← Løgtingsmál

52-007/2025

Kostnaður av arbeiðs- og uppihaldsloyvum og familjusamanføring

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 10. sep. 2025 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
007.25 Svar frá R. Vang til Ey. H. Niclasen - Kostnaður av arbeiðs- og uppihaldsloyvum og familjusamanføring.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 10. sep. 2025

Sjá útdrigin tekst
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 10. september 2025
J. nr.: 25/23174
Viðgjørt: DH
Svar uppá fyrispurning nr. 52-007/2025 frá Eyðdis Hartmann Niclasen,
løgtingskvinnu, settur Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, um
kostnaðin av arbeiðs- og uppihaldsloyvum og familjusamanføring.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvørjar útreiðslur hevur tað almenna av at umsita skipanina við arbeiðs- og
uppihaldsloyvum, undir hesum til starvsfólk, KT-skipanir og arbeiðið við
afturferðarloyvum?
2. Hvørjar útreiðslur hava land og kommunur av familjusamanføring hjá útlendskari
arbeiðsmegi, eitt nú til dagstovnar, skúlar, heilsuverk, integratión og
barnaverndartænastur?
3. Er nøkur samlað meting gjørd av netto-íkastinum fyri samfelagið, tá bæði inntøkur og
útreiðslur verða roknaðar saman, og í so fall, hvat vísir tann metingin?
Svar til fyrispurning nr. 1
Føroyskir myndugleikar yvirtóku tann 1. september 2024 málsviðgerðina av
arbeiðsloyvum, afturferðarloyvum og familjusamanføringum. Útlendingastovan
umsitur útlendingamál og játtanin er 10,1 mió. kr. fyri 2025. Í fíggjarlógini fyri 2025
sæst hvat játtanin verður brúkt til og hvussu nógv starvsfólk eru. Útlendingastovan
upplýsir, at tey brúka áleið eitt ársverk til viðgerð av afturferðaloyvum.
Svar til fyrispurning nr. 2 og 3
Tað er greitt, at útlendsk arbeiðsmegi og familjusamanføring hava bæði fíggjarligar og
umsitingarligar avleiðingar fyri land og kommunur. Ongar samlaðar metingar eru
gjørdar av hvørki kostnaði ella inntøkum frá hesum persónum. Tí eru fyribils metingar
bygdar á danskar greiningar og yvirskipaði hagtøl.
Hagstovan hevur eitt ynski um at knýta dáturnar hjá Útlendingastovuni í
hagtalsgrunnin. Hetta hevur víst seg at vera trupult og tí fer tað at vera tikið upp ímillum
Fíggjarmálaráðið og Løgmálaráðið, soleiðis at tað frameftir ber til at gera góðar
greiningar av øllum útlendingaøkinum.

