← Løgtingsmál

52-002/2025

H-bygningurin

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 25. aug. 2025 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
002.25 Svar fra S. Bertholdsen til J. Dahl - H-bygningurin.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 26. aug. 2025

Sjá útdrigin tekst
Dagf. 25. august 2025
HMR j. nr. 25/21711-8
Súsanna Bertholdsen
landsstýriskvinna
Svar
upp á
Fyrispurning nr. 52-002/2025 eftir § 52 a í tingskipanini um H-bygningin, frá Johani Dahl,
løgtingsmanni
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Hvussu kann ein byggiverkætlan, har Heilsuverkið hevur havt bygginevnd við í allari
tilgongdini, og har verkfrøðingar, arkitektar, ráðgevar og eftirlit hava verið knýtt at frá fyrsta
degi, og fastir byggileiðslufundir hava verið, kortini fara so mikið av sporinum, sum
byggingin av H-bygninginum er farin?
2. Ætlar landsstýriskvinnan at kanna málið til fulnar, við óvildigum fakfólkum við servitan og
kunnleika til bygging i Føroyum, so ábyrgdin hjá teimum pørtum, ið hava staðið fyri
byggingini, verður staðfest, og endurgjaldskrav kann verða kravt fyri tað, sum er farið fram?
3. Kann landsstýriskvinnan greiða frá, hvat eftir er at gera, hvat skal skiftast og broytast ella
endurgerast, og hvat samlaði kostnaðurin fyri at gera bygningin lidnan verður tá avtornar?
4. Kann landsstýriskvinnan vátta ella avsanna, at valda tilfarssamansetingin og mátin, ið
bygningurin er klæddur uttan, er gjørt á ein hátt, sum væntandi fer at elva til álvarsligar
trupulleikar innan stutta tíð — bæði við tering og møguliga við soppi?
Svar:
Til spurning 1
Tað verður m.a. spurt um, hvussu byggiverkætlanin kann fara so mikið av sporinum, tá ið
heilsuverkið hevur havt eina bygginevnd, sum hevur verið við í allari tilgongdini.
Tað er soleiðis, at bygginevndin fyri Landssjúkrahúsið hevur til uppgávu at tryggja, at bygningurin
og innihaldið í bygninginum, samsvarar við tað virksemi, sum skal vera í bygninginum. Limir í
bygginevndini hava tí t.d. serkunnleika um funktiónir og arbeiðsgongdir á einum sjúkrahúsi. Tað er

-- 1 of 3 --

harafturímóti Landsverk, ið hevur byggiharraleiklutin og stendur fyri at bygningurin verður bygdur
til tann tørv, sum Sjúkrahúsverkið hevur.
Heilsumálaráðið hevur tí sent fyrispurningin til Landsverk til viðmerkingar.
Sambært Landsverki gongur upprunaliga byggiverkætlanin meiri enn 15 ár aftur í tíðina, og er hon í
fleiri umførum viðgjørd í Løgtinginum. Talan er um eina víðfevnda verkætlan, ið er ment í stigum,
og tí er fyrireikað og framd yvir eitt sera langt tíðarskeið.
Í fjør bað Landsverk Sorinskrivaran um at seta sýnsmann at gera sýn og metingarfrágreiðing
viðvíkjandi ítøkiligu avbjóðingunum við lekum í fasadum og vindeygum v.m. Tann 12. juni í ár lat
sýnsmaðurin Landsverki frágreiðingina um sýn og meting, ið varð gjørd av bygninginum 1. - 3.
apríl í ár.
Orsøkin til trupulleikarnar við lekum er samansett og stavar sambært sýnsfrágreiðingini frá vantandi
dygd í handverkinum, ónøktandi tilfarsvali, vantandi eftirlit og prosjekteringsfeilir. Tað vil siga, at
tað snýr seg bæði um ábyrgd hjá stórarbeiðstakaranum fyri fasaduna og hjá høvuðsráðgevanum,
serliga í mun til fakeftirlit.
Landsverk hevur við støði í sýnsfrágreiðingini sett seg í samband við partarnar í málinum fyri at
frætta, hvørja støðu teir hava til frágreiðingina og um partarnir hava í hyggju, at umvæla og bøta
aftur um feilirnar og manglarnar, sum eru staðfestir í sýnsfrágreiðingini. Landsverk hevur tilskilað
sær rætt til at fara undir at bøta aftur um feilirnar og manglarnar og at fasthalda kravið ímóti
feløgunum.
Higartil hava partarnir ikki givið ábending um, at teir vilja umvæla og bøta aftur um feilirnar og
manglarnar. Landsverk hevur gjørt galdandi solidariska ábyrgd móti stórarbeiðstakaranum og
høvuðsráðgevanum.
Formliga tilgongdin viðvíkjandi sýninum og møguligum eftirfylgjandi gerðarættarmáli kann
væntast at taka drúgva tíð.
Til spurning 2
Sum nevnt í svarinum til fyrsta spurning, ætlar Landsverk at leggja gerðarrættarmál ímóti
stórarbeiðstakaranum og høvuðsráðgevanum, um ikki partarnir taka stig til at umvæla og bøta aftur
um feilirnar og manglarnar.
Í hesum sambandi eru arbeiðstøku- og ráðgevaratryggingarnar, ið eru teknaðar í verkætlanini, eisini
viðkomandi. Sambært Landsverki verður endalig støða um ábyrgd og endurgjaldskrøv tikin í

