← Løgtingsmál

52-001/2025

Fráflyting av monnum og skattainntøkur frá arbeiði uttanlands

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 25. aug. 2025 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
001.25 Svar frá R. Vang til J. Dahl - Fráflyting hjá monnum og skattainntøkum frá arbeiði uttanlands í 2025 i mun til 2024.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 27. aug. 2025

Sjá útdrigin tekst
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 26. august 2025
J. nr.: 25/21792
Viðgjørt: DH
Svar uppá fyrispurning nr. 52-001/2025 frá Johan Dahl, løgtingsmanni, settur
Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, um fráflyting av monnum og
skattainntøkur frá arbeiði uttanlands.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu nógvir føroyskir menn eru fluttir úr Føroyum higartil í 2025 samanborið við
sama tíðarskeið í 2024?
2. Hvussu stórar eru samlaðu skattainntøkurnar higartil í 2025 frá inntøkum, sum
føroyingar hava vunnið við arbeiði uttanlands, samanborið við sama tíðarskeið í
2024?
3. Kann landsstýriskvinnan upplýsa, um broytingarnar, sum gjørdar vórðu í skattingini
fyri fólk, ið arbeiða uttanlands, hava givið tær væntaðu inntøkurnar til landskassan?
4. Um broytingin hevur havt neiliga ávirkan á inntøkur landskassans, er
landsstýriskvinnan sinnað at umhugsa at endurskoða og møguliga broyta lógina aftur?
Svar til fyrispurning nr. 1-4
Við skattaumskipanini, sum nú er gjøgnumførd, er inntøkuskatturin fyri arbeiðsinntøku
í Føroyum lækkaður, og skatturin fyri arbeiði uttanlands broyttur, so at hann nærkast tí
støði, sum fólk, ið arbeiða á landi í Føroyum, rinda.
Skattaumskipanin er framd fyri at rætta upp á eina skipan, sum avlagaði
arbeiðsmarknaðin og gav útlendskum arbeiðsgevarum fyrimun fram um føroyskar
arbeiðsgevarar í kappingini um arbeiðsmegina.
Enn er ov stutt tíð liðin fyri síggja fulla virknaðin av skattabroytingini. Vit síggja tó, at
skattainntøkurnar í ár liggja nakað omanfyri tað, sum roknað var við. Starvsfólkatalið
er framvegis vaksandi, og tilflytingin er størri enn fráflytingin.
Uttanlandsskattur er B-skattur og verður gjørdur upp árið eftir. Skattaárið 2024 er ikki
endaliga gjørt upp enn, og tí ber ikki til at siga, hvussu nógv er komið inn í 2025
samanborið við 2024.

-- 1 of 2 --

Um skattaumskipanin ger, at onkur flytur fyri at sleppa undan skatti, er avleiðingin fyri
almennu inntøkurnar avmarkað, tí fleiri teirra rindaðu einki áðrenn. Hinvegin gera
broytingarnar tað eisini meira lokkandi at arbeiða og rinda skatt í Føroyum – og tá fellur
allur skatturin í Føroyum.
Yvirhøvur sæst einki í tølunum, sum tíðir uppá økta fráflyting. Tvørturímóti.
Fyrstu seks mánaðirnir í 2025 fluttu 284 menn úr Føroyum, Hetta er nakað minni enn
fyrstu 6 mánaðirnir í 2024, 2023 og 2022. Hinvegin fluttu 512 menn til Føroyar fyrra
hálvár 2025. Stóra avbjóðingin er, at serliga kvinnur flyta av landinum og mangla í
føroyska samfelagnum.
Landsstýriskvinnan hevur ongar ætlanir um at broyta samtyktu skattaumskipanina.
Hinvegin heldur landsstýriskvinnan, at miðast skal ímóti, at skattatrýstið sum heild
lækkar hjá øllum føroyingum.
Tinganes, 26. august 2025
Ruth Vang
Landsstýriskvinna í fíggjarmálum

-- 2 of 2 --
001.25 Spm til R. Vang frá J. Dahl - Fráflyting hjá monnum og skattainntøkum frá arbeiði uttanlands í 2025 i mun til 2024.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 13. aug. 2025

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Johan Dahl, løgtingsmaður
Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Evni: Fráflyting av monnum og skattainntøkur frá arbeiði uttanlands
Spurningar:
1. Hvussu nógvir føroyskir menn eru fluttir úr Føroyum higartil í 2025 samanborið
við sama tíðarskeið í 2024?
2. Hvussu stórar eru samlaðu skattainntøkurnar higartil í 2025 frá inntøkum, sum
føroyingar hava vunnið við arbeiði uttanlands, samanborið við sama tíðarskeið
í 2024?
3. Kann landsstýriskvinnan upplýsa, um broytingarnar, sum gjørdar vórðu í
skattingini fyri fólk, ið arbeiða uttanlands, hava givið tær væntaðu inntøkurnar
til landskassan?
4. Um broytingin hevur havt neiliga ávirkan á inntøkur landskassans, er
landsstýriskvinnan sinnað at umhugsa at endurskoða og møguliga broyta lógina
aftur?
Viðmerkingar:
Tað er avgerandi at fáa greiða vitan um, hvørt tær lógarbroytingar, sum eru framdar í
skattingini fyri føroyingar, ið arbeiða uttanlands, hava havt jaliga ella neiliga ávirkan á
landskassans inntøkur, og um broytingarnar hava elvt til økta fráflyting, serliga av
monnum, ið arbeiða í Noregi, sum eru beinleiðis ávirkaðir av broytingunum.
Teir, sum t.d. sigla undir DIS-skipanini, verða ikki ávirkaðir av broytingunum, tí talan
er um eina nettoskattaskipan. Tó hava verið fleiri ábendingar um, at lógarbroytingin,
sum m.a. ávirkar útisiglarar í Noregi og onnur, ið arbeiða uttanlands, hevur havt við
sær, at nógvir sjómenn eru fluttir frá norskum reiðaríum til donsk og grønlendsk reiðarí.
Eisini verður ført fram, at lógarbroytingin hevur havt við sær fráflyting av monnum úr
Føroyum.
Tørvur er á at fáa staðfest, um lógarbroytingin hevur havt beinleiðis ávirkan á bæði
fráflytingina og skattainntøkurnar til landið og sum avleiðing av hesum hevur skapað
neiligar avleiðingar fyri vinnu og familjur í Føroyum. Hetta er neyðugt fyri at kunna
taka støðu til, um lógarbroytingin eigur at verða endurskoðað og møguliga broytt aftur.
Tí verður hesin fyrispurningur settur landsstýriskvinnuni.

-- 1 of 2 --

Á Løgtingi, 13. august 2025
Johan Dahl

-- 2 of 2 --