← Løgtingsmál

52-115/2024

Krabbameinsætlan fyri Føroyar

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 4. jul. 2025 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
115.24 Svar frá S. Bertholdsen til K. W. Poulsen - Krabbameinsætlan fyri Føroyar.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 4. jul. 2025

Sjá útdrigin tekst
Dagf. 4. juli 2025
HMR j. nr. 25/15434-11
Súsanna Bertholdsen
landsstýriskvinna
Svar
upp á
Fyrispurning nr. 52-115/2024 eftir § 52 a í tingskipanini um Krabbameinsætlan fyri Føroyar,
frá Kristiannu Winther Poulsen, løgtingskvinnu
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Hvussu stórur partur av tilmælunum í Krabbameinsætlanini fyri Føroyar frá 2022 eru sett í
verk?
2. Hvør ætlan er fyri at seta restina av tilmælunum í verk?
3. Eru nøkur ávís tilmæli, sum eiga at fáa serliga høga raðfesting?
4. Hvussu er støðan hjá føroyingum, sum verða raktir av krabbameini, samanborið við støðuna
hjá krabbameinsraktum í okkara grannalondum?
5. Hvussu eru møguleikarnir hjá starvsfólkunum á økinum at fáa førleikamenning og
eftirútbúgving?
Svar:
Til spurning 1
Tað verður áhaldandi arbeitt við at seta átøk í krabbameinsætlanini í verk. Niðanfyri verður í
stuttum lýst, hvussu stórur partur av tilmælunum antin eru sett í verk ella eru ávegis.
Í krabbameinsætlanini frá 2022 eru 69 tilmæli. Eitt av hesum er at seta eitt tvørfakligt
krabbameinsráð at ráðgeva landsstýrisfólkinum, m.a. um, hvussu tilmælini skulu raðfestast.
Krabbameinsráðið varð sett á heysti í 2022 og lat í 2023 tásitandi landsstýriskvinnuni síni fyrstu
tilmæli, sum í høvuðsheitum snúgva seg um:
• Seta serlækna við palliatión í Sjúkrahúsverkinum.

-- 1 of 9 --

• Seta í verk nýggja ávísingar- og útgreiningarskipan (við útgreiningareind), har ávíst verður
til ein felags “postkassa”.
• Skipa eina screeningseind og seta í verk eina landsfevnandi screening fyri tarmkrabba í
Føroyum.
• Orða eina nýggja fólkaheilsuætlan, sum leggur dent á sjúkufyribyrgjandi og heilsufremjandi
tiltøk sum heild. Samstundis verður mælt til, at tað skal raðfestast at fáa sett nøktandi tiltøk í
verk fyri at tálma royking, serliga millum ung.
Eins og undanfarnu tvey árini er aftur játtan sett av til krabbameinsátøk í ár. Niðanfyri verður greitt
frá, hvat status er viðvíkjandi teimum tilmælum, sum Krabbameinsráðið hevur latið, umframt hvørji
onnur tilmæli antin eru sett í verk ella eru ávegis at verða sett í verk.
Tilmæli frá Krabbameinsráðnum - støðulýsing
Palliatión
Eftir at Sjúkrahúsverkið hevði lýst eftir palliatiónslækna í fjør, eru tríggir serlæknar settir til at
røkja funktiónina (brøk 1,0).
Fyri at kunna geva enn betur tænastu til borgaran, er ætlanin at røkka út til borgarin við
heimavitjanum í samsvari við krabbameinsætlanina. Hetta er eisini í samsvar við júst samtykti
lógina um at skipa heilsutænastur í nærumhvørvinum, har ljós verður varpað á, at meiri viðgerð og
røkt skal vera framd í nærumhvørvinum. Borgarin skal millum annað hava møguleika at verða sum
longst í egnum heimi – eisini síðstu tíðina. Í hesum sambandi er palliatiónin í Sjúkrahúsverkinum
uppraðfest við sjúkrarøktarfrøðingi. Eingin ivi er í, at hetta er eitt stórt stig fyri betri vælveru hjá
okkara borgarum, sum hava tørv á palliatión, umframt fyri teirra nærmastu, sum gera eitt stórt
sjálvboðið arbeiði. Fyri fleiri borgarar er tað eisini stór sálarbót, at síðsta tíðin kann livast í
heiminum.
Tá tað verður neyðugt at innleggja, eru karmarnir til tað, tí í fjør vóru tvær góðar ein-song stovur
oyramerktar til palliatión í nýggja H-bygninginum.
Í samsvari við krabbameinsætlanina hevur eisini verið ynski um at styrkja palliatión í primera
geiranum og styrkja samstarvið millum Sjúkrahúsverkið og primera geiran. Í hesum sambandi er
peningur í ár játtaður til at skipa fyri einum skeiðvirksemi við serfrøðingi, sum er royndur innan
fakið og undirvísir í palliatión. Skeiðvirksemi, har umboð fyri geirarnar luttaka, verður í heyst.
Nýggj ávísingar- og útgreiningarskipan
Eitt annað grundleggjandi tilmæli í krabbameinsætlanini er at seta í verk eina nýggja ávísingar- og
útgreiningarskipan í heilsuverkinum, við tí endamáli at stytta um tíðarskeiðið frá tí, at lækni hevur
illgruna um krabba, til sjúklingurin er útgreinaður, og staðfest verður, um talan er um krabbamein
ella ikki. Útgreiningareind verður nú skipað fyri borgarar, har illgruni er um krabba. Endamálið er,

