← Løgtingsmál

52-009/2025

Hvørja ávirkan veðurlagslógin hevur fyri komandi oljuleiting og húsarhaldini í Føroyum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 19. sep. 2025 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
009.25 Svar frá M. Stórá til E. M. Gunnleygsdóttur - Hvat ávirkan Veðurlagslógin hevur fyri komandi oljuleiting og húsarhaldini í Føroyum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 19. sep. 2025

Sjá útdrigin tekst
UMHVØRVISMÁLARÁÐIÐ
Ministry of Environment
Gongin 7 • FO-100 Tórshavn
Tel. (+298) 35 87 00 • umhvorvi@umhvorvi.fo • www.umhvorvi.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann 19. september
2025
J. nr.: 25/23940-2
Viðgjørt:
Tygara skriv:
Svar upp á fyrispurning nr. 52-009/2025 sambært § 52a í tingskipanini til Margit Stórá,
landsstýriskvinnu, frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinnu, um hvørja
ávirkan veðurlagslógin hevur fyri komandi oljuleiting og húsarhaldini í Føroyum
Spurningar:
1. Verða forðingar gjørdar fyri framtíðar oljuleiting í Føroyum við veðurlagslógini?
2. Kann tað væntast, at kostnaðurin fyri el verður dýrari við veðurlagslógini?
3. Ætlar landsstýriskvinnan at binda komandi Løgting við nýggju veðurlagslógini, soleiðis,
at sjálvt um veljarin í ár 2030 ella 2040 ikki vil fylgja málum, sum landsstýriskvinnan
fremur nú í 2025, at komandi ættarlið verður bundið niður við komandi veðurlagslóg?
Svar til spurning 1:
Nýtslan av fossilum brennievni er ein høvuðsorsøk til veðurlagskreppuna. Og skulu heimsins
tjóðir forða fyri ógvusligu avleiðingunum av veðurlagsbroytingum, er alneyðugt at avmarka
nýtsluna av fossilum brennievnum skjótast gjørligt.
Uppskotið til veðurlagslóg hevur tó ongar ásetingar um oljuleiting ella avgjøld til vinnuna ella
fólkið sum heild. Í sjálvum sær leggur uppskotið til veðurlagslóg ikki forðingar fyri framtíðar
oljuleiting í Føroyum. Lógin ásetur langtíðarmál um netto null útlát í 2050. Hetta merkir, at
føroyska útlátið av vakstrarhúsgassi í 2050 ikki skal vera størri enn upptøkan ella bindingin av
vakstrarhúsgassi í lendi og vøkstri og møguliga goymslu av vakstrarhúsgassi.
Vátlendi binda natúrliga nógv CO2 og tí er týðandi at verja vátlendi runt um í landinum. Eisini er
tøkni longu ment at fanga og goyma CO2. Higartil eru tað serliga oljuvinnan og tungur
framleiðsluídnaður, sum hava ment og brúka hesa kostnaðartungu tøkni, tí tað er hjá hesum
vinnum, at orkuskiftið er trupult at fremja.
Sum flestum kunnugt arbeiðir Jarðfeingi við einari royndarverkætlan, har kannað verður, hvussu
basaltfláirnar kunnu brúkast sum goymslugrýti til CO2. Í stuttum snýr tað seg um at pumpa CO2
niður í basaltfláirnar, har vatn og salt í fláunum eru við til at fremja eina rættiliga skjóta
mineralisering, har CO2 verður gjørt um til tinnur. Hetta forðar fyri, at CO2 setur upp í lofthavi.

