← Løgtingsmál

52-113/2024

Flutningur av djórum millum lond.

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 4. jul. 2025 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
113.24 Svar frá S. Stenberg til K.. Hergeirsson - Flutningur av djórum millum lond.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 1. jul. 2025

Sjá útdrigin tekst
Uttanríkis- og vinnumálaráðið
Løgtingið Tórshavn, 1. juli 2025
Journal nr.: 25/15409
Svar frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, upp á § 52a-fyrispurning nr. 52-113/2024 frá Karlot
Hergeirssyni, løgtingsmanni, um flutning av djórum millum lond
Fyrispurningur
1. Hví er tað ikki møguligt hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni (HFS) at móttaka og avgreiða
innflutningsloyvi fríggjadagar?
2. Er tað møguligt, at HFS kann útveita avgreiðsluna av innflutningsloyvinum til privatar
djóralæknar?
Svar
Svarað verður undir einum.
Fyri at verja djór í Føroyum ímóti sníkum og djórasjúkum er bara loyvt at innflyta hundar og kettur
við galdandi heilsuváttan til Føroya. Sama er galdandi fyri hundar og kettur, sum ferðast uttanlands
og koma aftur til Føroya.
Djóralæknakanningar av hundum ella kettum, sum skulu hava innflutningsloyvi ella ferðaloyvi,
skulu ikki vera eldri enn tveir dagar, tá ferðin úr sendaralandinum byrjar, sbrt. § 20, stk. 1 og § 30,
stk. 1 í kunngerð nr. 82 frá 18. mai 2021 um at innflyta hundar, kettur og gitnaðarevni.
Orsøkin til hesa freist er, at trygd skal kunna veitast fyri, at heilsuváttanin er røtt, sbr. § 29, stk. 2,
ella § 41, stk. 2, í omanfyrinevndu kunngerð, og at stundir eru at fáa viðurskiftini í rættlag, um
krøvini í heilsuváttanini ikki eru lokin.
Avgreiðslan av umsóknum til innflutningsloyvi og eftirkanningin av heilsuváttanunum er
tíðarkrevjandi, og tað ber tí ikki til at taka ímóti og avgreiða umsóknir um innflutningsloyvi sama
dag. Av hesi orsøk ber ikki til at ferðast sunnudag.
Tað er ein myndugleikauppgáva at hava veterinert marknaðeftirlit. Skal hetta broytast, má hetta
gerast í regluverkinum. Í løtuni verður ikki arbeitt við hesum.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 1. juli 2025
Sirið Stenberg

-- 1 of 2 --

Landsstýriskvinna

-- 2 of 2 --
113.24 Spm til S. Stenberg frá K. Hergeirsson - Flutningur av djórum millum lond.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 23. jun. 2025

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Karlot Hergeirsson, løgtingsmaður
Svarari: Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum
Evni: Flutningur av djórum millum lond
Spurningar:
1. Hví er tað ikki møguligt hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni (HFS) at móttaka
og avgreiða innflutningsloyvi fríggjadagar?
2. Er tað møguligt, at HFS kann útveita avgreiðsluna av innflutningsloyvinum til
privatar djóralæknar?
Viðmerkingar:
Fleiri, sum eiga kelidjór, ynskja at kunna sleppa av landinum við sínum djórum í
longri ella styttri tíðarskeið, tað verið seg til kappingar, til aling ella bara tí tey vilja
hava sítt kelidjór við í feriu.
At flyta djór ímillum lond kann hava óhepnar avleiðingar við sær við tað, at djórið
ótilvitað kann draga djórasjúkur, smittur og sníkar við sær.
Fyri at verja okkum ímóti hesum er kunngerð nr. 82 frá 18. mai 2021 lýst, og har
stendur millum annað í § 20, at “ Hundar og kettur, sum skulu innflytast til Føroya,
skulu kannast av løggildum djóralækna í sendaralandinum. Kanningin skal ikki vera
eldri enn 2 dagar, tá ferðin úr sendaralandinum byrjar.” Hendan kanning skal sendast
til HFS, sum so gevur endaligt loyvi at innflyta djórið. Tað skal gjaldast fyri hetta
innflutningsloyvið.
Grundað á, at hesar kanningar ikki muga vera eldri enn 2 dagar, so stendur á
heimasíðuni hjá HFS: “Fráferðir kunnu bert vera úr sendaralandinum við hundi ella
kettu hesar dagar – mikudag, hósdag, fríggjadag og leygardag”. Hetta er nokk tí, at
HFS ikki hevur opið í vikuskiftinum, og tí ikki avgreiðir umsóknirnar um
flutningsloyvi í vikuskiftinum.
Nógv av teimum, sum ferðast millum lond við sínum djórum, brúka Norrønu, tí at tað
millum annað gevur eina betri vælveru fyri kelidjórið. Um ferðast verður við Atlantic
Airways, so skulu djór omanfyri eina ávísa vekt í lastrúmið á flogfarinum, og tað eru
nógvir djóraeigarar ikki so glaðir fyri.
Vetrarhálvuna er fráferð hjá Norrønu úr Hirtshals bert sunnudag, og sambært
heimasíðuni hjá HFS ber hetta ikki til, tí innflutningsloyvi kann ikki avgreiðast til
hesa fráferð. Hetta merkir so, at tað er eingin møguleiki at brúka Norrønu, og
djóraeigarar eru meira ella minni avskornir frá at ferðast við sínum kelidjórum
helvtina av árinum.
Tað kann undra, at HFS ikki kann avgreiða innflutningsloyvi, har flutningsdagurin er
sunnudag, tí fríggjadagur, sum liggur 2 dagar áðrenn, er vanligur arbeiðsdagur.

-- 1 of 2 --

Fyri at fáa greiðu á, hví mannagongdin hjá HFS er, sum hon er, og um tað er møguligt
at gera broytingar á hesum øki, verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 23. juni 2025
Karlot Hergeirsson

-- 2 of 2 --