-- 2 of 9 --

at allar ávísingar við illgruna um krabbamein verða sendar á sama stað, soleiðis at borgarar í
framtíðini verða loftaðir og fáa eina so skjóta og skipaða útgreining, sum er møgulig í Føroyum.
Ynskiligt er, at bíðitíðirnar eru so nær við okkara grannalond sum gjørligt, og borgararnir fáa
viðgerð og tænastu, sum er samanberilig við eitt nú Danmark. Peningur er játtaður og samskipari
varð settur 1. mai í ár til útgreiningareindina. Fyrsta uppgávan er at fáa skipað mannagongdir, bæði
innanhýsis í Sjúkrahúsverkinum og til kommunulæknar, umframt tekniskar uppsetingar í talgildu
heilsuskipanini skulu gerast. Sambært Sjúkrahúsverkinum kunnu væntandi allar ávísingar við
illgruna verða senda á sama stað til krabbameinsútgreiningareindina á heysti 2025.
Screeningseind og landsfevnandi screening fyri tarmkrabba
Læknaskrivari varð settur 1. februar í ár til screeningseindina. Høvuðsuppgávurnar hjá eini
screeningseind eru planlegging, praktisk viðurskiftir, góðskutrygging og at gera eina strategi fyri og
eftirmeting av allari screening í Føroyum. Screeningseindin verður skipað sum ein stápur undir
Diagnostiska deplinum á Landssjúkrahúsinum. Tá ið screeningstilboðini gerast fleiri enn í dag,
verður helst tørvur á størri skrivaraorku.
Tilmæli um screening fyri tarmkrabba er latið Heilsumálaráðnum í desember 2024. Sambært
tilmælinum skulu nakrar grundleggjandi fortreytir verða komnar uppá pláss, áðrenn tað kann verða
farið undir eina varisliga byrjan. Millum annað verður mælt til, at fleiri sjúkrarøktarfrøðingar verða
settir í endoskopiini (kikarakanningar), samstundis sum hesir verða upplærdir at gera koloskopiir
(kikarakanning av langanum). Í hesum sambandi verður eisini gjørt greitt, at tað er neyðugt at
minka um bíðilistan til endoskopi, áðrenn tað kann verða farið undir varisliga at byrja eina
tarmscreening í Føroyum.
Í samsvari við tilmælið um tarmscreening og krabbameinsætlanina er í fjør og í ár peningur játtaður
til at byggja upp eitt trygt og gott undirstøðukervi í endoskopini, við manning og útgerð, fyri at
verða ílatin til komandi tarmscreeningar, sum millum annað fara at krevja nógv fleiri
endoskopikanningar.
Sambært Sjúkrahúsverkinum verður arbeitt við at tillaga virksemið á økinum soleiðis, at borgarar
sum skulu til kontroll, kunnu gera hesar kanningar á Klaksvíkar sjúkrahúsi og á Suðuroyar
sjúkrahúsi, soleiðis at fyrsta kontaktin er á Endoskopieindini á Landssjúkrahúsinum. Soleiðis kunnu
kontroll ávísingar til ávikavist 1., 3. og 5. árið sendast til Klaksvíkar og Suðuroyar. Hetta verður
gjørt, fyri at allar resursir verða nýttar, og tey, sum hava tørv á bráðfeingis útgreining, sleppa skjótt
fram at. Ætlanin er eisini at fara undir upplæring av nýggjum sjúkrarøktarfrøðingum at gera
útvaldar skopiir.

