← Løgtingsmál

52-005/2025

Prísskipanin hjá Bygdaleiðum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 1. sep. 2025 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
005.25 Svar frá J. Christiansen til J. Joensen - Prísskipanin hjá bygdaleiðum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 2. sep. 2025

Sjá útdrigin tekst
FISKIVINNU- OG SAMFERÐSLUMÁLARÁÐIÐ
M i n i s t r y o f F i s h e r i e s a n d I n f r a s t r u c t u r e
Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s
T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
1. september 2025
Tygara skriv: 52-004/2025
Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-004/2025 frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni,
settur landsstýrismanninum í fiskivinnu- og samferðslumálum, Jóhan Christiansen, um
prísskipanina á Bygdaleiðum
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvør er grundgevingin fyri, at prísir hjá Bygdaleiðum eru ymiskir, hóast
vegalongdirnar eru tær somu?
2. Metir landsstýrismaðurin, at tílíkir prísmunir kunnu elva til minni nýtslu av
Bygdaleiðum?
3. Eru ætlanir um at endurskoða og broyta prísskipanina við atliti at møguligum ójavnum?
4. Eru ætlanir um at skilja ímillum útlendingar og fastbúgvandi føroyingar, tá tað kemur
til prísir við bygdaleiðum?
Svar til spurning 1
Verandi prísskipan á Bygdaleiðum bleiv tillagað í 2012-13 í sambandi við, at nýggj
ferðaseðlatøkni bleiv sett í bussarnar. Farið varð frá at avroknað prísir eftir, hvussu langt
brúkarin koyrdi og yvir til fastar príssonur, sum tá var ein fortreyt fyri at nýta nýggju tøknina.
Nú nýggir undirsjóvartunlar eru lagdir afturat, og tunnilsgjøldini samstundis eru nógv broytt
seinastu árini, verður arbeitt við at endurskoða prísskipanina á Bygdaleiðum.
Strandferðslan hevur seinasta árið fyrireika dagføringar av ferðaseðlatøknini í bussunum.
Dagføringin fer í gongd um ein mánaða, og fer væntandi at taka samanlagt eitt ár. Samstundis
hevur verið arbeitt við at dagføra prísbygnaðin á Bygdaleiðum, sum væntandi verður tillagaður,
tá ið busskoyringin er boðin út aftur og nýggir busssáttmálar taka við í 2027.
Svar til spurning 2
Tað er ikki so einfalt at meta um ávirkanina av einum ávísum prísi á nýtslumynstrið.
Strandferðslan ætlar tí bæði í og aftaná útbjóðingartilgongdina at taka júst hendan partin við í
samlaðu endurskoðanina við tí endamáli at áseta ein so rættvísan prís sum gjørligt fyri øll øki í
Føroyum. Samanborið við hini norðurlondini eru prísirnir á almennari ferðslu í Føroyum lágir.
Í apríl 2025 blivu allir prísir á Bygdaleiðum hækkaðir við 5 krónum, og hetta var fyrsta
prísbroytingin á Bygdaleiðum í næstan 20 ár. Hjá teimum, sum ferðast dagliga ella javnan við
Bygdaleiðum og t.d. nýta mánaðarkort, ber til at fáa stóran avsláttur av vanliga
ferðaseðlaprísinum. Ferðast tú t.d. 10-20 ferðir millum Vágar og Tórshavn við mánaðarkorti
ber til at spara millum 50-75% av ferðaseðlaprísinum.

-- 1 of 2 --

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
2/2
Svar til spurning 3
Tað er ætlanin at endurskoða og greina verandi ferðaseðlaprísir í sambandi við komandi
útbjóðing av Bygdaleiðum. Ein nýggj planleggingarskipan, har allar ferðaætlanir eru á, eisini
tær hjá Oyggjaleiðum, er í ferð við at verða tikin í nýtslu. Hendan skipanin skal eisini brúkast
til at endurskoða allar farleiðir hjá Strandferðsluni. Ætlanin hjá Strandferðsluni er, at tað við
hesum verður lættari at gera broytingar og tillagingar í ferðaætlanunum hjá Bygdaleiðum.
Svar til spurning 4
Eins og tað verður gjørt á Oyggjaleiðum, er ætlanin eisini at skilja ímillum búsitandi og onnur
á Bygdaleiðum, so at tey, sum ikki eru búsitandi, rinda meira enn búsitandi. Fyri at hetta skal
kunna lata seg gera, er neyðugt at dagføra tólini, sum verða brúkt til at avgreiða
ferðaseðlasøluna við og skipa søluna av ferðaseðlum á ein hátt, sum ger tað møguligt at skilja
ímillum ferðafólk.
Nýggja skipanin skal vera løtt hjá ferðafólkum og starvsfólkum at brúka. Ætlanin er ikki at
skilja ímillum búsitandi og ikki búsitandi, tá ið ferðafólkini fara inn í bussin, t.d við einum
samleika- ella borgarakorti. Miðast skal eftir, at hesi viðurskifti eru avgreidd, áðrenn
ferðafólkini fara inn í bussin. Skipanin skal ikki útihýsa ferðafólk, sum av onkrari orsøk ikki
hava møguleika fyri at verða avgreidd talgilt.
Jóhan Christiansen
Landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
005.25 Spm. til J. Christiansen frá J. Joensen - Prísskipanin hjá bygdaleiðum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 20. aug. 2025

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jóhannis Joensen, løgtingsmaður
Svarari: Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum
Evni: Prísskipanin hjá Bygdaleiðum
Spurningar:
1. Hvør er grundgevingin fyri, at prísir hjá Bygdaleiðum eru ymiskir, hóast
vegalongdirnar eru tær somu?
2. Metir landsstýrismaðurin, at tílíkir prísmunir kunnu elva til minni nýtslu av
Bygdaleiðum?
3. Eru ætlanir um at endurskoða og broyta prísskipanina við atliti at møguligum
ójavnum?
4. Eru ætlanir um at skilja ímillum útlendingar og fastbúgvandi føroyingar, tá tað
kemur til prísir við bygdaleiðum?
Viðmerkingar:
Bygdaleiðir eru javnan á breddanum í almenna rúminum. Bygdaleiðir eru almenn
bussleið, sum skal gera tað lættari, betri og bíligari at ferðast runt landið. Ynskiligt er
sjálvandi, at so nógv fólk sum gjørligt nýta hesar almennu farleiðir, tí hetta minkar um
trýstið av vaksandi talinum av bilum á vegunum. Hugsast kann, at jú bíligari tað er at
flyta seg við bussi, jú fleiri brúka leiðirnar. Ein serlig prísskipan fyri útlendingar hevur
eisini verið uppi at venda.
Flestu leiðir verða veittar út og skulu bera ein ávísan kostnað. Tí kostar tað at koyra við
almennu bussleiðunum. Prísbroytingar vórðu gjørdar í 2025, og hesar kunnu tykjast
avbjóðandi. Tað kann til dømis undra, at ymiskir prísir eru ásettir, hóast vegastrekkini
eru líka long. Eitt dømi er, at vegalongdin úr Sandavági til Tórshavnar er 38,15 km +
undirsjóvartunnil, og ferðaseðilin kostar 95 kr. Farleiðin úr Vestmanna til Tórshavnar
er á leið líka long, 38,38 km, men ferðaseðilin kostar 55 kr. Tað vil siga, at koyring
ígjøgnum Vágatunnilin kostar hvørjum ferðandi 40 kr., hóast ein einvegis túrur við
bussi sambært www.tunnil.fo kostar 25 kr.
Á Løgtingi, 20. august 2025
Jóhannis Joensen

-- 1 of 1 --