← Løgtingsmál

52-116/2024

Førleikameting í Føroyum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 4. jul. 2025 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
116.24 Svar frá D. N. Joensen til H. Jensen - Førleikameting í Føroyum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 3. jul. 2025

Sjá útdrigin tekst
B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð
J. H. Schrøtersgøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo
Løgtingið 2. juni 2025
Tinghúsvegur 1-3 Mál: 22/22133-134
110 Tórshavn Viðgjørt: NKR
Svar
upp á
skrivligan fyrispurning frá Honnu Jensen, løgtingskvinnu, nr. 52-116/2024 eftir § 52a í
tingskipanini, settur Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum,
um førleikameting í Føroyum.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu gongur við førleikameting í Føroyum, og hvussu nógv verður hon brúkt?
2. Hvussu nógv verða árliga førleikamett innan yrkisútbúgvingarøkið?
3. Hvussu verður førleikameting raðfest fíggjarliga og ímillum ymisk øki?
4. Hvar og hvussu ofta verður lýst við møguleikanum at verða førleikamett(ur)?
Svar
Til spurning 1:
Síðan vit fóru undir at førleikameta í 2018 eru gott og væl 100 persónar førleikamettir sambært
føroysku førleikametingarskipanini. Í miðal eru umleið 15 persónar førleikamettir um árið, síðan
fyrstu persónarnir vórðu førleikamettir í 2019.
Sum heild hava føroyingar tikið væl ímóti møguleikanum við førleikameting. Tó eru ymiskar
fatanir og væntanir, ið fólk hava, tá tey fregnast um førleikameting. Í fyrstani vóru nógv ivamál og
fyrivarni, ið so ella so máttu fáast greiða á. Serliga vóru partar av vinnuni ivasamir og bóru ótta fyri,
at førleikametingin fór at máa støði undan dygdini í útbúgvingunum, um ikki rætt var farið fram.
Tað tók tí rættiliga langa tíð at fáa gongd á skipanina við førleikameting, og hildið var aftur við at
lýsa alment við tilboðnum. Neyðugt var at gera lógarbroytingar fyri at geva landsstýrismanninum
heimild at hækka aldursmarkið fyri førleikameting, umframt at hækka áramálið fyri starvsroyndir, tí
vinnan bar ótta fyri, at fakligu krøvini í yrkisútbúgvingunum fóru at vera lækkað.
Ein leistur varð funnin, hvussu farast skuldi fram í sambandi við førleikameting innan tær føroysku
yrkisútbúgvingarnar, har tað er Yrkisnevndin, ið varðar av fakinum, ið sambært lóg er evsti
myndugleiki, tá tað snýr seg um at góðskriva og geva stytting í einari yrkisútbúgving. Hesin leistur
hevur verið nýttur tá mannagongdir eru gjørdar fyri førleikameting innan tær einstøku
yrkisútbúgvingarnar.

-- 1 of 3 --

B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð
J. H. Schrøtersgøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo
2/3
Føroyingar hava, sum heild góða atgongd til útbúgvingar ella til arbeiði. Møguleikin at taka eina
føroyska útbúgving tíðliga í lívinum er góður, úrvalið er stórt og tilboðini mong. Samstundis hava
vit nú í fleiri ár havt met lágt arbeiðsloysi. Hesi viðurskifti hava havt beinleiðis ávirkan á tørvin á at
spyrja um førleikameting, ella at lata seg førleikameta.
Innan tær føroysku yrkisútbúgvingarnar eru gjørdar neyvari mannagondir fyri, hvør kann verða
førleikamettur í sambandi við eina ávísa yrkisútbúgving. Ein umsøkjari skal lúka nakrar ávísar
treytir, eitt nú at hava í minsta lagi 3-5 ára viðkomandi starvsroyndir í tí yrkinum, sum valda
útbúgvingin fevnir um, fyri at kunna verða førleikamettur innan ta ávísu útbúgvingina. Tað er tí ikki
altíð, at persónar, sum spyrja um førleikameting í sambandi við, at tey skulu taka eina
yrkisútbúgving, lúka treytirnar fyri at verða førleikamett, fyrst og fremst tí tey ikki hava nóg mikið
av royndum at visa á.
Førleikametingin er lagað til føroysku útbúgvingarskipanina í nógv størri mun enn hon er lagað til
føroyska arbeiðsmarknaðin. Førleikameting fevnir um allar føroyskar útbúgvingar. Ein
førleikameting kann t.d. geva tær atgongd til eina ávísa útbúgving ella stytting í útbúgvingartíðini.
Higartil hevur verið førleikamett innan skrivstovuútbúgving, føðsluatstøðaraútbúgving,
kokkahjálparaútbúgving, húsasmíð, skipsatstøðaraútbúgving, heilsuhjálparaútbúgving,
námsfrøðihjálparaútbúgving, eins og førleikamett hevur verið í sambandi við at
miðnámsskúlalærarar hava tikið námsfrøðiútbúgving á Fróðskaparsetrinum.
Til spurning 2:
Fyrstu førleikametingarnar vórðu fyrireikaðar í 2018, tá 15 skrivstovufólk á almennum stovni søktu
um at verða førleikamett. Av hesum vórðu 11 førleikamett í 2019 og fingu prógv sum
skrivstovufólk.
Síggja vit burtur frá teimum, ið eru førleikamett í sambandi við, at tey sum miðnámsskúlalærarar
hava tikið námsfrøðiliga útbúgving, so eru flestu førleikametingarnar framdar innan
skrivstovuútbúgving og heilsuhjálparaútbúgving, har ávikavist 22 og 17 eru førleikamett. Harnæst
kemur førleikameting innan timburútbúgving, har 12 persónar eru førleikamettir. Innan
matvøruyrkið eru 8 persónar førleikamettir, 6 persónar innan sjóvinnuútbúgvingar, meðan 5
persónar eru førleikamettir sum námsfrøðihjálparar.
Til spurning 3:
Í løtuni er eitt fólk, sum arbeiðir 2/3 tíð, ið tekur sær av at fyrireika, samskipa og menna
førleikametingarøkið í Føroyum. Arbeiðsorkan verður raðfest í mun til eftirspurningin, sum í
størstan mun higartil hevur verið innan yrkisrættaðar útbúgvingar, sum m.a. fevnir um
yrkisútbúgvingar og útbúgvingarnar á Heilsuskúla Føroya.
Ein týðandi partur av skipanini er at skipa fyri skeiðum fyri førleikametarum. Síðan skipanin fór at
virka eru fýra skeið hildin fyri førleikametingarstarvsfólki, ið sum oftast eru fakfólk, ið virka í
vinnuni ella undirvísa.
Til spurning 4:
Tað verður lýst á heimasíðunum hjá Vegleiðingarstovuni og Yrkisdeplinum við førleikameting.
Førleikameting er skipa soleiðis, at tað altíð ber til at søkja um førleikameting inna allar føroyskar