-- 3 of 9 --

Heilsupolitikkur og fólkaheilsuætlan
Í samsvari við samgonguskjalið er tað komið væl áleiðis við at orða ein heilsupolitikk fyri Føroyar.
Málið er, at allir borgarar sum longst varðveita sálarliga, kropsliga og sosiala vælveru, og at røtt og
dygdargóð viðgerð verður veitt, tá hon krevst. Í heilsupolitikkinum verða eisini viðurskifti tikin við,
sum vanliga eru partar í eini fólkaheilsuætlan. Hóast tað enn ikki er farið undir arbeiðið at orða eina
nýggja fólkaheilsuætlan, er landsstýriskvinnan farin undir at seta tilmæli úr krabbameinsætlanini í
verk, sum snúgva seg um at fyribyrgja krabbamein. Sum dømi kann nevnast, at sjøtul er settur á
arbeiðið at orða eina nýggja og munabetri tubbaks- og nikotinlóg (sí niðanfyri).
Heilsupolitikkurin hevur eina visjón og røkkur eitt 10-ára skeið, frá 2025 - 2035. Umframt
langtíðarvisjónina, hevur heilsupolitikkurin ítøkilig mál fyri styttri tíðarskeið, og lýst verður, hvørji
átøk eru neyðug at seta í verk fyri at náa málunum, hvat kostnaðurin av átakinum er, og hvør
tíðarætlanin er.
Ætlanin er, at heilsupolitikkurin skal leggjast fyri Løgtingið á heysti 2025.
Tiltøk at tálma royking, snúsnýtslu v.m.
Í krabbameinsætlanini eru seks tilmæli, sum skulu virka fyri at tálma royking og heilsuskaðiligu
avleiðingarnar av henni. Eg eri farin undir arbeiðið at seta tilmæli í verk, sum hoyra undir mítt
málsøkið. Hetta arbeiðið er skipað í trimum pørtum: 1) orða nýggja tubbaks og nikotinlóg; 2)
fyribyrgjandi átøk og 3) tilboð um roykiavvenjing.
Eitt av málunum við komandi lógini og átøkunum er, at árgangirnir hjá teimum, sum eru fødd í
2015 og seinni, verða roykfríir og ikki nýta aðrar tubbaks- ella nikotinvørur.
Ætlanin við tubbaks- og nikotinlógini er at veita øllum ein lógartryggjaðan rætt til at liva og virka í
einum umhvørvi, sum ikki er heilsuskaðiligt og uttan tubbaksdálkaða luft.
Heilsustýrið hevur ábyrgdina av teimum fyribyrgjandi tiltøkunum og viðgerðartilboðum, sum skulu
eggja fólki at leggja av at roykja og snúsa.
Eftir ætlan verður tubbaks- og nikotinlógin løgd fram í Løgtinginum í komandi tingsetu.
Onnur tilmæli – støðulýsing
Tað hevur eisini verið arbeitt við at seta onnur krabbameinsátøk enn tey, sum Krabbameinsráðið
hevur mælt til. Niðanfyri verður í stuttum komið inn á, hvat status er hesum viðvíkjandi.