-- 2 of 3 --

sambandi við gerðarrættarúrskurðin. Hetta er eisini galdandi fyri viðgerðina í mun til teknaðu
tryggingarnar og tilgongdina annars við verkætlanini.
Til spurning 3
Sambært Landsverki er talan í høvuðsheitum um eina størri umvæling í fasadum, og vindeygu skulu
eisini skiftast, fyri at klimaskermurin verður tættur. Bygningurin er í høvuðsheitum liðugur.
Landsverk ætlar, at nakrar ábøtur verða gjørdar í heyst og annars, at arbeiðini verða gjørd frá á várið
2026. Enn ber ikki til at siga, hvussu leingi tíðarskeiðið kemur at vara, men tað verður helst stóran
part av árinum 2026. Tá ið málið er betur fyrireikað og tað er greitt, hvat skal gerast og útboð hevur
verið, verður kostnaðarmetingin meiri neyv.
Til spurning 4
Landsverk upplýsir, at tað í sýnsfrágreiðingini verður víst á týðandi avbjóðingar bæði viðvíkjandi
tilfari og handverki. Eisini verður upplýst, at um ábøtur ikki vera gjørdar, kann roknast við
framhaldandi vatnlekum v.m., sum fer at hava við sær sopp og niðurbróting av bjálving og øðrum
tilfari. Frágreiðingin staðfestir, at nakrir fylgiskaðar longu eru sjónligir, og at stórur vandi er fyri
enn fleiri skaðum av ymiskum slag, sum enn ikki eru sjónligir.
Heilsumálaráðið, 25. august 2025
Súsanna Bertholdsen
landsstýriskvinna

-- 3 of 3 --
002.25 Spm. til S. Bertholdsen frá J. Dahl - H-bygningurin.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 13. aug. 2025

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Johan Dahl, løgtingsmaður
Svarari: Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum
Evni: H-bygningurin
Spurningar:
1. Hvussu kann ein byggiverkætlan, har Heilsuverkið hevur havt bygginevnd við
í allari tilgongdini, og har verkfrøðingar, arkitektar, ráðgevar og eftirlit hava
verið knýtt at frá fyrsta degi, og fastir byggileiðslufundir hava verið, kortini
fara so mikið av sporinum, sum byggingin av H-bygninginum er farin?
2. Ætlar landsstýriskvinnan at kanna málið til fulnar, við óvildigum fakfólkum
við servitan og kunnleika til bygging i Føroyum, so ábyrgdin hjá teimum
pørtum, ið hava staðið fyri byggingini, verður staðfest, og endurgjaldskrav
kann verða kravt fyri tað, sum er farið fram?
3. Kann landsstýriskvinnan greiða frá, hvat eftir er at gera, hvat skal skiftast og
broytast ella endurgerast, og hvat samlaði kostnaðurin fyri at gera bygningin
lidnan verður tá avtornar?
4. Kann landsstýriskvinnan vátta ella avsanna, at valda tilfarssamansetingin og
mátin, ið bygningurin er klæddur uttan, er gjørt á ein hátt, sum væntandi fer at
elva til álvarsligar trupulleikar innan stutta tíð — bæði við tering og møguliga
við soppi?
Viðmerkingar:
H-bygningurin á Landssjúkrahúsinum er eitt álvarsamt dømi um, hvussu ein almenn
byggiverkætlan við fullari fakligari umboðan og skipaðum eftirliti kortini kann enda
við so stórum avvikum kostnaðarliga og stórum avbjóðingum gjøgnum byggitiðina.
Hetta reisir grundleggjandi spurningar um stýring, ábyrgd og dygd í
byggiverkætlanum, har almenningurin rindar rokningina.
Tað er alneyðugt, at hetta málið verður kannað til fulnar, og at ábyrgdin verður
staðfest. Har, sum mistøk ella vánalig stýring er staðfest, eigur eisini at verða hugsað í
endurgjaldskrøvum. Um eingin verður drigin til ábyrgdar, sendir hetta eitt skeivt
signal, sum kann undirminera álitið á framtíðar almennar byggiverkætlanir.
Bæði Løgtingið og borgarar hava rætt til greiðar og álítandi upplýsingar um, hvat eftir
er at gera, og í hvørjum pørtum av bygninginum broytingar mugu gerast ella
endurskapast, og hvør samlaða rokningin fyri at gera arbeiðið liðugt verður.
Um tilfar og byggiháttur bera í sær tekin um, at skeivt er farið fram, og at hetta kann
føra til avbjóðingar og enn meira eykaútreiðslur, tá ikki langt er fráliðið, so eigur hetta
at verða staðfest uttan drál, so neyðug stig kunnu takast beinanvegin.

-- 1 of 2 --

Fyri at fáa greiðu á støðuni við H-bygninginum verður hesin fyrispurningurin settur.
Á Løgtingi, 13. august 2025
Johan Dahl

-- 2 of 2 --