52-117/2024
Próvtøkuhættir í eini tíð við vitlíki
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 4. jul. 2025 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
117.24 Svar frá D. N. Joensen til H. Jensen - Próvtøkuhættir í eini tíð við vitlíki.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 3. jul. 2025
Sjá útdrigin tekst
B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð J. H. Schrøtersgøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo Løgtingið 2. juli 2025 Tinghúsvegur 1-3 Mál: 22/22133-135 110 Tórshavn Viðgjørt: NKR Svar upp á skrivligan fyrispurning frá Honnu Jensen, løgtingskvinnu, nr. 52-117/2024 eftir § 52a í tingskipanini, settur Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum, um próvtøkuhættir í eini tíð við vitlíki. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvørjar eru tær ítøkiligu avbjóðingarnar vegna vitlíki í skúlahøpi sambært landsstýrismanninum og hansara øki? 2. Er arbeiðið at endurskoða próvtøkuhættir vegna avbjóðingar við vitlíki byrjað? 3. Hvør er tíðarkarmurin fyri broytingum í próvtøkuhættum í eini møguligari endurskoðan, og í hvønn mun kann arbeiðið verða framt innan verandi játtan til økið? Svar Til spurning 1: Í skúlahøpi kann vitlíki vera sera hent og munadygt hjálparamboð, men hetta er treytað av talgildisbúgving hjá bæði lærarum og næmingum. Við talgildisbúgving meinast í hesum førum at hava førleikar til at meta um og nýta vitlíki á ein viðkomandi og skynsaman hátt. Okkara skúlaskipan leggur upp til, at næmingar í stóran mun arbeiða við skrivligum uppgávum uttan fyri vanligu undirvísingina, t.d. sum heimaarbeiði ella til skrivligar próvtøkur. Á hesum økinum er vitlíki ein stór avbjóðing, tí tað er sera freistandi hjá næmingum at lata vitlíki svara uppgávuni fyri seg. Trupult er sostatt eisini hjá lærarum at vita, í hvønn mun næmingarnir hava avrikað sjálvir, ella um vitlíki hevur verið nýtt at svara uppgávuni heilt ella lutvíst. Størstu avbjóðingarnar eru sostatt: • At skipa skrivligt arbeiði, soleiðis at vitlíki gerst hent og munadygt hjálparamboð. • At fáa meira ferð á tilgongdina at menna talgildisbúgving í skúlaverkinum, t.e. við námsætlanum, førleikamenning, tilfari, ráðgeving o.ø. • At støðumet og próvtøl í summum førum ikki eru eftirfarandi, eftirsum mettu avrikini ikki eru egnu avrik næminganna. -- 1 of 2 -- B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð J. H. Schrøtersgøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo 2/2 Til spurning 2: Arbeiðið at endurskoða próvtøkuhættir er byrjað. Fylgt verður við tí, sum rørir seg á hesum øki í grannalondum okkara, og roynt verður at menna hóskandi próvtøkuhættir. Ávísar royndir eru gjørdar. Á Vinnuháskúlanum er port folie próvtøkuháttur settur í verk, og fleiri skrivligar próvtøkur eru gjørdar munnligar. Á miðnámi hevur verið skrivlig próvtøka í summar, har næmingar einast kundu brúka pappír og blýant. Próvstovan fyrireikar í løtuni royndarvirksemi við møguleika at royna nýggjan próvtøkuhátt í ávísum lærugreinum í fólkaskúlanum komandi summar. Harumframt verður møguleikin kannaður at skipa munnliga próvtøku á breytaverkætlanini, eins og aðrar royndir eru í umbúna. Til spurning 3: Arbeitt verður á fleiri økjum í løtuni, við tí endamáli at gera nakrar royndir, sum byggjast kann víðari á. Talan er um menningararbeiði, sum ikki bert fatar um próvtøkuhættir, men eisini møguliga tillaging av undirvísing og førleikamenning av lærarum og próvdómarum. Ávísur tíðarkarmur er ikki settur, og í løtuni verður arbeiðið framt innan verandi játtan. Djóni Nolsøe Joensen landsstýrismaður -- 2 of 2 --
117.24 Spm til D. N. Joensen frá H. Jensen - Próvtøkuhættir í eini tíð við vitlíki.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 23. jun. 2025
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Hanna Jensen, løgtingskvinna Svarari: Djóni N. Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum Evni: Próvtøkuhættir í eini tíð við vitlíki Spurningar: 1. Hvørjar eru tær ítøkiligu avbjóðingarnar vegna vitlíki í skúlahøpi sambært landsstýrismanninum og hansara øki? 2. Er arbeiðið at endurskoða próvtøkuhættir vegna avbjóðingar við vitlíki byrjað? 3. Hvør er tíðarkarmurin fyri broytingum í próvtøkuhættum í eini møguligari endurskoðan, og í hvønn mun kann arbeiðið verða framt innan verandi játtan til økið? Viðmerkingar: Síðani vitlíki gjørdist alment kent og atkomuligt, er tað vorðið flest øllum greitt, at próvtøkuhættir, sum eru fyriskrivaðir í føroyskum námsætlanum og vegleiðingum kunnu tykjast høpisleysir. Ikki bert tí, at markið fyri, hvussu nógva hjálp ein próvtakari kann fáa frá umsetingarforritum, leitifunkum eftir talgildum tilfari og tílíkum, er trupult at áseta, men eisini tí, at øll undirvísing gjøgnum skúlaárini er merkt av, hvat skal mátast við skúlaárslok, sambært ásetingum í lógum, kunngerðum og námsætlanum. Leingi hevur verið tosað um, at námsætlanirnar til føroyska skúlaverkið mugu endurskoðast. Tá hevur verið hugsað um tað samlaða innihaldið av ásetingum um, hvat skal lærast á hvørjum skúlastigi. Nakað er gjørt, men seinastu árini er tað vorðið uppaftur meira átrokandi at fáa gjørt niðurstøður um, hvussu mátast skal, hvat næmingurin sjálvstøðugt dugir og megnar at framleiða til eina próvtøku. Eisini tí at próvtøkuhættir ávirka, hvussu undirvíst verður. Herfyri var eitt álit handað landsstýrismanninum um eftirmeting av miðnámi í Føroyum. Undir kapitlinum meting av yvirskipaðu avbjóðingunum stendur undir pkt. 3.3: Próvtøkur, próvtøl, ársmet og nýggja tøknin, serliga vitlíki m.a. at «... í einum heimi við alsamt framkomnari hjálpitólum og møguleikum fyri at fáa hjálp, verður tað støðugt truplari at tryggja, at næmingarnir sjálvir hava skrivað síni svar. Hetta merkir, at royndir kunnu geva eina órealistiska mynd av førleikunum hjá næminginum og ikki lýsa teirra veruligu førleikar og vitan.» Og eitt av tilmælunum ljóðar so: «Skrivligu royndirnar í verandi líki skulu annaðhvørt takast burtur ella tillagast nýggja tøkniliga veruleikan við verkætlanum og skrivligum royndum uttan hjálpitól.» Nevnda álit snýr seg um miðnám, men avbjóðingin við vitlíki í mun til skúlaarbeiði og próvtøkur viðkemur øllum undirvísingarverkinum. Tí verða hesir spurningar settir. -- 1 of 2 -- Á Løgtingi, 23. juni 2025 Hanna Jensen -- 2 of 2 --