← Løgtingsmál

52-003/2025

Viðgerðartíðir hjá Útlendingastovuni

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 26. aug. 2025 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
Svar til § 52 a fyrispurning.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 25. aug. 2025

Sjá útdrigin tekst
LØGMÁLARÁÐIÐ
M I N I S T R Y O F J U S T I C E
Gongin 7 • Postrúm 377 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 80 80 •  lmr@lmr.fo • www.lmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 25. august 2025
J. nr.: 25/21814-2
Svar
til
fyrispurning nr. 52-003/2025 eftir § 52 a í Tingskipanini um viðgerðartíðir hjá
Útlendingastovuni, frá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni.
Spurningurin var soljóðandi:
Hvat ætlar landsstýrið at gera fyri at stytta viðgerðartíðirnar hjá Útlendingastovuni í málum um
arbeiðs- og uppihaldsloyvi?
Svar:
Málsøkið “útlendingamál” er ikki yvirtikið, men er framvegis danskt málsøki. Broytingin, sum
hendi á økinum í fjør heyst, var tann, at sjálv málsviðgerðin av arbeiðs- og uppihaldsloyvum til
Føroyar, varð flutt til Føroyar, sambært heimiling í § 46 c í útlendingalógini fyri Føroyar
(Anordning nr. 182 af 22. Marts 2001 for ikrafttræden for Færøerne af udlændingeloven, sum
seinast broytt við anordning nr. 666 frá 4. Juni 2025), og nú fer fram á Útlendingastovuni.
Tað er ein sannroynd, at málsviðgerðin hjá Útlendingastovuni av arbeiðs- og uppihaldsloyvum
tekur longri tíð enn ynskiligt, serliga tá talan er um leingjan av arbeiðs- og uppihaldsloyvum.
Í svari, dagfest 18. juni í ár, til § 52 a fyrispurning frá Magnus Rasmussen, løgtingsmanni, greiddi
eg frá, at orsøkin til longu viðgerðartíðinar er samansett. Økið er nýtt, og tí er neyðugt hjá
Útlendingastovuni at menna mannagongdir, málsviðgerðarskipanir og fakligar førleikar,
samstundis sum sjálv málsviðgerðin fer fram, og ger hetta arbeiðsgongdina meira tíðarkrevjandi.
Harumframt er stovnurin lítil og hevur ikki møguleika at gagnnýta teir fyrimunir, ið størri eindir
hava, so sum journaleindir, móttøkueindir, uppbýtta málsviðgerð og automatiseraðar skipanir.

-- 1 of 2 --

LØGMÁLARÁÐIÐ
M I N I S T R Y O F J U S T I C E
2/2
Útlendingastovan arbeiðir tó miðvíst við at styrkja innanhýsis skipanir, tryggja betri yvirlit yvir
málsbyrðu og málsstøðu, menna fakligu førleikarnar á økinum, og broyta arbeiðsbýtið innanhýsis,
har tað ber til, fyri at fáa málsviðgerðina at ganga skjótari.
Arbeiðsbyrðan á Útlendingastovuni verður eyka tyngd av, at skipanin við uppihaldskortum av
misgáum fall burtur, tá málsviðgerðin varð flutt til Føroyar. Hetta merkir, at Útlendingastovan í
løtuni má skriva út afturferðarloyvi til hvønn einstakan útlending, sum ferðast úr Føroyum. Higartil
hevur Útlendingastovan skrivað út umleið 700 afturferðarloyvir. Løgmálaráðið hevur javnt og
samt heitt á Udlændinge- og Integrationsministeriet um at loysa hendan trupulleikan, og gongd er
nú í hesum málinum. Tá hesin trupulleikin er loystur, fer tað væntandi at lætta nakað um
arbeiðsbyrðuna á Útlendingastovuni.
Tað er tó vorðið greitt, at hóast royndir at effektivisera arbeiðið á Útlendingastovuni, so er neyðugt,
at Útlendingastovan fær fleiri starvsfólk, um málsviðgerðartíðirnar skulu styttast.
Eg arbeiði tí í løtuni við at finna eina loysn á hesum og eri í samskifti við viðkomandi partar um,
hvussu hesin trupulleikin kann loysast á ráðiligan hátt.
Eg meti, at samanumtikið fara omanfyri nevndu tiltøk at stytta um viðgerðartíðirnar hjá
Útlendingastovuni.
Løgmálaráðið, tann 25. august 2025
Bjarni K. Petersen
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
003.25 Spm. til B. K. Petersen - Viðgerðartíðir hjá Útlendingastovuni.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 14. aug. 2025

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður
Svarari: Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum
Evni: Viðgerðartíðir hjá Útlendingastovuni
Spurningar:
1. Hvat ætlar landsstýrið at gera fyri at stytta viðgerðartíðirnar hjá
Útlendingastovuni í málum um arbeiðs- og uppihaldsloyvi?
Viðmerkingar:
Dagur og Vika visti at siga tann 12. august í ár, at tá føroyskir myndugleikar á heysti í
fjør yvirtóku umsitingina av arbeiðs- og uppihaldsloyvum, gjørdust bíðitíðirnar fyri
avgreiðslu av málum um arbeiðs- og uppihaldsloyvi munandi longri. Deildarleiðarin á
Útlendingastovuni segði í sendingini, at ein av høvuðsorsøkunum til longdu bíðitíðina
er manglandi arbeiðsorka.
Stjórin í Vinnuhúsinum segði, at ongar ábendingar eru um, at bíðitíðirnar eru í ferð við
at blíva styttri, og tí noyddist Vinnuhúsið at gera vart við hesa støðuna.
Eitt av endamálunum við at yvirtaka ymisk málsøki má vera, at vit sjálvi kunnu veita
eina betri tænastu, eftir at málsøkið er yvirtikið. Vit hava í áravís hoyrt um, at tað var
ein stórur trupulleiki, at útlendingamál ikki vóru yvirtikin. Hetta skuldi vera orsøk til
eina alt ov langa viðgerðartíð, og spurnartekin hava eisini verið sett við rættartrygdina
hjá umsøkjarunum. Tí gevur tað ikki meining, at viðgerðartíðin er blivin uppaftur
longri, eftir at málsøkið er yvirtikið.
Gangast má út frá, at landsstýrismaðurin kennir hesa støðuna og hevur eina ætlan fyri,
hvussu málið skal loysast, og tí verður hesin fyrispurningurin settur.
Á Løgtingi, 14. august 2025
Helgi Abrahamsen

-- 1 of 1 --