← Løgtingsmál

52-004/2025

Sparing, sum rakar tey veikastu – avlamisbilar til fólk við skerdum førleika

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 26. aug. 2025 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
25-21821 - Svar upp á § 52 af fyrispurning um avlamisbilar til fólk við skerdum førleika.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 25. aug. 2025

Sjá útdrigin tekst
A L M A N N A – O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
M I N I S T R Y O F S O C I A L A F F A I R S A N D C U L T U R E
Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn
 (+298) 30 40 00 •  ammr@ammr.fo • www.ammr.fo
Løgtingið 25. august 2025
Tinghúsvegur 1-3 J.nr: 25/21821
110 Tórshavn Tygara skriv:
Viðgjørt: HP
Nr. 52-004/ 2025
Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-004/2025 eftir tingskipanini § 52 a, frá Johan
J. Dahl, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í almannamálum Eirikur í
Jákupsstovu, um avlamisbilar til fólk við skerdum førleika
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hví hevur landsstýrið valt at spara áleið 1 mió. Krónur til fólk við skerdum førleika,
sum hava tørv á avlamisbili, men sum ikki hava fíggjarligan møguleika at fíggja hann
sjálvi?
2. Hvussu kann hendan avgerð rættvísgerast, samstundis sum samgongan ætlar at brúka
milliardir uppá stórar samferðsluútbyggingar?
3. Hvussu samsvarar lógarbroytingin við almennu orðini um inkludering, javnstøðu og
sjálvbjargni fyri allar borgarar?
4. Ætlar landsstýrið at broyta lógina aftur, soleiðis at hesin serliga viðbrekni bólkur aftur
fær reellan møguleika til at hava eitt sjálvstøðugt og virðiligt lív?
Svar:
Almannaøkið fevnir um persónar og familjur í serligum sosialum støðum, og tí ber illa til at
rættvísgera sparingar á almannaøkinum. Men hóast tað, hava útreiðslutálmandi átøk á
almannaøkinum verið partur av fíggjarlógunum so at siga hvørt ár síðstu nógvu árini. At
almenni raksturin ikki skal vaksa ótarnað er nakað, sum Løgtingið er samt um, og
útreiðslutálmandi átøkini hava sostatt fevnt um øll málsøkini – eisini almannaøkið.
Tað eru játtanarkarmarnir, sum avgera møguleikarnar hjá landsstýrisfólkunum at raðfesta
innanfyri sítt øki. Og hóast andstøður vanliga atkvøða ímóti uppskotum um játtanarkarmar, so
er tað ikki við grundgevingum um, at útreiðslurnar skulu økjast – heldur tvørturímóti.
At halda aftur í almenna rakstrinum er nakað, sum Løgtingið er samt um, men Løgtingið er
eisini samt um, at samferðslukervið skal útbyggjast – tað er ikki nakað, sum er avmarkað til
hetta landsstýrið og hesa samgonguna. Fyri at samfelagið skal mennast er neyðugt við
samferðsluútbyggingum, og í síðsta enda er tað vælferðarsamfelagnum til gagns.
Samferðsluútbyggingar er tí ikki í andsøgn við at halda aftur í almenna rakstrinum, og vit eiga
tí ikki at seta tey upp ímóti hvørjum øðrum.
Almannaveitingar eru sum nevnt stuðul og peningur til einstaklingar og familjur í sosialum
støðum. Tá skiftandi landsstýri hava hert treytirnar í sambandi við stuðul og veitingar, er tað

-- 1 of 2 --

A L M A N N A - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
Síða 2 av 2
vanliga ikki í samsvar við inklusjón, javnstøðu og sjálvbjargni, og soleiðis er eisini við
broytingini, sum spyrjarin sipar til. Stuðul verður ikki longur veittur til keyp av vanligum bili,
men sum víst verður á í viðmerkingunum til spurningin verður stuðul veittur til meirútreiðslur.
Tað merkir, at í teimum førum ein persónur hevur tørv á eyka útbúnaði, verður stuðul veittur til
tað. Eisini eru rættindini óbroytt hjá teimum, sum vegna virkistarn hava tørv á størri bili. Hetta
er í tráð við grundregluna um endurbót, har stuðul verður veittur í mun til tær meirútreiðslur,
sum standast av virkistarninum.
At broyta løgtingslógina soleiðis, at stuðul aftur fer at vera veittur til keyp av vanligum bili
hevur ikki verið á skrá hjá landsstýrinum.
Almanna- og mentamálaráðið, 25. august 2025
Eirikur í Jákupsstovu
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
004.25 Spm. til Ei. í Jákupsstovu frá J. Dahl - Sparing, sum rakar tey veikastu – avlamisbilar til fólk við skerdum førleika.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 14. aug. 2025

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari : Johan Dahl, løgtingsmaður
Svarari: Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna – og mentamálum
Evni: Sparing, sum rakar tey veikastu – avlamisbilar til fólk við skerdum førleika
1. Hví hevur landsstýrið valt at spara áleið 1 mió. krónur til fólk við skerdum førleika, sum
hava tørv á avlamisbili, men sum ikki hava fíggjarligan møguleika at fíggja hann sjálvi?
2. Hvussu kann hendan avgerð rættvísgerast, samstundis sum samgongan ætlar at brúka
milliardir uppá stórar samferðsluútbyggingar?
3. Hvussu samsvarar lógarbroytingin við almennu orðini um inkludering, javnstøðu og
sjálvbjargni fyri allar borgarar?
4. Ætlar landsstýrið at broyta lógina aftur, soleiðis at hesin serliga viðbrekni bólkur aftur fær
reellan møguleika til at hava eitt sjálvstøðugt og virðiligt lív?
Viðmerkingar:
Frá 1. januar 2024 varð stuðulin til keyp av avlamisbili avtikin og í staðin avmarkaður til
serligan útbúnað til bil. Hetta merkir, at nógv fólk við skerdum førleika, sum kunnu koyra bil,
nú standa uttan møguleika at fáa fíggjarligan stuðul til sjálvan bilin. Tey hava ístaðin møguleika
at fáa eitt rentufrítt lán upp til ávísa maximum upphædd.
Talan er um fólk, sum ikki hava biðið um sína lagnu, og sum oftast bert hava fyritíðarpensjón at
liva av og tískil ikki fíggjarligt rásarúm at afturgjalda lán til akfarið. “Teppið skrikt undan
teimum” við hesi skerjing, sum fór fram, og eftirfylgjandi hevur tað havt negativa ávirkan á
teirra dagliga og lívsgóðsku og teirra sosialu møguleikar verða skerdir og sjálvbjargni minkar.
Sparingin, sum er mett til uml. 1 mió. krónur, rakar ein lutfalsliga lítlan, men serliga viðbreknan
bólk í samfelagnum. Samstundis verður tosað um at brúka milliardir uppá stórar
samferðsluútbyggingar. Tað kann ikki kallast annað enn eitt beinleiðis álop á tey, sum longu eru
millum tey veikastu í samfelagnum.
Á Løgtingi, 14. august 2025
Johan Dahl, løgtingsmaður

-- 1 of 1 --