← Løgtingsmál

52-118/2024

Kommunuvalið í Runavíkar Kommunu í 2024.

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 4. jul. 2025 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
118.24 Svar frá B. K. Petersen til J. Vestergaard - Kommunuvalið í Runavíkar Kommunu í 2024.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 4. jul. 2025

Sjá útdrigin tekst
LØGMÁLARÁÐIÐ
M I N I S T R Y O F J U S T I C E
Gongin 7 • Postrúm 377 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 80 80 •  lmr@lmr.fo • www.lmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
100 Tórshavn
Tórshavn, tann: 3. juli 2025
J. nr.: 25/15438-2
Svar
upp á
skrivligan fyrispurning nr. 52-118/2024 eftir § 52 a í Tingskipanini frá Jacob Vestergaard,
løgtingsmanni, um kommunuvalið í Runavíkar kommunu í 2024
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hevur landsstýrismaðurin hoyrt frá løgregluni um kanningararbeiðið í sambandi við
møguligt óreglusemi viðvíkjandi kommunuvalinum á valstaðnum í Oyndarfirði í
Runavíkar kommunu.
2. Hevur tað verið samskift ímillum landsstýrismannin og løgregluna um málið.
Svar upp á spurning 1.
Eg havi í svari upp á munnligan fyrispurning, tann 9. apríl 2025, svarað Løgtinginum, at
Løgmálaráðið ikki fór at viðgera málið um kommunuvalið 2024 í Runavíkar kommunu, fyrr enn
løgreglan var liðugt við sítt kanningararbeiðið.
Klaga varð um málið til Løgtingsins umboðsmann, sum tann 23. apríl 2025 sendi
Løgmálaráðnum sína niðurstøðu, har Løgtingsins umboðsmaður mælti Løgmálaráðnum til at
taka fyrisitingarliga partin av málinum upp til nýggja viðgerð.
Løgmálaráðið tók niðurstøðuna til eftirtektar og hevur tikið fyrisitingarliga partin av málinum
upp til nýggja viðgerð. Fyrisitingarligi parturin av málinum er undir viðger í løtuni.
Eg havi ikki hoyrt nakað frá løgregluni um kanningararbeiðið hjá løgregluni.

-- 1 of 2 --

LØGMÁLARÁÐIÐ
M I N I S T R Y O F J U S T I C E
2/2
Svar upp á spurning 2.
Í sambandi við at Løgtingsins umboðsmaður bað Løgmálaráðið taka fyrisitingarliga partin av
málinum upp til nýggja viðgerð, spurdi Løgmálaráðið løgregluna um status í revsirættarliga
partinum av málinum. Løgreglan upplýsti fyri Løgmálaráðnum, at málið var sent til tekniska
kanning í Danmark, og at ongin niðurstøða var gjørd í málinum.
Løgmálaráðið, tann 3. juli 2025
Bjarni K. Petersen
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
118.24 Spm til B. K. Petersen frá J. Vestergaard - Kommunuvalið í Runavíkar Kommunu í 2024.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 23. jun. 2025

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jacob Vestergaard, løgtingsmaður.
Svarari: Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum.
Evnið: Kommunuvalið í Runavíkar Kommunu í 2024.
Spurningar:
1. Hevur landsstýrismaðurin hoyrt frá løgregluni um kanningararbeiðið í sambandi við
møguligt óreglusemi viðvíkjandi kommunuvalinum á valstaðnum í Oyndarfirði í
Runavíkar Kommunu.
2. Hevur tað verið samskift ímillum landsstýrismannin og løgregluna um málið.
Viðmerkingar:
Tað hava áður verið fyrispurningar á Tingi um kommunuvalið og kommunuvallógina, og eitt mál
um valsvik í Runavíkar Kommunu verður framvegis kannað av løgregluni.
Uppá munnligan fyrispurning 9. apríl 2025 svaraði landsstýrismaðurin, at hann ikki viðgjørdi málið
um møguligt óreglusemi viðvíkjandi valinum á valstaðnum í Oyndarfirði, fyrr enn løgreglan var
liðug við sítt kanningararbeiðið. Landsstýrismaðurin fór at taka málið uppaftur, tá løgreglan var
liðug at kanna málið.
Nú er rúm tíð gingin síðan kommunuvalið, og síðan løgreglan fór undir at kanna málið. Tað
undirritaði kennir til slíkt arbeiði, eiga frágreiðingar at verða fingnar til vega frá teimum, sum hava
havt við valið í Oyndarfirði at gera. Somuleiðis eigur eisini niðurstøðan viðvíkjandi umrødda
valseðli, sum broytti valið í Runavíkar Kommunu, at fyriliggja. Slíkar kanningar taka ikki eitt hálvt
ár at avgreiða.
Tað er sera álvarsamt, at spurnartekn framvegis verður sett við valúrslitið í Runavíkar Kommunu.
Tí verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum, so allur ivi um valúrslitið í Runavíkar
Kommunu kann verða beindur av vegnum.
Á Løgtingi, 23. juni 2025
Jacob Vestergaard

-- 1 of 1 --