← Løgtingsmál

52-011/2025

Starvsfólk á barnaverndarstovnum í Føroyum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 19. sep. 2025 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
011.25 Svar frá D. N. Joensen til L. Weihe - Starvsfólk á barnaverndarstovnum í Føroyum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 22. sep. 2025

Sjá útdrigin tekst
B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð
J. H. Schrøtersgøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo
Løgtingið 19. september 2025
Tinghúsvegur 1-3 Mál: 22/22133-138
100 Tórshavn Viðgjørt: -
Svar
upp á
§ 52 a fyrispurning nr. 52-011/2025 frá Liljan Weihe, løgtingskvinnu, settur Djóna Nolsøe
Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum, um starvsfólk á
barnaverndarstovnum í Føroyum.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu stór hevur útskiftingin av starvsfólkum á barnaverndarstovnum undir
Almannaverkinum verið seinastu 5 árini?
2. Hvussu nógv eru og hava verið í føstum starvi í mun til tímalønt, og hvørja útbúgving
hava tey?
3. Hvussu ofta hava børn og ung, sum búgva ella hava búð á stovni, flutt addressu/r
seinastu 5 árini?
4. Hevur landsstýrismaðurin havt skipað eftirlit við, at tey børn og ungu, sum samfelagið
hevur umsorganaryvirtikið, hava nøktandi umstøður at trívast og mennast í?
Svar
Til 1: At arbeiða á barnaverndarstovni krevur serligar persónligar og fakligar førleikar. Ein sannroynd
er, at ikki øll starvsfólk trívast og halda til hesa uppgávu og ábyrgd, ið fylgir við arbeiðnum.
Í tíðarskeiðinum frá 1. januar 2022 til og við august 2025 eru 65 starvsfólk skrásett sum farin úr starvi.
Talan er um starvsfólk, sum hava sagt upp, tíðaravmarkaðar setanir sum enda, og í nøkrum førum
halda somu starvsfólk fram sum tímaløntir avloysarar. Í sama tíðarskeiði eru 79 starvsfólk byrjað í
starvi. Talan er um starvsfólk, sum verða sett í føst størv, tíðaravmarkaði størv og sum tímaløntir
avloysarar.
Til 2: Samanlagt 289 starvsfólk hava fingið løn í eindini Barnaverndarstovnar frá 1. januar 2022 til
og við august mánað 2025. 98 mánaðarlønt, 146 tímalønt og 45 starvsfólk hava hetta tíðarskeiðið
bæði fingið mánaðarløn og tímaløn. Talan er um nøkur tímalønt starvsfólk, sum eru sett í mánaðarlønt
størv, og nøkur mánaðarlønt, sum fara í tímalønt størv.
Av teimum 289 starvsfólkunum er ein eindarleiðari og 11 leiðarar. Størsti einstaki fakbólkurin er
námsfrøðingar (109 starvsfólk), síðani koma heilsurøktarar (18 starvsfólk), sosialráðgevar (17
starvsfólk) og sjúkrarøktarfrøðingar (14 starvsfólk).

-- 1 of 3 --

B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð
J. H. Schrøtersgøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo
2/3
Í august 2025 vóru 66 fastlønt starvsfólk og 34 tímalønt starvsfólk.
Til 3: Ein orsøk til flytingar á barnaverndastovnum er m.a. plásstrot. Tá fleiri børn verða innskrivað
enn pláss er fyri, hevur verið neyðugt at gera smærri fyriskipanir og stutttíðar leigumál fyri at kunna
rúma hesum børnum.
Neyðugt er at nýta stutttíðarleigumál inntil varandi fyriskipan er stovnað. Tó er ein varandi fyriskipan
ongantíð meira varandi enn so, at hon er tongd at talinum á børnum undir barnavernd og fíggjarligum
atlitum, ið ger, at talið av stovnum má tillagast talið av børnum.
Inn og útskriving á barnaverndarstovnum er tongt at talinum á umsorganaryvirtøkum hjá Føroya
Kærustovni. Almannaverkið hevur sostatt ikki ávirkan á, hvørji børn verða innskrivað, og nær tey
verða innskrivað. Tað kemur eisini fyri, at børn verða útskrivað fyri seinni at verða innskrivað aftur.
Eindin Barnaverndarstovnar hevur skipað seg soleiðis at sleppast kann undan óneyðugum flytingum.
Eindin er skipað við eini Móttøkudeild og Bú – og viðgerðarstovnum.
Børn sum verða innskrivað, verða innskrivað á Móttøkudeildina. Her verða avbjóðingar og tørvurin
hjá barninum útgreinað, og arbeitt verður í samstarvi við Barnaverndartænastuna, um hvør er besta
fyriskipan fyri barnið. Um barnið skal heimaftur, til fosturs ella um tað hevur tørv á langtíðar
sosialnámsfrøðiligari viðgerð. Er tørvur á langtíðar sosialnámsfrøðiligari viðgerð, flytur barnið tá frá
Móttøkudeildini á annan stovn í eindini Barnaverndarstovnar.
Seinastu árini hevur eindin skipað seg við ávísum málbólkum, sum er sjálvskaðan, rúsavbjóðingar,
útfarandi atferð og menningartarn. Orsakirnar eru m.a. at umganga, at børn flyta óneyðugt, soleiðis
at tey, tá tey blíva innskrivað, fara á tann stovn, sum veitir sosialnámsfrøðiliga viðgerð til tann
málbólkin, ið tey hoyra til.
Harvið sleppa vit undan at blanda børn í nevndu málbólkum saman við onnur børn, og starvsfólkini
verða førleikament innan hesar málbólkar.
Í tíðarskeiðinum frá januar 2021 til august 2025 hava íalt 87 børn búð soleiðis:
Tal Børn Tal Bústaðir
44 1
15 2
15 3
8 4
1 5
1 6
Í omanfyri nevndu tølum er fyrsta flytingin frá Móttøkudeildini á annan stovn í eindini
Barnaverndarstovnar ikki tald við. Skal henda flytingin við, so veksur talið av adressum við einum.