-- 1 of 2 --

UMHVØRVISMÁLARÁÐIÐ
Ministry of Environment
2/2
Longu nú eru fleiri vinnur, granskingarstovnar og lond, sum brúka milliónir av krónum at menna
CO2-goymslur í undirgrundini, so oljuvinnan og onnur kunnu minka CO2-útlátið, fyri at hesi
lond kunnu minka um teirra útlát av vakstrarhúsgassi.
Svar til spurning 2:
Roknast kann ikki við, at kostnaðurin av el verður dýrari við veðurlagslógini, hóast kravið um at
minka útlátið eisini rakar SEV og allar orkuveitarar. Í Føroyum hava vit higartil verið í tí hepnu
støðu, at varandi orkukeldurnar hava verið kappingarførar við oljuna í elskipanini. Men
elframleiðslan stendur einans fyri umleið 13 % av samlaða føroyska útlátinum, og skulu vit flyta
okkum burtur frá dálkandi fossilum brennievnum, so er tørvur á, at elframleiðslan økist munandi,
og at allir samfelagsgeirar leggja um frá fossilum brennievnum til orku úr varandi orkukeldum.
Orkuskiftið stendur fyri stavn og vit koma ikki uttanum tað.
Svar til spurning 3:
Stutta svarið er nei. Løgtingið er lóggávuvald og kann samtykkja og avtaka løgtingslógir.
Og tað er neyvan beinrakið at siga, at “komandi ættarlið verður bundið niður við komandi
veðurlagslóg”. Um hugt verður í hoyringarsvarini frá 2022, tá uppskotið til galdandi orku- og
veðurlagspolitkk varð lagt fyri Løgtingið, so vóru mong, eisini ung, ið hildu, at málið um
minking í útlátinum varð sett ov lágt og at átøkini vóru ov lítið ambitiøs. Flestu kanningar vísa
eisini, at ungu ættarliðini eru munandi meira ambitiøs í mun til átøk á veðurlagsøkinum. Kortini
varð politikkurin samtyktur av Løgtinginum. Sambært uppskotnu átøkunum eru fleiri enn
helmingurin framd í verki. Sambært árligu uppgerðini yvir útlátið av vakstrarhúsgassi 2024 letur
tað til, at føroyska útlátið av vakstrarhúsgassi er hildið uppat at vaksa. Vónandi fer minkingin at
standa við.
Uppskot til veðurlagslóg er ætlað sum nýggjur karmur og politiskt stýrisamboð at implementera
Veðurlagssáttmálan og Parísavtaluna og mál Føroya at røkka netto null útláti í 2050. Longu fyrst
í 1990’unum samtykti Løgtingið Veðurlagssáttmálan og í 2016 tók landsstýrið undir við
Parísavtaluni.
Í eini veðurlagslóg skulu vit tora at seta okkum stór mál og vit skulu tora at gera tey bindandi.
Hetta vísir, at vit meina tað, tá vit tosa um burðardygd og framtíðartrygd.
Ynskja Løgtingið og veljarin í framtíðini eina aðra rættarstøðu, ja so ber Løgtinginum til at
broyta og avtaka verandi løgtingssamtyktir og at broyta og strika verandi løgtingslógir, og tað er
eisini galdandi fyri eina komandi veðurlagslóg.
Vinalig heilsan,
Margit Stórá
landsstýriskvinna

-- 2 of 2 --
009.25 Spm. til M. Stórá frá E. M. Gunnleygsdóttur - Hvat ávirkan Veðurlagslógin hevur fyri komandi oljuleiting og húsarhaldini í Føroyum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 8. sep. 2025

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna
Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í umhvørvismálum
Evni: Hvørja ávirkan veðurlagslógin hevur fyri komandi oljuleiting og húsarhaldini í
Føroyum.
Spurningar:
1. Verða forðingar gjørdar fyri framtíðar oljuleiting í Føroyum við
veðurlagslógini?
2. Kann tað væntast, at kostnaðurin fyri el verður dýrari við veðurlagslógini?
3. Ætlar landsstýriskvinnan at binda komandi Løgting við nýggju
veðurlagslógini, soleiðis, at sjálvt um veljarin í ár 2030 ella 2040 ikki vil
fylgja málum, sum landsstýriskvinnan fremur nú í 2025, at komandi ættarlið
verður bundið niður við komandi veðurlagslóg?
Viðmerkingar:
Landsstýriskvinnan hevur boðað frá, at hon ætlar at leggja eina nýggja veðurlagslóg
niðan í Løgtingið, og tí er tað viðkomandi at fáa at vita, um samgongan ætlar at leggja
enn fleiri avgjøld á privatu húsarhaldini. Eisini er vert at fáa at vita, um hon ætlar at
leggja forðingar og fleiri gjøld á komandi oljuleiting/vinnu í føroyskum øki.
Tað, sum hendir í heiminum í dag, er ikki eitt grønt orkuskifti. Tað er eitt grønt
orkuuppískoyti. Nýtslan av fossilum orkukeldum veksur enn, og væntast ikki at minka
fyrr enn aftaná 2030. Hetta hóast at grøn orka, sum gott er, veksur ár fyri ár.
Vanligi føroyingurin er hart sperdur fíggjarliga. Spurningurin er, um hann tolir fleiri
skattir og avgjøld. Spurningurin er eisini, um t.d. el verður dýrari við veðurlagslógini.
Vit nýta enn nógva olju, og tað fara vit at gera í mong ár afturat. Hetta má ásannast,
hóast tað ber til at minka um nýtsluna sum frálíður. At koma niður á null ber tó
væntandi ikki til í mong ár frameftir.
Spurningurin er, um ein veðurlagslóg gerst ein forðing fyri framtíðar oljuleiting í
Føroyum. Vit noyðast undir øllum umstøðum at innflyta olju í mong ár afturat. Og tá
er meira skynsamt í allar mátar - eisini umhvørvisliga - at framleiða hana her, um tað
ber til.
Á Løgtingi, 5. september 2025
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

-- 1 of 1 --