-- 4 of 9 --

Betri hagtalsgrundarlag í Føroyum
Í samsvari við krabbameinsætlanina var játtan í 2023 sett av til at styrkja krabbameinsskrásetingina
í Føroyum. Samstundis varð ábyrgdin at umsita Krabbameinsskránna flutt frá Sjúkrahúsverkinum
til Heilsustýrið.
Heilsustýrið leggur nógva orku í at hagtølini eru álítandi, og her eru Føroyar á hædd við hini
Norðurlondini. Heilsustýrið hevur gjøgnumgingið allar patologiskar krabbameinsdiagnosur fyri
2022 og 2023, og á hvørjum ári verður eisini farið ígjøgnum allar deyðsváttanir. Harafturat hevur
Heilsustýrið gjøgnumgingið allar deyðsváttanir við krabbameini sum deyðsorsøk aftur til 2011 og
validerað Krabbameinsskránna. Krabbameinshagtøl verða síðani á hvørjum ári fráboðað til
Nordcan, ið er ein felags dátugrunnur fyri krabbameinshagtøl í Norðurlondum, soleiðis at tey kunnu
leggjast út á heimasíðuna við hagtølum um krabbamein frá hinum Norðurlondunum.
Eftir at Heilsustýrið er farið at greina krabbameinstølini, hevur tað sambært Heilsustýrinum víst seg,
at tølini viðvíkjandi deyðiligheit innan ávísar diagnosubólkar ikki eru so døpur sum upprunaliga
mett. Til dømis vísa tølini, at gongdin innan bróst- og prostatakrabba hevur verið so mikið jalig, at
tað nú doyggja lutfalsliga færri føroyingar enn danir innan hesar bólkar. Harafturímóti gongur tað
verri við til dømis tjúkk- og endatarmskrabba í Føroyum.
Endurmenning av krabbameinssjúklingum
Í samsvari við tilmæli í Krabbameinsætlanini eru ávikavist sálarfrøðingur og kliniskur sexologur
settir í Sjúkrahúsverkinum, sum í dag eru partar av endurmenningartilgongdini av
krabbameinssjúklingum.
Eisini er, í samsvari við ætlanini í dag, skipað ein endurmenningareind, ið tekur sær av
krabbameinssjúklingum. Í toyminum eru fleiri fakbólkar, sum geva sítt íkast. Umframt
sálarfrøðingur og kliniskur sexologur eru eisini fysioterapeutar, ergoterapeutar, sjúkrarøktafrøðingar
og onkologur (krabbameinslækni) partur av toyminum. Toymið kann sostatt hjálpa fólki við
krabbameinssjúku við ymiskum endurmenningartørvum.
Diagnostisk útgerð
Í sambandi við at diagnostisera sjúklingar, hevur tað týdning, at tann neyðuga útgerðin og tólini eru
nøktandi og dagførd. Í krabbameinsætlanini varð víst á tørvin at fáa útvega ein nýggjan CT-
skannara og ein nýggjan MR-skannara. Eisini varð mælt til, at ein nýggjur mammomatur (bróst
røntgentól) varð fingin til vega.
Í fjør tók Landssjúkrahúsið ein nýggjan CT-skannara í nýtslu. Ein nýggjur 3T MR-skannari varð
somuleiðis tikin í nýtslu á Klaksvíkar sjúkrahúsi í fjør. Hesin skannari hevur, í samsvar við tilmælið
í krabbameinsætlanini, ta neyðugu tøknina, sum verður nýtt til útgreinan av m.a. arvaligum

