← Løgtingsmál

52-114/2024

Stýrisskipanarlógin

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 4. jul. 2025 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
114.24 Svar frá løgmanni til B. S. Nielsen - Stýrisskipanarlógin.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 27. jun. 2025

Sjá útdrigin tekst
L Ø G M A N S S K R I V S T O V A N
P r i m e M i n i s t e r ´ s O f f i c e
Tinganes - Fo-100 Tórshavn – Faroes
Tel: (+298)306000 – e-mail: info@tinganes.fo - www.lms.fo
Løgtingið
Svar
uppá
skrivligan fyrispurning nr. 114/2024 eftir tingskipanini § 52a til Aksel V. Johannesen, løgmann,
frá Bárði á Steig Nielsen, løgtingsmanni, um stýrisskipanarlógina
Fyrispurningurin var soljóðandi:
1. 	Metir løgmaður, at ásetingin í Stýrisskipanarlógini § 54, stk. 2 er fylgd í málinum um at taka
Føroyar úr Ríkisfelagsskapinum?
Svar:
Eins og spyrjarin nevnir, so er ásett í stýrisskipanarlógini § 54, stk. 2, at landsstýrið skal ráðføra seg við
uttanlandsnevndina í sambandi við samráðingar við ríkismyndugleikarnar av stórum týdningi fyri
viðurskiftini Føroya og Danmarkar millum.
Hetta fer sjálvsagt at verða gjørt, tá ið landsstýrið fer undir slíkar samráðingar.
Men hagar er málið ikki komið. Talan er ikki um samráðingar enn, men bert at landsstýrið í sambandi við
ríkis- og samstarvsráðsfundin í Føroyum í juni yvirskipað hevur greitt donsku stjórnini frá, at fimm av
seks flokkum ynskja eina skipan, sum gevur Føroyum uttanríkispolitiskar heimildir og byggir á samstarv
millum javnbjóðis lond í einum felagsskapi.
Í Tinganesi, 26. juni 2025
Aksel V. Johannesen
løgmaður

-- 1 of 1 --
114.24 Spm til løgmann frá B. S. Nielsen - Stýrisskipanarlógin.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 23. jun. 2025

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bárður á Steig Nielsen, løgtingsmaður
Svarari: Aksel V. Johannesen, løgmaður
Evni: Stýrisskipanarlógin
Spurningar:
1. Metir løgmaður, at ásetingin í Stýrisskipanarlógini § 54, stk. 2 er fylgd í
málinum um at taka Føroyar úr Ríkisfelagsskapinum?
Viðmerkingar:
Løgmaður boðaði herfyri frá, at hann fór at boða danska forsætismálaráðharranum frá
hansara ætlanum um at taka Føroyar úr Ríkisfelagsskapinum og at gera ein nýggjan
felagsskap við trimum sjálvstøðugum londum. Síðani hevur forkvinnan í Tjóðveldi
verið úti og boðað frá, at nú fáa vit fullveldi.
Okkara stýrisskipan ásetir greitt, at í samband við broytingar í viðurskiftunum við
Danmark, skal landsstýrið ráðføra seg við Løgtingsins uttanlandsnevnd. Tað hevur
sum kunnugt ikki verið nøkur ráðførsla við Uttanlandsnevndina í hesum málinum,
sum sambært útmeldingunum snúgva seg um at taka Føroyar úr Ríkisfelagsskapinum.
Tað verður ásett í Stýrisskipanarlógini § 54, stk. 2, at landsstýrið skal “ráðføra seg”
við uttanlandsnevnd Løgtingsins í sambandi við samráðingar við
ríkismyndugleikarnar av stórum týdningi fyri viðurskiftini Føroya og Danmarkar
millum.
Tingsskipanin ásetir í § 24, stk. 1, nr. 2, at ein uttanlandsnevnd við 7 limum og 7
varalimum verður vald at røkja sítt starv sbrt. § 54 í Stýrisskipanarlógini og gevur
Løgtinginum tilmæli í øllum uttanlands-, marknaðar- og verjumálum, eisini um
viðurskiftini við Danmark.
Á Løgtingi, 23. juni 2025
Bárður á Steig Nielsen

-- 1 of 1 --