52-013/2025
Eftirlitsskipanin á suðuroyarleiðini
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 22. sep. 2025 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
013.25 Svar frá J. Christiansen til J. av Rana - Eftirlitsskipanin á suðuroyarleiðini.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 24. sep. 2025
Sjá útdrigin tekst
FISKIVINNU- OG SAMFERÐSLUMÁLARÁÐIÐ M i n i s t r y o f F i s h e r i e s a n d I n f r a s t r u c t u r e Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn 23. september 2025 Mál: 25/24210-3 (at tilskila í svari) Tygara skriv: 52-013/2025 Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-013/2025 frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í fiskivinnu- og samferðslumálum, Jóhan Christiansen, um bíleggingar- og eftirlitsskipanina á suðuroyarleiðini Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvussu nógv hevur nýggja bíleggingar- og eftirlitsskipanin á suðuroyarleiðini kostað tí almenna og Strandferðsluni higartil? 2. Hvussu nógv verður rindað fyri bíleggingar- og eftirlitsskipanina um mánaðin? 3. Hvussu mong starvsfólk eru dagliga knýtt at nýggju skipanini? 4. Eru útlit til, at kostnaðurin minkar, sum tíðin líður? 5. Er vissa fingin um, at ikki aðrar skilabetri, vitanargrundaðar, minni órógvandi og bíligari skipanir eru (eitt hugsað dømi er t.d. mynda- og videoskipanirnar, sum verða brúktar í gjaldstunlunum)? Svar til spurning 1 Bíleggingarskipanin: Kostnaðurin fyri menning av bíleggingarskipanini til suðuroyarleiðina og hinar oyggjaleiðirnar, sum Strandferðslan eigur og rekur, hevur verið hesin: • 2024: 519.950 kr. • 2025 (higartil): 333.000 kr. Samlaði kostnaðurin fyri menning av bíleggingarskipanini hevur sostatt verið 852.950 kr. Ferðslustýring (eftirlitsskipanin): Kostnaðurin fyri ferðslustýringina hevur higartil verið: • 2024 kr. 597.583 kr. • 2025 kr. 1.273.572 kr. -- 1 of 3 -- Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið 2/3 Bíleggingarskipanin hevur gjørt tað lættari hjá ferðafólki at ferðast við oyggjaleiðum. Nú slepst undan at standa í bíðirøðum í tímavís áðrenn fráferð, uttan at vita, um pláss er umborð, og hetta eru ferðafólk fegin um. Eisini eru ábendingar um, at fleiri útlendsk ferðafólk velja at ferðast við oyggjaleiðum, tí tey nú kunnu bíleggja sær pláss frammanundan. Harumframt hevur bíleggingarskipanin eisini gjørt tað munandi lættari hjá starvsfólkunum umborð á strandfaraskipunum at leggja arbeiðið til rættis, tí tey nú vita frammanundan, hvussu nógv akfør, ferðafólk og farmur er við á hvørjum túri. Við at kunna skipa farmin betri, er tað ikki longur tørvur á at leiga eykaskip sum Herjólf til farmaflutning um Suðuroyarfjørð. Hetta hevur í sjálvum sær givið eina munandi sparing fyri landskassan. Svar til spurning 2 Bíleggingarskipanin: Strandferðslan eigur bíleggingarskipanina, og servarar og dátabasi liggja á hýsingarumhvørvinum hjá Landsneti. Tí er kostnaðurin lutfalsliga lágur í mun til aðrar skipanir. • Umsiting og support: 7.000 kr. um mánaðin u/mvg. • Servari: Servaragjald hjá Landsneti er umleið 350 kr. um mánaðin u/mvg. • Dátabasi: Dátabasuhotell gjaldið hjá Landsneti er 795 kr. u/mvg og umfatar umsiting av dátubasuni til bíleggingarskipanina. • Samanlagt: Íalt er fasta gjaldið av bíleggingarskipanini 8.145 kr. u/mvg um mánaðin. Eftirlitsskipanin: Miðal kostnaður fyri vaktarhald á bæði Krambatanga og í Tórshavn hevur higartil í 2025 tilsamans verið 41.082 kr. pr. viku ella 181.938 kr. um mánaðin. Síðani 1. august hevur Strandferðslan yvirtikið eftirlitsarbeiðið við landgongdina á Smyrli. Orsakað av hesum og øðrum tillagingum, fer útreiðslan til eftirlit og ferðslustýring at lækka komandi tíðina. Svar til spurning 3 Eingi nýggj starvsfólk eru sett hjá Strandferðsluni í sambandi við nýggju bíleggingarskipanina og eftirlitsskipanina. Tey starvsfólk, sum áður tóku sær av sølu av ferðaseðlum kring landið, nýta nú nýggju skipanina sum ein natúrligan part av sínum vanligu arbeiðsuppgávum, so sum at skanna bíleggingar, selja ferðaseðlar og vegleiða ferðandi. Á