52-012/2025
Teistin og kalsoyarleiðin og nýggja bíleggingarskipanin hjá SSL
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 20. sep. 2025 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
012.25 Svar frá J. Christiansen til K. Hergeirsson - Teistin og kalsoyarleiðin og nýggja bíleggingarskipanin hjá SSL.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 23. sep. 2025
Sjá útdrigin tekst
FISKIVINNU- OG SAMFERÐSLUMÁLARÁÐIÐ M i n i s t r y o f F i s h e r i e s a n d I n f r a s t r u c t u r e Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn 22. september 2025 Mál: 25/24132-3 (at tilskila í svari) Tygara skriv: 52-012/2025 Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-012/2025 frá Karlot Hergeirsson, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í fiskivinnu- og samferðslumálum, Jóhan Christiansen, um Teistan og kalsoyarleiðina og nýggju bíleggingarskipanina hjá SSL Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Eru kalsoyingar tiknir uppá ráð í sambandi við ætlanirnar á kalsoyarleiðini? 2. Eru nólsoyingar tiknir uppá ráð í sambandi við ætlanirnar á kalsoyarleiðini? 3. Er støða tikin til, um Teistin fer norður á kalsoyarleiðina? 4. Um nei, nær verður støða so tikin? 5. Nær kunnu pendlarar vænta sær eina loysn í nýggju bíleggingarskipanini? Svar til spurning 1 Tá Sandoyartunnilin lat upp, og avgjørt varð, at Teistin ikki skuldi seljast, var hetta ein góður møguleiki at seta Teistan inn fyri 50 ára gamla Sam, sum hevur tænt fyri seg sum ferðafólkaskip á kalsoyarleiðini. Ístaðin fer Sam nú at virka sum eykaskip, avloysaraskip og farmaskip. Skipaflotin hjá Strandferðsluni skal dagførast. Tí er at fegnast um, at landsstýrið hevur gjørt av, at eitt nýtt skip til Kalsoynna skal prosjekterast, og sum nú er klárt at bjóða út. Ímeðan kalsoyarskipið er teknað, hava fundir verið við ein fylgibólk, har umboð fyri Kalsoynna hava luttikið, umframt umboð fyri manningarnar hjá Strandferðsluni, ið hava siglt á kaloysarleiðini í mong ár. Ein týðandi spurningur hevur verið, um nýggja skipið skal taka 20 bilar ella 12-13 bilar, sum Sam tekur í dag. Í samskiftinum í fylgibólkinum hava umboð fyri bæði oynna og verandi skip váttað, at tey taka undir við, at skipið tekur 20 bilar, tí tað er ov stuttskygt at byggja eitt skip, sum ikki tekur fleiri bilar enn Sam tekur í dag. Á eftirmetingarfundi við kalsoyingar eru staðbundnu nevndirnar kunnaðar um ætlanirnar og tekningarnar av skipinum. Strandferðslan hevur kunnað oyggjafólkið um, -- 1 of 2 -- Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið 2/2 at skuldi tað hent, at tað verða ov nógvir bilar, og at tað kemur at órógva virksemið í oynni, so ber til hjá Strandferðsluni at lækka talið av bilum í bíleggingarskipanini. Tað sama er í dag galdandi fyri Teistan. Svar til spurning 2. Tað er fyrst og fremst Strandferðslan, ið ger av, hvar skipini sigla. Hóast Strandferðslan sjálvandi í so stóran mun sum gjørligt leggur seg eftir at lurta eftir oyggjafólki og øðrum brúkarum, so eru nólsoyingar ikki tiknir upp á ráð í sambandi við ætlanirnar á kalsoyarleiðini. At tað er Teistin, og ikki Ternan, sum skal sigla á kalsoyarleiðini inntil nýggja skipið er bygt, er serliga tí Teistin hevur betri manøvrueginleikar enn Ternan. Hesum er tað munandi meira brúk fyri á Syðradali enn tað er í Nólsoy. Ternan hevur onkuntíð verið roynd á kalsoyarleiðini, og tað er greitt, at