-- 5 of 9 --

bróstkrabba og til at diagnostisera prostatakrabba. Verandi MR-skannari á Landssjúkrahúsinum
hevur ikki hesar møguleikar.
Í 2023 vórðu 23 menn sendir til prostataskanning í Danmark. Nú farið er undir at gera hesar
prostataskanningarnar í Klaksvík, fer talið av skanningum at økjast nógv. Hetta tí, at frameftir verða
allir menn skannaðir, í staðin fyri at gera biopsiir fyrst, fyri at staðfesta, um tørvur er á at skanna
fyri krabbamein í prostata.
Áður vórðu biopsiir gjørdar, heldur enn at ávísa allar sjúklingar til MR-skanning í Danmark.
Kanningarhátturin við 3T MR skannaranum er tryggari og meira vinarligur fyri menninar.
Harumframt er hesin kanningarhátturin í samsvari við nýggjastu tilmælini frá Sundhedsstyrelsen,
Krabbameinsætlanini frá 2022 og Dansk Urologisk Selskab.
Í ár er játtan sett av soleiðis, at økið er raðfest læknafakliga, har lækni m.a. hevur viðtalur við
hendan sjúklingabólk, og har eitt skjótt svar kann gevast eftir skanning.
Tað verður í løtuni arbeitt við at fáa til vega eitt nýtt bróst røntgentól í sjúkrahúsverkinum.
Harumframt er eitt nýtt ultraljóðtól í samsvari við krabbameinsætlanina keypt afturat verandi tóli.
Sjúkrahúsleiðslan hevur, í samsvari við krabbameinsætlanina, gjørt eina ítøkiliga meting og tilmæli
um hvørji tól eru neyðug fyri at fáa ein vælvirkandi patologitænastu í Føroyum, har møguleiki
verður fyri at gera fleiri patologiskar kanningar í Føroyum.
Eisini er, í samsvari við krabbameinsætlanina, tólini til klinisk biokemi1 skift í 2023, og ætlan løgd
fyri framtíðar dagføring.
Onkologiska tænastan styrkt
Umframt verandi onkolog (krabbameinslækna), sum varð settur í 2019, eru tveir føroyskir læknar
settir í høvuðsútbúgvingarstarv í onkologi. Harumframt er konsulentavtalan við Ríkissjúkrahúsið styrkt
munandi, soleiðis at konsulentar eru á Landssjúkrahúsinum hvørja viku. Tá ið ætlanin varð skrivað í 2022,
komu konsulentarnir aðru hvørja viku.
Sjúklingasamskiparar/leiðbeinarar
Í krabbameinsætlanini varð mælt til, at sjúklingasamskipanin bleiv styrkt við
sjúklingasamskiparum, sum fingu ábyrgd av at skipa samanhang tvørtur um geirar og sergreinar –
eisini viðgerðarstovnar uttanlands. Eisini skuldi sjúklingurin hava ein navnfestan persón, sum hann
ella hon kundi seta seg í samband við, tá ið spurningar um sjúklingagongdina stungu seg upp.
1 Innanfyri kliniska biokemiska økið í sjúkrahúsverkinum, verða gjørdar allar møguligar kanningar av blóð, landi og
øðrum vætum úr kroppinum – eisini fyri at diognostisera krabbameinssjúku. Hetta er eitt økið, sum kann roknast fyri at
vera ein „høvuðsmotorur“ í heilsuverkinum, og ger yvir eina millión kanningar um árið.

-- 6 of 9 --

Í dag eru sjúklingaleiðbeinarar settir í Sjúkrahúsverkinum, sum í stóran mun hava fingið
omanfyrinevndu uppgávur. Á heimasíðuni hjá Sjúkrahúsverkinum2 er nærri kunning um hesar
uppgávur hjá leiðbeinarunum, umframt telefonnummar og teldupostadressa har sjúklingar kunnu
venda sær til, um teir hava tørv á vegleiðing ella hjálp í sambandi við teirra sjúklingagongd ella
øðrum viðurskiftum.
Screening fyri lívmóðurhálskrabba og HPV-koppseting.
Frá 1. mai í ár var screening fyri lívmóðurhálskrabba víðkað til aldurin 23 - 64 ár, samstundis sum
kanningarhátturin er dagførdur. Hetta er gjørt í samsvar við tilmælið í Krabbameinsætlanini.
Harumframt hevur Heilsustýrið kannað, hví færri børn og ung lata seg koppseta fyri HPV í
Føroyum í mun til okkara grannalond.
Heilsustýrið arbeiðir í hesum sambandi við átøkum fyri at fáa fleiri at koppseta seg, m.a. verður
arbeitt við eini talgildari áminningarskipan, sum sjálvvirkandi sendir foreldrum eina áminning, tá
barnið eigur at verða HPV-koppsett sambært tilmælunum. Málið er, at skipanin fer at økja um talið
á teimum, ið fáa tilmældu koppsetingarnar.
Broytingar í almannalóggávu
Til seinast skal nevnast, at í krabbameinsætlanini varð eisini mælt til at gera broytingar í okkara
almannalóggávu fyri at betra um fíggjarligu umstøðurnar hjá teimum sjúklingum og avvarðandi,
sum verða rakt av krabbameinssjúku.
Almannaveitingar vóru nærum ikki javnaðar í 10 ár frá 2011 til 2022, men við løgtingslóg um
javningarprosent til almannaveitingar, er javningin nú komin í eina fasta legu.
Í 2022 varð dagpeningalógin broytt, soleiðis at dagpengatíðarskeiðið hjá persónum við álvarsligum
sjúkum varð longt úr 40 vikum í einum 12 mánaða skeiði til 52 vikur í einum 18 mánaða skeiði. Tá
talan er um álvarsliga ella lívshættisliga sjúku, kann dagpeningur veitast í longri enn 52 vikur. Hetta
fyri at fyribyrgja, at til dømis krabbameinssjúklingar skulu enda á fyribils uppihaldsveiting, har
treytirnar ikki eru eins góðar.
Fyri at geva foreldrum møguleika at syrgja, er løgtingslóg um almannatrygd og tænastur broytt
soleiðis, at foreldur, sum missa eitt barn, kunnu fáa endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í 26 vikur í
part eftir andlátið.
Í 2021 kom skipanin við endurgjaldi fyri mista arbeiðsinntøku í sambandi við ansing av doyggjandi.
Upprunaliga var skipanin í høvuðsheitum til tey, sum doyggja heima. Tásitandi landsstýriskvinna í
2 Sjúklingaleiðbeinarar - Sjúkrahúsverkið

