← Løgtingsmál

52-008/2025

Galaxy sum avloysaraskip fyri Smyril

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 15. sep. 2025 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
008.25 Svar frá J. Christiansen til H. J. Thomsen - Galaxy sum avloysaraskip fyri Smyril.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 16. sep. 2025

Sjá útdrigin tekst
FISKIVINNU- OG SAMFERÐSLUMÁLARÁÐIÐ
M i n i s t r y o f F i s h e r i e s a n d I n f r a s t r u c t u r e
Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s
T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
15. september 2025
Mál: 25/23487-2
Tygara skriv: 52-008/2025
Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-008/2025 frá Hans Jacob Thomsen,
løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í fiskivinnu- og samferðslumálum,
Jóhan Christiansen, um Galaxy sum avloysaraskip fyri Smyril
Fyrispurningurin er soljóðandi
1. Hvat er kostnaðurin hjá Strandfaraskipum Landsins at leiga ferjuna Galaxy?
2. Nær varð sáttmáli undirskrivaður við felagið, sum eigur ferjuna Galaxy?
3. Vóru aðrar ferjur, ið lúka krøvini til at avloysa Smyril, tøkar at leiga?
Hans Jacob Thomsen, viðmerkingar
Ferðasambandið til Suðuroynna er ikki nøktandi, nú Smyril er í dokk, og Galaxy røkir
suðuroyarleiðina. T.d. er talið av ferðafólki avmarkað, og tað viðførir stórar
avbjóðingar, ikki bara fyri suðuroyingar, men fyri øll, ið hava tørv á at brúka leiðina.
Tað er ongin loyna, at fólk eru ónøgd, og seta spurningar við, hvussu vit aftur nú eru
endað við einari loysn, ið ikki er nøktandi.
Fólk seta spurnartekin við, um tað kann vera rætt, at ongin onnur ferja, ið kann røkja
leiðina nøktandi, er at finna nakrastaðni, um SSL hevur brúkt nóg nógva orku til at
finna rætta avloysaraskipið, og um tað í veruleikanum er ein spurningur um fíggjarliga
raðfesting.
Fyri at fáa greiði á støðuni verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum.
Svar til spurning 1
Leigusáttmálin er gjørdur fyri í fyrstu atløgu 8 vikur, men við møguleika fyri at leingja
við 2 vikum - til 10 vikur. Samlaði leigukostnaðurin fyri Galaxy er 21 mió. kr., um talan
er um 8 vikur og 25 mió. kr., um talan er um 10 vikur.

-- 1 of 2 --

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
2/2
Sjálv leigan fyri 8 vikur er 12,6 mió. kr. umframt 5,25 mió. kr. fyri klárgering og
avrigging og 3,15 mió. kr. í lønarútreiðslum til útlendsku manningina. Íalt 21 mió. kr.
Verður leigutíðarskeiðið 10 vikur, er sjálv leigan 15,75 mió. kr., klárgering og avrigging
er 5,25 mió. kr., og lønarútreiðslur til útlendsku manningina 3-4 mió. kr. Íalt 25 mió. kr.
Manningin hjá reiðarínum hjá M/V Galaxy skuldi, sbrt. avgerð hjá Útlendingastovuni,
vera fevnd av føroyskum lønar- og setanartreytum.
Svar til spurning 2
Leigusáttmálin fyri Galaxy varð undirskrivaður 30. mars 2025.
Svar til spurning 3
Strandferðslan kannaði í longri tíð, umvegis tríggjar føroyskar skipsmeklarar,
marknaðin fyri leiguferjur til ta avmarkaða tíðarskeiðið, ið Smyril er í dokk.
Eins og øll undanfarin ár, tá nýggi Smyril hevur verið í dokk, er tað so at siga ógjørligt
at finna eina ferju í eitt so avmarkað tíðarskeið, ið nøkulunda nøktar tørvin á
suðuroyarleiðini. Eisini hóast tíðarskeiðið hesaferð var nakrar vikur longur enn vanligt,
tí at talan er um 20 ára klassing, og stórarbeiði skulu gerast.
Arbeitt varð út frá eini 15 ymiskum møguligum ferjum, sum tó antin vóru ov langar, ikki
kláraðu nóg væl alduhæddina ella ikki vóru tøkar ta tíðarskeiðið, ið Smyril er í dokk.
Við ferjuni Ben-My-Chree av Isle of Man, sum Strandferðslan var og hugdi nærri at í
desember í fjør, hevði Strandferðslan ta fatan og vón, at møguleiki var fyri at gera eina
leiguavtalu, men eigarin valdi tíverri eina aðra loysn.
Í apríl í fjør mælti Strandferðslan landsstýrinum til at fara í keypssamráðingar við
eigararnar av ferjuni Volcan de Taburiente, heimahoyrandi á Gran Kanaria, sum var á
stødd við Smyril og um sama aldur.
Hugsanin við slíkari eykaferju var, at um Smyril fekk eitt álvarsligt brek, so var altíð ein
eykaferja tøk. Ferjan hevði so eisini kunnað virkað sum avloysaraferja, meðan Smyril
er í dokk.
Strandferðslan metti tá samlaða útveganarkostnaðin til umleið 250 mió. kr.
Harumframt eru rakstrarútreiðslur, viðlíkahaldsútreiðslur og annað.
Jóhan Christiansen
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
008.25 Spm. til J. Christiansen frá H. J. Thomsen - Galaxy sum avloysaraskip fyri Smyril.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 3. sep. 2025

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Hans Jacob Thomsen løgtingsmaður
Svarari: Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum
Evni: Galaxy sum avloysaraskip fyri Smyril
Spurningar:
1. Hvat er kostnaðurin hjá Strandfaraskipum Landsins at leiga ferjuna Galaxy?
2. Nær varð sáttmáli undirskrivaður við felagið, sum eigur ferjuna Galaxy?
3. Vóru aðrar ferjur, ið lúka krøvini til at avloysa Smyril, tøkar at leiga?
Viðmerkingar:
Ferðasambandið til Suðuroynna er ikki nøktandi, nú Smyril er í dokk, og Galaxy røkir
suðuroyarleiðina.
T.d. er talið av ferðafólki avmarkað, og tað viðførir stórar avbjóðingar, ikki bara fyri
suðuroyingar, men fyri øll, ið hava tørv á at brúka leiðina.
Tað er ongin loyna, at fólk eru ónøgd, og seta spurningar við, hvussu vit aftur nú eru
endað við einari loysn, ið ikki er nøktandi.
Fólk seta spurnartekin við, um tað kann vera rætt, at ongin onnur ferja, ið kann røkja
leiðina nøktandi, er at finna nakrastaðni, um SSL hevur brúkt nóg nógva orku til at
finna rætta avloysaraskipið, og um tað í veruleikanum er ein spurningur um
fíggjarliga raðfesting.
Fyri at fáa greiði á støðuni verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum.
Á Løgtingi, 3. septembur 2025
Hans Jacob Thomsen

-- 1 of 1 --