hon hóskar seg ikki serliga væl á hesi farleið. Harumframt er ferðafólkatalið á kalsoyarleiðini nýliga farið upp um ferðafólkatalið á nólsoyarleiðini. Í dag verða nærum tvífalt so nógv akfør flutt um Kalsoyarfjørð enn um Nólsoyarfjørð. Svar til spurning 3 og 4. Ja, avgerð er tikin um, at Teistin fer norður á kalsoyarleiðina. Hetta er eisini ein avgerð, sum Strandferðslan hevur kunnað um alment seinastu tvey árini. Ferjulegan á Syðradali er nýliga liðugt umbygd, so hon kann hýsa Teistanum og nýggja kalsoyarskipinum. Avtalað er við Klaksvíkar kommunu, at Teistin kann brúka Stóru/Longu kei vestanfyri, ímeðan umbyggingarnar av verandi hydraulisku rampuni verða gjørdar. Arbeiðið verður fyrireikað nú, soleiðis at Teistin kann fara norður á kalsoyarleiðina. Svar til spurning 5. Bíleggingarskipanin fyri ferðafólk var sett í verk 8. apríl í ár. Eitt av endamálunum er at kunna skilja ímillum fólk, sum eru búsitandi í Føroyum og fólk, sum ikki eru búsitandi í Føroyum. Hesa tíðina eru týðandi royndir gjørdar við bíleggingarskipanini, og tí ber nú til hjá Strandferðsluni at seta skipanir í verk, sum m.a. skulu gera tað lættari at ferðast hjá pendlarum, pensjónistum, bólkum og børnum. Loysnin fyri pendlarar er ment og verður í løtuni roynd innanhýsis á Strandferðsluni. Fyrst í oktober verður skipanin latin upp fyri útvaldum brúkarum at royna fyri at tryggja, at hon virkar til fulnar. Síðani verður væntandi latið upp fyri almenninginum í november. Jóhan Christiansen landsstýrismaður -- 2 of 2 --
012.25 Spm til J. Christiansen frá K. Hergeirsson - Teistin og kalsoyarleiðin og nýggja bíleggingarskipanin hjá SSL.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 9. sep. 2025
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Karlot Hergeirsson, løgtingsmaður Svarari: Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum Evni: Teistin og kalsoyarleiðin og nýggja bíleggingarskipanin hjá SSL Spurningar: 1. Eru kalsoyingar tiknir uppá ráð í sambandi við ætlanirnar á kalsoyarleiðini? 2. Eru nólsoyingar tiknir uppá ráð í sambandi við ætlanirnar á kalsoyarleiðini? 3. Er støða tikin til, um Teistin fer norður á kalsoyarleiðina? 4. Um nei, nær verður støða so tikin? 5. Nær kunnu pendlarar vænta sær eina loysn í nýggju bíleggingarskipanini? Viðmerkingar: Sum skilst so er eitt stórt ynski hjá leiðsluni í Strandfaraskipum Landsins at hava Sam tøkan til farmasigling allar 24 tímarnar, allar 365 dagar í árinum, og tí vil leiðslan í SSL seta Teistan inn á kalsoyarleiðina, so at Sam er altíð tøkur. Ígjøgnum miðlarnar frættist, at kalsoyingar ikki eru so glaðir fyri hetta, tí tað fer at skapa ferðsluruðuleika í Kalsoynni, og nólsoyingar eru aldeilis ikki glaðir fyri hetta, tí tað hevur stóra ávirkan á trivnaðin, rættvísi og rímiligheit hjá nólsoyingum. Um SSL flytur Teistan norður, so gerast fólk misnøgd. Eingin vinnari, bara taparar. Hinvegin, um SSL bíðar við at flyta runt uppá skipini, til tann nýggja ferjan er smíðað, so eru tey allarflestu nøgd. Nýggja bíleggingarskipanin hjá SSL er ikki serliga brúkaravinarlig hjá pendlarum. Nú er skjótt eitt hálvt ár síðani nýggja skipanin kom, og tá varð sagt, at arbeitt varð við eini loysn til pendlarar, soleiðis at tað var nemmari hjá teimum at brúka skipanina. Fyri at fáa greiðu á hesum viðurskiftum verða hesir fyrispurningar settir. Á Løgtingi, 9. september 2025 Karlot Hergeirsson -- 1 of 1 --