52-010/2025
Hvørja ávirkan veðurlagslógin hevur á landbúnaðin og privatu húsarhaldini
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 19. sep. 2025 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
011.25 Svar fra M. Stórá til E. M. Gunnleygsdóttur - Hvørja ávirkan veðurlagslógin hevur á landbúnaðin og privatu húsarhaldini.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 19. sep. 2025
Sjá útdrigin tekst
UMHVØRVISMÁLARÁÐIÐ Ministry of Environment Gongin 7 • FO-100 Tórshavn Tel. (+298) 35 87 00 • umhvorvi@umhvorvi.fo • www.umhvorvi.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3Postboks 208 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann 19. september 2025 J. nr.: 25/23941-2 Viðgjørt: Tygara skriv: Svar upp á fyrispurning nr. 52-010/2025 eftir § 52a í tingskipanini til Margit Stórá, landsstýriskvinnu, frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinnu, um hvørja ávirkan veðurlagslógin hevur á landbúnaðin og privatu húsarhaldini Spurningar: 1. Ætlar landsstýriskvinnan at leggja grøn gjøld á privatu húsarhaldini? 2. Ætlar landsstýriskvinnan at leggja grøn gjøld á landbúnaðin/bøndur? 3. Ætlar landsstýriskvinnan at leggja grøn gjøld á fiski- og alivinnuna? 4. Ætlar landsstýriskvinnan at leggja grøn gjøld á mjólkarvørur (t.d. MBM), bakivørur o.a.? 5. Um ja, er so ætlanin, at pengarnir, sum verða tiknir inn á henda hátt, skulu brúkast til at betra um haldførið hjá landskassanum? Svar til spurning 1, 2, 3 og 4: Fyrst kann minnast á, at galdandi orku- og veðurlagspolitikkur frá 2022 er samtyktur í Løgtinginum við 25 átøkum í virkisætlanini. Har sæst, at hóast avgjøld og afturberingarskipanir teljast millum átøkini, so eru enn bara avgjøld á F-gass løgd á vinnuna. Eisini varð serliga oljuavgjaldið hækkað eitt vet. Annars eru ongi onnur sonevnd grøn gjøld av týdningi fyri veðurlagspolitisku kósina løgd á privatu húsarhaldini, landbúnaðin, fiski- og alivinnuna ella á aðrar framleiðslu. Tvørturímóti eru grønar afturberingarskipanir til føroysk húsarhald, sum leggja um til hitapumpuskipan til bústaðir og til elrikin akfør. Tá tað er sagt, so er avgjaldspolitikkur og orku- og veðurlagspolitkkur nær tengd at hvør øðrum, og tí verður fyrr ella seinni neyðugt at taka støðu til hesar viðkomandi spurningarnar. Men veðurlagslógin er ikki staðið, har støða verður tikin til teir. Sambært uppskotinum til veðurlagslóg er støða ikki tikin til, júst hvørji átøk skulu setast í verk frameftir fyri at minka útlátið av vakstrarhúsgassi ella hvørji tiltøk skulu setast í verk fyri at brynja samfelagið til veðurlagsbroytingarnar. Tí er støða heldur ikki tikin til, hvørji gjøld og avgjøld skulu leggjast á frameftir ella hvørjar møguligar afturberingarskipanir eiga at verða gjørdar. Sambært uppskotinum til veðurlagslóg skulu virkisætlanir við tíðarfestum átøkum gerast fimta hvørt ár. Virkisætlanin skal líta 10 ár fram. Eisini skal eitt óheft Veðurlagsráð við serfrøðingum innan veðurlagsøkið tilnevnast at gera tilmæli til politisku skipanina um, hvørji átøk eiga at verða sett í verk og nær rætta løtan er til ávísu átøkini. Veðurlagsráðið skal eisini viga og meta um tey -- 1 of 2 -- UMHVØRVISMÁLARÁÐIÐ Ministry of Environment 2/2 átøk, ið longu eru sett í verk fyri at meta um, hvørt tey tæna endamálinum, sum upprunaliga ætlað. Veðurlagsráðið skal viðvirka til, at politiska skipanin fær uppskot og tilmæli á borðið, sum eru leys av partapolitiskum hugsjónum. Vónin er, at breiðar og haldbærar politiskar semjur kunnu spretta úr hesum uppskotum og tilmælum, so vegurin móti málinum gerast so slættur og lættur, sum til ber. Gjøld og avgjøld eru longu partur av samtyktu orku- og veðurlagspolitisku átøkunum. Gjøld og avgjøld eru týðandi politisk stýrisamboð, bæði tá gjøld og avgjøld verða brúkt, ella tá afturberingarskipanir ella avgjaldsfrítøkur verða brúktar til at stýra borgaranum móti ávísum valum ella at broyta atferð. Svar til spurning 5: Allar inntøkur frá gjøldum og avgjøldum, og eisini sonevndum “grønum gjøldum”, fara í landskassan. Skulu gjøld og avgjøld brúkast serstakt í orku- og veðurlagspolitikkinum, so má