← Løgtingsmál

52-119/2024

Fastir kommunulæknar á ellis- og røktarheimum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 4. jul. 2025 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
119.24 Svar frá S. Bertholdsen til K. W. Poulsen - Fastir kommunulæknar á ellis- og røktarheimum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 4. jul. 2025

Sjá útdrigin tekst
Dagf. 4. juli 2025
HMR j. nr. 25/15475
Súsanna Bertholdsen
landsstýriskvinna
Svar
upp á
Fyrispurning nr. 52-119/2024 eftir § 52 a í tingskipanini um fastir kommunulæknar á
ellis- og røktarheimum, frá Kristiannu Winther Poulsen, løgtingskvinnu
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Hvat skal til fyri at fáa eina skipan við føstum kommunulæknum til búfólk á
ellis- og røktarheimum?
2. Hvørjar fyrimunir og vansar sær landsstýriskvinnan við eini slíkari skipan?
3. Hvørjar forðingar eru fyri, at ein slík skipan kann verða sett í verk?
4. Er landsstýriskvinnan sinnað at arbeiða fyri at fáa eina slíka skipan setta í verk?
Svar uppá spurningarnar 1 – 4
Heilsumálaráðið arbeiðir við málinum at fáa eina skipan við kommunulæknum knýttum
at ellis- og røktarheimum kring landið. Arbeiðið verður gjørt í tøttum samstarvi við
viðkomandi samstarvsfelagar, sum eru Kommunulæknafelag Føroya,
Kommunufelagið og herundir leiðslurnar fyri eldraøkini kring landið umframt
Heilsutrygd.
Av tí, at talan er um eina nýggja og stóra uppgávu, verður hildið, at tað er skilabest, at
arbeiðið verður gjørt í stigum. Fyrsta stigið verður at gera nakrar royndarskipanir, sum
verða royndar á útvaldum ellis- og røktarheimum saman við ávísum kommunulæknum.
Hesin leisturin skal tryggja, at vit fáa eina dygdargóða og tryggja skipan.
Eftir summarsteðgin verður farið undir at gera uppskot til innihald í
royndarskipanunum. Ein partur av hesum arbeiði er at lýsa, hvat krevst fyri at seta eina
slíka skipan í verk. Arbeiðið verður gjørt í samstarvi millum kommunulæknar og
leiðslurnar á ellis- og røktarheimunum, sum luttaka í royndarskipanini umframt
Heilsutrygd og Heilsumálaráðið.

-- 1 of 2 --

Ætlanin er at fara undir royndarskipanirnar tíðliga í heyst. Tá royndartíðarskeiðið er
lokið, verða royndarskipanirnar eftirmettar. Síðani verður støða tikin til, hvussu ein
skipan við kommunulæknum knýttum at ellis- og røktarheimum kann gerast.
Tað eru fleiri fyrimunir við eini skipan við kommunulæknum knýttum at ellis- og
røktarheimum. Royndir úr Danmark vísa, at ein sonevndur røktarheimslækni, ið
regluliga vitjar búfólk, kann fylgja heilsustøðuni og sjúkugongdini hjá teimum og
tryggja, at búfólk fáa rættari og betri viðgerð og heilivágsviðgerð. Heilsustøðan hjá
búfólkunum kann yvirskipað gerast betri. Skipanin kann eisini fyribyrgja, at búfólk
verða innløgd á sjúkrahús óneyðugt. Fyri Sjúkrahúsverkið er tað ein fyrimunur, at bert
tey, sum hava tørv á innlegging, verða innløgd.
Kommunufelagið og leiðslurnar á eldraøkinum hava víst á, at sum nú er brúka
starvsfólk á ellis- og røktarheimum nógva tíð uppá at fáa fatur á kommunulæknum. Hjá
kommunulæknum er tíðarkrevjandi at fara á sjúkravitjan á fleiri ellis- og røktarheimum.
Við skipanini við kommunulækna knýttum at ellis- og røktarheiminum, ber til at
gagnnýta starvsfólkaorkuna betri enn nú.
Eg síggi ikki vansar fyri búfólk, starvsfólk á ellis- og røktarheimum, kommunulæknar
ella Sjúkrahúsverkið, við eini slíkari skipan.
Heilsumálaráðið, 4. juli 2025
Súsanna Bertholdsen
landsstýriskvinna

-- 2 of 2 --
119.24 Spm til S. Bertholdsen frá K. W. Poulsen - Fastir kommunulæknar á ellis- og røktarheimum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 23. jun. 2025

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Kristianna Winther Poulsen, løgtingskvinna
Svarari: Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum
Evni: Fastir kommunulæknar á ellis- og røktarheimum
Spurningar:
1. Hvat skal til fyri at fáa eina skipan við føstum kommunulæknum til búfólk á
ellis- og røktarheimum?
2. Hvørjar fyrimunir og vansar sær landsstýriskvinnan við eini slíkari skipan?
3. Hvørjar forðingar eru fyri, at ein slík skipan kann verða sett í verk?
4. Er landsstýriskvinnan sinnað at arbeiða fyri at fáa eina slíka skipan setta í
verk?
Viðmerkingar:
Ynski er um at fáa eina skipan við kommunulæknum, sum eru fast knýttir at ellis- og
røktarheimunum, har kommunulæknin kemur regluliga út á heimini.
Í dag er skipanin tann, at hvørt búfólk sær hevur sín egna kommunulækna, og
búfólkið fer til kommunulæknan, um tey eru før fyri tí.
Búfólk á ellis- og røktarheimum eru viðbrekin menniskju, hvørs heilsa er viknað.
Neyðugt er við góðari og ómakaleysari atgongd til læknahjálp, og mett verður, at
fyrimunir eru við, at sami lækni kemur regluliga til teirra á heimunum.
Vit vita úr øðrum londum, at skipanir við læknum, sum eru fast knýttir at ellis- og
røktarheimum, fyribyrgja, at búfólk verða óneyðugt innløgd á sjúkrahús, og at talið á
innlegginum minkar við útivið 30 prosentum.
Royndir frá røktarheimum í Danmark við føstum kommunulæknum vísa, at tað hevur
jaliga ávirkan á heilsuna hjá búfólkunum, at sami lækni kemur regluliga á
læknavitjan. Munandi færri innleggingar vóru av sjúkum, sum kunnu fyribyrgjast, og
læknarnir mettu, at tað bleiv brúktur minni heilivágur á røktarheimunum.
Tað vísir seg, at um tað ikki ber til hjá kommunulæknanum at koma á eitt ávíst heim,
tá tørvur er á læknavitjan, verða tey eldru ofta innløgd, hóast hetta kundi verið
fyribyrgt.
Fleiri dømi eru um, at starvsfólk á ellis- og røktarheimum brúka nógva orku fyri at fáa
fatur á ymsu kommunulæknunum fyri búfólkið, umframt at tað er tíðar- og
orkukrevjandi fyri kommunulæknarnar at koma út til viðtalur á teimum ymisku
heimunum. Eisini minka skipanir við føstum kommunulæknum til ellis- og
røktarheim um trýstið á akutt-móttøkuna á sjúkrahúsum.

-- 1 of 2 --

At ellis- og røktarheimini fáa kommunulæknar fast knýttar at heimunum vildi verið
ein fyrimunur fyri bæði búfólk, starvsfólk á ellis- og røktarheimum og fyri
heilsuverkið.
Tí verður hesin fyrispurningur settur landsstýriskvinnuni í heilsumálum.
Á Løgtingi, 23. juni 2025
Kristianna Winther Poulsen

-- 2 of 2 --