-- 2 of 3 --

B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð
J. H. Schrøtersgøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo
3/3
útbúgvingar. Tó er ikki vist, at eitt og hvørt ynski um førleikameting kann verða gingið á møti
beinan vegin. Menningin av skipanini við førleikameting hevur lagað seg eftir tørvinum og
áhuganum, og eftir, hvussu nógvir fyrispurningar eru komnir inn.
Djóni Nolsøe Joensen
landsstýrismaður

-- 3 of 3 --
116.24 Spm til D. N. Joensen frá H. Jensen - Førleikameting í Føroyum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 23. jun. 2025

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Hanna Jensen, løgtingskvinna
Svarari: Djóni N. Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum
Evni: Førleikameting í Føroyum
Spurningar:
1. Hvussu gongur við førleikameting í Føroyum, og hvussu nógv verður hon
brúkt?
2. Hvussu nógv verða árliga førleikamett innan yrkisútbúgvingarøkið?
3. Hvussu verður førleikameting raðfest fíggjarliga og ímillum ymisk øki?
4. Hvar og hvussu ofta verður lýst við møguleikanum at verða førleikamett(ur)?
Viðmerkingar:
Førleikameting varð innførd við lóg í Føroyum í 2014. Galdandi kunngerð um
førleikameting fekk virknað á vári í 2018. Sambært lógini var endamálið við at
innføra førleikameting at veita fólki, 25 ár og eldri, í sambandi við útbúgving ella
arbeiði, møguleika fyri førleikameting, sum tekur atlit at samlaðu førleikunum hjá tí
einstaka, sum eru viðkomandi fyri at fara undir ávísa útbúgving ella arbeiði, og at
støðið verður tikið í førleikum, sum eru fingnir í skúlaskipanini, í arbeiðslívi,
frítíðarvirksemi ella á annan hátt.
Hugsanin var tá at eggja fólki, sum høvdu arbeitt rúma tíð innan eitt yrki, at nema sær
fulla útbúgving við styttari skúlatíð ella styttari lærutíð, grundað á úrslitið av
førleikametingini.
Lítið er at hoyra um, hvussu førleikametingin er ment hesi árini, og hvussu hon hevur
gagnað føroyska arbeiðsmarknaðinum, síðani hon varð innførd. Og spurningurin er, í
hvønn mun kunnað og lýst verður við hesum møguleika, og hvussu arbeitt verður við
at styrkja førleikameting innan ymisk fakøki.
Búskaparráðið og Føroya Arbeiðsgevarafelag hava mangan umrøtt tørvin á útbúnari
arbeiðsmegi til ávís øki á føroyska arbeiðsmarknaðinum, og tá kemur mangan til
hugs, at kanska førleikameting er eitt av svarunum upp á tørvin á
arbeiðsmarknaðinum. Summi tosa eisini um at stytta ávísar útbúgvingar fyri at
rationalisera – og eisini tá kunnu tankarnir leita inn á førleikameting.
Av hesum orsøkunum verða spurningarnir settir, nú meira enn 10 ár eru liðin, síðani
førleikameting varð innførd við lóg í Føroyum.

-- 1 of 2 --

Á Løgtingi, 23. juni 2025
Hanna Jensen

-- 2 of 2 --