-- 2 of 3 --

B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð
J. H. Schrøtersgøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo
3/3
Til 4: Í Kunngerð um virksemi á samdøgursstovnum sambært § 33, stk. 1 í barnaverndarlógini,er
námsfrøðiligt eftirlit ásett í § 12:
Almannaverkið skipar fyri regluligum námsfrøðiligum eftirliti á samdøgursstovnum, sum eru settir á
stovn sambært løgtingslógini.
Seinasta námsfrøðiliga eftirlitið var í 2022 og verður væntandi aftur í 2025.
Vinarliga
Djóni Nolsøe Joensen
landsstýrismaður

-- 3 of 3 --
012.25 Spm. til D. N. Joensen frá L. Weihe - Starvsfólk á barnaverndarstovnum í Føroyum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 8. sep. 2025

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Liljan Weihe, løgtingskvinna
Svarari: Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum
Evni: Starvsfólk á barnaverndarstovnum í Føroyum
Spurningar:
1. Hvussu stór hevur útskiftingin av starvsfólkum á barnaverndarstovnum undir
Almannaverkinum verið seinastu 5 árini?
2. Hvussu nógv eru og hava verið í føstum starvi í mun til tímalønt, og hvørja
útbúgving hava tey?
3. Hvussu ofta hava børn og ung, sum búgva ella hava búð á stovni, flutt
addressu/r seinastu 5 árini?
4. Hevur landsstýrismaðurin havt skipað eftirlit við, at tey børn og ungu, sum
samfelagið hevur umsorganaryvirtikið, hava nøktandi umstøður at trívast og
mennast í?
Viðmerkingar:
Í nýggjastu frágreiðingini hjá Barnaverndarstovuni fáa vit at vita, at 31 børn og ung
búgva á barnavendarstovni. 28 av teimum eru á barnaverndarstovni í Føroyum, meðan
3 eru í Danmark. Hesin fyrispurningur snýr um tey børn og ungu, sum eru á stovni í
Føroyum.
Vit hava lítla og onga vitan um tær umstøður, vit bjóða børnum og ungum, sum eru
sett heiman á stovn. Tað vit tó síggja er, at tað ofta eru lýsingar eftir starvsfólki til
hesar stovnar. Tað ávirkar óivað gerandisdagin og trivnaðin hjá hesum børnum, at tey
ofta skulu fyrihalda seg til nýggj starvsfólk. Harafturat hevur Løgtingsins
umboðsmaður í 2023 víst á, at eftirlitið á barnaverndarøkinum als ikki er nøktandi.
Fyri eini tíð síðani fingu vit innlit í eitt mál um ein tannáring, sum hevði flutt frá
einum stovni til annan, og hetta hevði ógvuliga neiliga ávirkan á trivnaðin og
menningina hjá honum.
Samfelagið hevur eina heilt serliga skyldu í mun til tey børn og ungu, sum verða sett
heiman. Umráðandi er tí, at neyvt verður fylgt við at barnaverndartænastur,
barnaverndarstovan, fosturforeldur og barnaverndarstovnar liva upp til tær ásetingar
og ta ábyrgd, so at børnini og tey ungu hava best hugsandi umstøður at trívast og
mennast í.
Á Løgtingi, 8. september 2025
Liljan Weihe

-- 1 of 1 --