-- 7 of 9 --

almanna- og mentamálum broytti í 2023 kunngerðina um endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku
soleiðis, at skipanin verður smidligari hjá teimum, sum eru løgd inn á sjúkrahús.
Harumframt kann nevnast, at landsstýrismaðurin í almanna- og mentamálum arbeiðir í løtuni við
einum uppskoti um at broyta dagpeningalógina, sum fer at bøta um støðuna á arbeiðsmarknaðinum
hjá langtíðarsjúkum starvsmonnum. Uppskotið, sum í næstum verður sent til ummælis, fer at hava
við sær, at smærri arbeiðsgevarar á privata arbeiðsmarknaðinum fáa part av lønarútreiðslunum til
langtíðarsjúkar starvsmenn endurgoldnar frá Almannaverkinum.
Til spurning 2
Sum tað framgangur í svarinum omanfyri, er ein stórur partur av tilmælunum í ætlanini sett í verk,
ella eru ávegis at verða sett í verk.
Í heyst ætli eg mær saman við Krabbameinsráðnum at taka samanum tilmælini – og í hesum
sambandi meta um, hvørji tilmæli enn mangla at verða sett í verk, og hvussu tey eiga at verða
raðfest.
Til spurning 3
Tað eru fleiri tilmælir, sum eiga at fáa høga raðfesting.
Skjót útgreining hevur sera stóran týdning, tá ið tað viðvíkur lekjandi viðgerð av krabbameini.
Tí hevur tað høga raðfesting at seta í verk ein nýggja ávísingar- og útgreiningarskipan í
heilsuverkinum, við tí endamáli at stytta um tíðarskeiðið frá tí, at lækni hevur illgruna um krabba,
til sjúklingurin er útgreinaður og staðfest verður, um talan er um krabbamein ella ikki. Hesum
verður tað arbeitt við. Sambært Sjúkrahúsverkinum kunnu væntandi allar ávísingar við illgruna
verða sendar á sama stað til krabbameinsútgreiningareindina á heysti 2025.
Eisini hevur tað høga raðfesting at minka um bíðilistan til endoskopi (kikarakanningar). Hetta
arbeiðið er í gongd í løtuni. Hetta hevur stóran týdning fyri at fáa staðfest tjúkk- og
endatarmskrabba skjótast gjørligt, tá ið illgruni er um hetta.
Til spurning 4
Í 2023 varð samlaða talið av nýggjum krabbameinstilburðum 376, sum er ein hækking samanborið
við árini frammanundan (357 tilburðir í 2022).
Yvirliva
Heilsustýrið upplýsir, at um hugt verður at teimum sum yvirliva krabbamein, ber til at hyggja at eitt
nú “5-ára yvirliving” eftir ein hevur fingið staðfest eitthvørt slag av krabba. “5-ára yvirliving” vísir,
hvussu stórur partur av teimum, ið hava fingið staðfest krabbamein, enn eru á lívi eftir fimm ár. Í
2022 lógu Føroyar aftast av Norðurlondum viðvíkjandi “5-ára yvirliving” - bæði hjá monnum og

