerst betri. Verandi prísir í Eysturoyar- og Sandoyartunlunum eru tó framvegis ein fíggjarlig avbjóðing fyri at gagnnýta tunlarnar til størri títtleika á eitt nú leið 401. Tí verður møguliga neyðugt at finna sparingar á øðrum leiðum fyri at fíggja eitt økt túratal gjøgnum eitt nú Eysturoyartunnilin. Nýggja planleggingarskipanin er nú komin so mikið áleiðis, at skipanin er at kalla klár at seta í verk, og til at nýta í dagligu umsitingini av bygdaleiðum. Planleggingarskipanin verður eitt týðandi amboð til at leggja til rættis dagføringar á verandi leiðum og í sambandi við komandi útbjóðing av bygdaleiðum. Jóhan Christiansen landsstýrismaður -- 1 of 1 --
014.25 Spm til J. Christiansen frá Ey. Samuelsen - Bygdaleiðir og túrar gjøgnum Eysturoyartunnilin.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 10. sep. 2025
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna Svarari: Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum Evni: Bygdaleiðir og túrar gjøgnum Eysturoyartunnilin Spurningar: 1. Nær kunnu fólk í Norðoyggjum og Eysturoy vænta, at fleiri túrar til Havnar verða koyrdir gjøgnum Eysturoyartunnilin ? 2. Er nøkur loysn funnin á kostnaðinum fyri bussar hjá SSL at koyra gjøgnum Eysturoyartunnilin? Um nei, nær kann væntast ein loysn? 3. Hvussu langt er arbeiðið komið við at verkseta nýggju planleggingarskipanina? Viðmerkingar: Norðoyingar og eysturoyingar, ið dagliga nýta bussleiðina hjá SSL til og frá arbeiði, hava í fleiri ár sóknast eftir, at fleiri túrar verða koyrdir gjøgnum tunnilin. Enn í dag eru fleiri túrar eftir Skálafjarðarleiðini og uttan um tunnilin til Havnar. Strandferðslan hevur ført fram, at fleiri forðingar eru, ið mugu loysast, áðrenn nakað hendir. Í svari til undirritaðu tann 14. apríl 2025 førdi SSL fram : “Tað verður arbeitt við at tillaga leið 401, og nakrar broytingar verða eftir ætlan gjørdar á rutuni millum Norðoyggjar og Suðurstreymoy, tá ið skúlarnir byrja aftur eftir summarfrítíðina.”(52- 096/2024) Nú eru vit í september mánaði, og enn er ferðaætlanin fyri leið 401 óbroytt. Sama er við leið 400. Tað hevur eisini verið ført fram, at ein avbjóðing er, at Bygdaleiðir mugu gjalda fult gjald fyri hvønn buss, ið koyrir gjøgnum Eysturoyartunnilin. Í apríl 2025 varð upplýst, at samskifti var við tunnilsfelagið um henda trupulleikan. Tí er tað áhugavert at frætta, um nøkur loysn er í eygsjón viðvíkjandi gjaldskipanini. Ein onnur fyritreyt fyri at gera størri broytingar hjá Bygdaleiðum er, sambært Strandferðsluni, at Strandferðslan fær sett nýggja planleggingarskipan í verk. Upplýst er áður, at hetta arbeiðið verður tikið uppaftur eftir páskafrítíðina, og tá ið skipanin er sett í gildi, verður tað munandi lættari at tillaga og broyta verandi ferðaætlanir. Í svari til §52 spurning 52-005/2025 upplýsir landsstýrismaðurin: at ein nýggj planleggingarskipan er í ferð við at verða tikin í nýtslu”. -- 1 of 2 -- Samanumtikið eru tað ábendingar um, at fleiri forðingar fyri at broyta ferðaætlan á leið 401 og leið 400, so brúkarin fær eina betri tænastu, eru beindar burtur. Fyri at fáa upplýst nær hesar broytingar verða settar í gildi verða hesir spurningar settir. Á Løgtingi, 10. september 2025 Eyðgunn Samuelsen -- 2 of 2 --