suðuroyarleiðini er tó tann serliga støðan, at ein uttanhýsis veitari er knýttur at uppgávuni at stýra bilrøðunum. Talan er um 1-2 starvsfólk á farstøðini í Tórshavn, alt eftir hvønn túr talan er um, og 1-2 starvsfólk á Krambatanga, alt eftir hvønn túr talan er um. Svar til spurning 4 Kostnaðurin av eftirlitsskipanini er lækkaður, síðani skipanin varð sett í verk. -- 2 of 3 -- Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið 3/3 Tá ið bíleggingarskipanin fyri ferðandi til gongu varð sett í verk í vár, vórðu uttanhýsis starvsfólk nýtt til at stýra bilrøðunum og til at hava eftirlit við landgongdini. Tað vísti seg tó, at manningin umborð á Smyrli kundi yvirtaka uppgávuna við landgongdina sum ein part av sínum vanligu arbeiðsuppgávum. Tørvurin á uttanhýsis starvsfólkum til hesa uppgávu fall tí burtur, og hesin kostnaður er sostatt spardur burtur. Strandferðslan arbeiðir miðvíst við framhaldandi at finna tekniskar loysnir, sum kunnu minka um tørvin á starvsfólki til ferðslustýringina, uttan at hesar loysnir gerast ov kostnaðarmiklar. Svar til spurning 5 Verandi skipan verður mett at vera tann besta skipanin, tá hædd verður tikin fyri samlaða tørvinum hjá Strandferðsluni. Ein sjálvvirkin skipan kann ikki loysa uppgávuna hjá Strandferðsluni av hesum orsøkum: 1. Skráseting av ferðafólki: Í tunlum verður bert akfarið skrásett. Prísskipanin hjá Strandferðsluni er grundað á akfar við førara og gjald fyri hvørt eyka ferðafólk í akfarinum. 2. Avmarkað pláss og ferðslustýring: Plássið á havnarløgunum er minni enn kapasiteturin umborð, og tí er neyðugt við virknari ferðslustýring fyri at skipa bilrøðirnar. Hesa fysisku avbjóðing hevði ein sjálvvirkin skipan ikki kunnað loyst, og tí er manning á økinum framhaldandi neyðug til ávísar túrar. Tað er eisini vanligt, at manning og/ella onnur fólk hjálpa til á økinum. 3. Samskipan av farmi: Ein avgerandi partur av virkseminum á suðuroyarleiðini er farmaflutningur. Bíleggingarskipanin tryggjar, at plássið umborð verður nýtt á best møguligan hátt til bæði akfør og farm. Ein einføld videoskipan hevur ongar møguleikar at handfara hesa kompleksu uppgávu. Strandferðslan hevur kannað kostnaðin av sjálvvirknum check-in skipanum. Ein partvís sjálvvirkin loysn, sum kortini krevur manning, er mett at kosta áleið 3-4 milliónir krónur. Afturat hesum koma ókendir, men hægri kostnaðir fyri at samkoyra eina slíka skipan við verandi bíleggingarskipan hjá Strandferðsluni. Strandferðslan hyggur eftir møguleikum fyri eini partvíst sjálvvirknari skipan, sum møguliga kann lækka manningartørvin. Verandi skipan verður tó fyribils mett at vera ein munandi bíligari og meira smidlig loysn. Jóhan Christiansen landsstýrismaður -- 3 of 3 --
013.25 Spm. til J. Christiansen frá J. av Rana - Eftirlitsskipanin á suðuroyarleiðini.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 10. sep. 2025
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Jenis av Rana, løgtingsmaður Svarari: Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum Evni: Bíleggingar- og eftirlitsskipanin á suðuroyarleiðini Spurningar: 1. Hvussu nógv hevur nýggja bíleggingar- og eftirlitsskipanin á suðuroyarleiðini kostað tí almenna og Strandferðsluni higartil? 2. Hvussu nógv verður rindað fyri bíleggingar- og eftirlitsskipanina um mánaðin? 3. Hvussu mong starvsfólk eru dagliga knýtt at nýggju skipanini? 4. Eru útlit til, at kostnaðurin minkar, sum tíðin líður? 5. Er vissa fingin um, at ikki aðrar skilabetri, vitanargrundaðar, minni órógvandi og bíligari skipanir eru (eitt hugsað dømi er t.d. mynda- og videoskipanirnar, sum verða brúktar í gjaldstunlunum)? Viðmerkingar. Í júst hesum døgum, har orð (s)um sparingar, nýskipanir (reformar), haldføri, effektiviseringar, nýskipanarnevnd v.m. flúgva um oyru okkara, hevði verið áhugavert at frætt, um samband er millum teori og praksis á økinum. Er t.d. skil í tí “kontrollsystemi”, sum er sett í verk á suðuroyarleiðini, ella er talan um, sum mong vilja verða við, tað bera oyðsl. Á Løgtingi, 10. september 2025 Jenis av Rana -- 1 of 1 --