-- 1 of 2 --

Danskar greiningar vísa, at útlendsk arbeiðsmegi sum heild er eitt positivt íkast til
danska almenna búskapin. Tað veldst tó í stóran mun um hvør arbeiðsmegin er, hvussu
hon er komin til landið og hvørji krøv tað almenna setir. Er talan um fólk, sum koma í
styttri tíðarskeið ella fólk sum vera verandi? Taka tey familjuna við ella ikki, eru tey
komin fyri at arbeiða, lesa ella er talan um flóttafólk?
Tá Fast Track skipanin í farna valskeiði var sett í verk, vóru eingi krøv sett til
samfylgjandi familju.
Bjarni Kárason Petersen hevur broytt kunngerðina, um atgongd hjá útlendingum til
Føroya, so at fólk við arbeiðsloyvi skulu hava ávísa inntøku, áðrenn tey kunnu taka
familjuna við til Føroya. Hetta hevur minka talið av samfylgjandi familjum við eini
helvt.
Í nýggjastu frágreiðingini frá Búskaparráðnum sæst, at útlendingar nú eru 9% av
samlaðu starvsfólkatalinum. T.d. sæst at útlendingar fylla støðugt meira av fiski- og
framleiðsluvinnuni. Ført hevur verið fram, at fiskavirkisskipanin virkar sum
vinnustuðul og fastheldur arbeiðsmegi í vinnu, sum liggur still, meðan stórur tørvur er
á arbeiðsmegi aðrastaðni í búskapinum. Tølini fyri útlendska arbeiðsmegi benda á, at
útlendska arbeiðsmegin nú savnast um hesar vinnu og sambært ársfrágreiðingini fyri
2023 frá ALS eru útlendingar ein vaksandi partur av fiskavirkisskipanini.
Tað gevur lítla meining, at Føroyar innflyta arbeiðsmegi, sum verður alment stuðla til
ikki at arbeiða.
Skal Føroyar mennast sum eitt land er neyðugt at tilflytingin gevur eitt týðandi ískoyti
til føroyska samfelagið.
Til tað krevst ikki bara góð integratión og almenn fyrisiting sum kann taka ímóti. Tað
krevur eisini, at vit tora at seta krøv til tey sum koma og at vit ikki hava skeiklandi
skipanir, sum eggja til ein óeffektivan vinnubygnað. M.a. tí haldi eg, at vit eiga hyggja
eftir, um tað gevur meining við eini fiskavirkisskipan frameftir.
Tinganes, 10. september 2025
Ruth Vang
Landsstýriskvinna í fíggjarmálum

-- 2 of 2 --
007.25 Spm. til R. Vang frá Ey. H. Niclasen - Kostnaður av arbeiðs- og uppihaldsloyvum og familjusamanføring.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 29. aug. 2025

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Eyðdis Hartmann Niclasen, løgtingskvinna
Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Evni: Kostnaður av arbeiðs- og uppihaldsloyvum og familjusamanføring
Spurningar:
1. Hvørjar útreiðslur hevur tað almenna av at umsita skipanina við arbeiðs- og
uppihaldsloyvum, undir hesum til starvsfólk, KT-skipanir og arbeiðið við
afturferðarloyvum?
2. Hvørjar útreiðslur hava land og kommunur av familjusamanføring hjá
útlendskari arbeiðsmegi, eitt nú til dagstovnar, skúlar, heilsuverk, integratión
og barnaverndartænastur?
3. Er nøkur samlað meting gjørd av netto-íkastinum fyri samfelagið, tá bæði
inntøkur og útreiðslur verða roknaðar saman, og í so fall, hvat vísir tann
metingin?
Viðmerkingar:
Víst verður mangan á, hvønn týdning útlendsk arbeiðsmegi hevur fyri føroyska
búskapin og BTÚ, meðan minni verður kannað ella greitt frá um tær útreiðslur, sum
fylgja við.
Vit vita, at drúgvar málsviðgerðartíðir hava víst, at Útlendingastovan hevur brúk fyri
fleiri starvsfólkum og nýggjum KT-skipanum. Eisini hevur trupulleikin við
uppihaldskortum longu kravt eyka arbeiðsorku og kostnað. Hetta merkir, at tað eru
størri útreiðslur hjá almennu kassunum.
Harumframt hevur familjusamanføring við sær útreiðslur hjá bæði landi og
kommunum í samband við integratión á dagstovnum, skúlum og hjá heilsuverkinum,
umframt at útreiðslurnar á barnaverndarøkinum eru hækkaðar munandi frá 2023 til
2024. Í Danmark vísa greiningar, at innflutt arbeiðsmegi gevur eitt positivt íkast,
meðan familjusamanføringar, tíverri, draga niður.
Tí er tað týdningarmikið at fáa greiðu á, hvørjar útreiðslur Føroyar hava á hesum
økinum, og um nøkur samlað búskaparlig meting er gjørd, tá bæði inntøkur og
útreiðslur verða tiknar við.
Á Løgtingi, 29. august 2025
Eyðdis Hartmann Niclasen

-- 1 of 1 --