← Løgtingsmál

52-006/2025

Tal av vinnuligum bústaðareindum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 2. sep. 2025 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
006.25 Svar frá M. Stórá til H.J. Thomsen -Tal av vinnuligum bústaðareindum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 2. sep. 2025

Sjá útdrigin tekst
UMHVØRVISMÁLARÁÐIÐ
Gongin 7 • FO-100 Tórshavn
Tel. (+298) 35 87 00 • umhvorvi@umhvorvi.fo • www.umhvorvi.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Dagfesting: 02.09.2025
Málsnr.: 25/22491-2
Svar uppá fyrispurning nr. 52-006/2025 sambært § 52 a í tingskipanini til Margit Stórá,
landsstýriskvinnu frá Hans Jacob Thomsen, løgtingsmanni um tal av vinnuligum
bústaðareindum
Spurningar:
1. Hvussu nógvar bústaðareindir í Føroyum eru ogn hjá privatum fyritøkum?
2. Hvussu nógvar bústaðareindir í Føroyum eru ogn hjá eigarum, ið eiga meira enn eina
bústaðareind?
3. Hvussu er býtið kring landið?
4. Hevur landsstýriskvinnan ætlanir um átøk, ið kunnu minka um lutfallið av vinnuligum
bústaðareindum?
Svar:
Tað finst í dag eingin skipað skráseting av teimum upplýsingum, sum biðið verður um í spurningi 1-3.
Bygningsskráin hjá Hagstovuni gevur góða ábending um talið á bústøðum í landinum og um býti kring
landið, men bygningsskráin sigur einki um ognarviðurskiftini. Upplýsingar um ognarviðurskifti eru
skrásettar hjá Tinglýsingini, men við verandi skrásetingarhátti ber ikki til at taka hesar upplýsingar út í
yvirliti (at gera úttrekk). Arbeitt verður við at talgilda tingbókina, og tá tingbókin er fult talgildað
viðvíkjandi fastogn, fer tað væntandi at bera til at taka nevndu upplýsingar út í yvirliti.
Av somu orsøkunum, sum greitt er frá omanfyri, hevur landsstýriskvinnan ikki grundarlag fyri at svara
upp á spurning 4 ella at staðfesta um verandi lutfall millum vinnuligar og ikki vinnuligar leigubústaðir er
ein trupulleiki.
Hinvegin er at siga, at spekulatión í bústaðaeindum kann hava stórar og álvarsligar samfelagsligar
avleiðingar. Vit eiga øll at taka ábyrgd fyri, at bústaðir fyrst og fremst tæna, sum heim hjá fólki, heldur enn
sum gistingarhús ella sum spekulatiónsíløgur. Tað er tí óheppið at neyvar upplýsingar um hesi viðurskifti
ikki eru tøkar, og ynskiligt var, um hagtalsgrundarlagið á økinum var styrkt.
Sum landsstýriskvinna eri eg sinnað at taka stig til at kanna, hvussu til ber at fáa til vega eitt eftirfarandi
yvirlit yvir bústaðarmarknaðin. Eitt slíkt yvirlit er neyðugt, tá støða skal takast til, hvørji átøk eiga at
fremjast m.a. fyri at tryggja, at bústaðir fyrst og fremst verða nýttir sum heim, og fyri at kunna fyribyrgja,
at spekulasjónskeyp og stutttíðarútleigan forða vanliga føroyinginum í at seta búgv.
Margit Stórá
landsstýriskvinna

-- 1 of 1 --
006.25 Spm. til M. Stórá frá H.J. Thomsen -Tal av vinnuligum bústaðareindum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 21. aug. 2025

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Hans Jacob Thomsen, løgtingsmaður
Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í umhvørvismálum
Evni: Tal av vinnuligum bústaðareindum
Spurningar:
1. Hvussu nógvar bústaðareindir í Føroyum eru ogn hjá privatum fyritøkum?
2. Hvussu nógvar bústaðareindir í Føroyum eru ogn hjá eigarum, ið eiga meira
enn eina bústaðareind?
3. Hvussu er býtið kring landið?
4. Hevur landsstýriskvinnan ætlanir um átøk, ið kunnu minka um lutfallið av
vinnuligum bústaðareindum?
Viðmerkingar:
Samstundis sum vit hava bústaðarneyð í Føroyum, og nógvir føroyingar hava trupult
við at útvega sær eitt heim, eru bústaðareindir vorðnar spekulasjónsobjekt fyri
einstaklingar og fyritøkur við tøkum peningi. Heldur enn at vera heim fyri føroyingar,
standa bústaðareindir tómar ella verða leigaðar út í stutttíðarleigu til útlendsk ferðafólk.
At stórur áhugi er fyri bústaðareindum til spekulasjón ger, at prísurin hækkar, og harvið
gerst tað uppaftur truplari hjá teimum, ið skulu seta føtur undir egið borð.
Avmarkaða útboðið av bústaðareindum, saman við øktari spekulasjón á
bústaðarmarknaðinum, hevur ikki bara hægri søluprís á bústaðareindunum men eisini
hægri leiguprís fyri tey, ið ynskja at leiga sær eitt heim.
Um átøk verða gjørd, ið kunnu minka um spekulasjónina á bústaðarmarknaðinum og
økja um áhugan at langtíðarútleiga bústaðareindir, vil tað helst steðga ógvisliga
vøkstrinum í bústaðarprísum og gera tað lættari hjá vanliga føroyinginum at seta búgv.
Á Løgtingi, 21. august 2025
Hans Jacob Thomsen

-- 1 of 1 --