játtan útvegast á landsins fíggjarlóg árliga. Higartil hevur tað verið ein blanding av pískum og gularótum, sum hava verið brúkt á orku- og veðurlagsøkinum fyri at benda borgarum móti tí grøna ella elektrifiseraða valinum. Við afturbering av MVG verður eggjað til at skifta oljufýring út við hitapumpu, at velja elbil framum bensin og diesel og við størri avgjaldi á olju, verður eggjað til at brúka minni av olju. Soleiðis kemur peningur inn og út úr landskassanum. Um hesi gjøld skulu standa við í broyttum ella óbroyttum líki er upp til politiska samráðing. Sama kann sigast til spurningin, um hesi gjøld einans skulu setast í verk fyri at betra um haldførið hjá landskassanum. Mær vitandi er ongin yvirskipað støða tikin til tað enn, og ei heldur er nøkur breið ella full semja um tað. Sammeta vit okkum við grannalondini, so er vaksandi fokus á grønar puljur fyri at stimbra orkuskiftið í samfelagnum. Tí má støða javnan takast til spurningin um, hvørji gjøld og hvørjar afturberingar skulu bera orkuskiftið í samfelagnum. Tað hevur týdning, at gjøld og avgjøld ikki raka skeivt, men heldur tryggja, at øll kunnu koma við í orkuskiftið. Skipanir mugu verða samhaldsfastar og lagaligar, so fíggjarligu byrðarnar verða lagdar á eftir førimuni. Tí verður eisini neyðugt at menna fíggjarlig stýrisamboð, sum tryggja øllum javnbjóðis atgongd at koma við í grøna orkuskiftið. Hetta verður avgerandi fyri at røkka langtíðarmáli Føroya um netto null útlát av vakstrarhúsgassi í 2050, soleiðis sum skotið er upp í uppskotinum til veðurlagslóg. Margit Stórá, landsstýriskvinna -- 2 of 2 --
011.25 Spm. til M. Stórá frá E. M. Gunnleygsdóttur - Hvørja ávirkan veðurlagslógin hevur á landbúnaðin og privatu húsarhaldini.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 8. sep. 2025
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í umhvørvismálum Evni: Hvørja ávirkan fer veðurlagslógin at hava á landbúnaðin og privatu húsarhaldini Spurningar: 1. Ætlar landsstýriskvinnan at leggja grøn gjøld á privatu húsarhaldini? 2. Ætlar landsstýriskvinnan at leggja grøn gjøld á landbúnaðin/bøndur? 3. Ætlar landsstýriskvinnan at leggja grøn gjøld á fiski- og alivinnuna? 4. Ætlar landsstýriskvinnan at leggja grøn gjøld á mjólkarvørur (t.d. MBM), bakivørur o.a.? 5. Um ja, er so ætlanin, at pengarnir, sum verða tiknir inn á henda hátt, skulu brúkast til at betra um haldførið hjá landskassanum? Viðmerkingar: Í samband við, at landsstýriskvinnan hevur boðað frá, at hon ætlar at leggja eina nýggja veðurlagslóg niðan í Løgtingið, er tað viðkomandi at fáa at vita, um samgongan er á veg við enn fleiri avgjøldum til vinnuna og fólkið sum heild. Fólkið eigur at fáa at vita, hvørja ávirkan á teirra dagligdag ein ætlað veðurlagslóg fer at fáa. Endamálið við veðurlagslógini er at minka um CO2 útlátið. Aðrastaðni hevur ætlanin verið at gjørt slíkt við grønum gjøldum, sum verða løgd á ídnaðin og landbúnaðin. Tann føroyski landbúnaðurin, sum fær lítlan og ongan studning, kappast við landbúnaðarvørur úr ES, sum eru munandi meira stuðlaðar. Tí tolir tann føroyski landbúnaðurin als ikki nøkur gjøld yvirhøvur. Viðvíkjandi framleiðsluídnaðinum er rættiliga eyðsæð, at tað bara er fiski- og alivinnan farast kann eftir. Grøn gjøld har fara at versna munandi um kappingarførið. Síðan eru tað húsarhaldini, sum standa fyri skotum. BK 17 hevur longu gjørt tað munandi dýrari at byggja, og fyrrverandi landsstýriskvinnan gjørdi tað ikki lættari fíggjarliga hjá húsarhaldinum, við at tvinga fólk yvir á jarðhita, fjarhita ella hitapumpur. Tí er eisini relevant at fáa at vita, hvørt fleiri grøn gjøld skulu leggjast á tey privatu húsarhaldini. Vit hoyra dag og dagliga, hvussu stórar avbjóðingar samgongan hevur við at fáa landskassan at javnviga, og hava tey lagt nógv gjøld á fólkið og vinnuna fyri at røkka hesum máli. Og so er spurningurin, um landsstýriskvinnan ætlar, at pengarnir, sum møguliga verða fingnir inn á henda hátt, skulu brúkast til at betra um haldførið hjá landskassanum. -- 1 of 2 -- Á Løgtingi, 8. September 2025 Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur -- 2 of 2 --