-- 8 of 9 --

kvinnum. Tað vil siga, at sannlíkindini fyri at vera á lívi fimm ár eftir at diagnosa varð sett,
samanborið við onnur á sama aldri, vóru lægst í Føroyum.
Støðan viðvíkjandi teimum sum yvirliva er batnað í 2023. Menninir eru komnir uppá 70,3 %
viðvíkjandi “5-ára yvirliving” og eru næstan komnir ájavnt við finskar menn. Hjá føroyskum
kvinnum er “5-ára yvirliving” 72 %, sum er eitt vet hægri enn hjá finsku monnunum, men
framvegis lægri enn hjá kvinnum í hinum Norðurlondunum.
Til spurning 5
Í heilsuverkinum verða átøk gjørd fyri at førleikamenna starvsfólk til tær ymisku uppgávurnar –
eisini á krabbameinsøkinum.
Sum dømi kann nevnast, at Sjúkrahúsverkið hevur raðfest at serútbúgva tveir læknar og tvær
sjúkrarøktarfrøðingar innan palliativa økið.
Eisini hevur Sjúkrahúsverkið skipað fyri undirvísing um krabbamein av røktarstarvsfólki, fyrst í
Sjúkrahúsverkinum og síðan í primera geiranum.
Í samsvari við krabbameinsætlanina er peningur eisini játtaður til at skipa fyri skeiðvirksemi við
serfrøðingi at styrkja palliatión í primera geiranum og styrkja samstarvið millum Sjúkrahúsverkið
og primera geiran. Skeiðsvirksemi verður í heyst.
Heilsumálaráðið, 4. juli 2024
Súsanna Bertholdsen
landsstýriskvinna

-- 9 of 9 --
115.24 Spm til S. Bertholdsen frá K. W. Poulsen - Krabbameinsætlan fyri Føroyar.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 23. jun. 2025

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Kristianna Winther Poulsen, løgtingskvinna
Svarari: Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum
Evni: Krabbameinsætlan fyri Føroyar
Spurningar:
1. Hvussu stórur partur av tilmælunum í Krabbameinsætlanini fyri Føroyar frá
2022 eru sett í verk?
2. Hvør ætlan er fyri at seta restina av tilmælunum í verk?
3. Eru nøkur ávís tilmæli, sum eiga at fáa serliga høga raðfesting?
4. Hvussu er støðan hjá føroyingum, sum verða raktir av krabbameini,
samanborið við støðuna hjá krabbameinsraktum í okkara grannalondum?
5. Hvussu eru møguleikarnir hjá starvsfólkunum á økinum at fáa
førleikamenning og eftirútbúgving?
Viðmerkingar:
Krabbamein kann raka okkum øll. Tað gongur valla dagur, uttan at ófrættatíðindi
hoyrast um, at fólk gerast sjúk. Okkurt tíðarskeið í lívinum rakar sjúkan okkum sjálvi,
okkurt av okkara næstrafólki ella kenningar.
Ynskistøðan hevði verið at kunnað fyribyrgt, at fólk fáa krabbamein og gerast sjúk.
Men sjúkan rakar, ofta hart og brutalt, og tey, ið verða rakt av sjúkuni, og teirra
avvarðandi, skulu hava ta hjálp, teimum tørvar.
Í 2022 var krabbameinsætlan fyri Føroyar liðug. Hetta arbeiðið byggir á fyrstu
krabbameinsætlanina, sum er frá 2009. Talan er um eitt stórt arbeiði, har nógv fólk
við servitan og fjølbroyttum førleikum hava givið teirra íkast.
Nógv er hent á krabbameinsøkinum, síðani fyrsta krabbameinsætlanin varð gjørd í
2009. Størri vitan er um sjúkuna, og viðgerðarhættirnir eru blivnir betri, umframt at
nýggir eru lagdir afturat. Harumframt er heilivágurin blivin betri. Tað hevur týdning,
at starvsfólkini á økinum hava atgongd til neyðuga førleikamenning og
eftirútbúgving.

-- 1 of 2 --

69 tilmæli eru í krabbameinsætlanini, sum spennir víða. Hon fevnir um fyribyrging,
hagtalsgrundarlag, screening, endurmenning, samskipaða sjúklingagongd og
palliatión.
Nú eru trý ár liðin, síðani seinasta krabbameinsætlanin fyri Føroyar varð liðug.
Spurningurin er, hvussu tað gongur við arbeiðinum at seta tey 69 tilmælini í verk, til
frama fyri krabbarakt, teirra avvarðandi og fyri samfelagið sum heild.
Tí verður hesin fyrispurningur settur landsstýriskvinnuni í heilsumálum.
Á Løgtingi, 23. juni 2025
Kristianna Winther Poulsen

-- 2 of 2 --