52-112/2024
Heimild til at logga dátur
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 4. jul. 2025 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
112.24 Svar frá B. K. Petersen til S. K. Poulsen - Heimild til at logga dátur.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 1. jul. 2025
Sjá útdrigin tekst
LØGMÁLARÁÐIÐ M I N I S T R Y O F J U S T I C E Gongin 7 • Postrúm 377 • FO-110 Tórshavn (+298) 35 80 80 • lmr@lmr.fo • www.lmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postrúm 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann 1. juli 2007 J. nr.: 25/15435-3 Svar upp á fyrispurning nr. 52-112/2024 eftir § 52 a í tingskipanini um logning í Føroyum frá Steffani Klein Poulsen, løgtingsmanni. Spurningarnir vóru soljóðandi: 1. Verður arbeitt við at seta reglur í gildi, sum svara til reglurnar í donsku “logningsbekendtgørelsen”? 2. Um ja, hvat restar í fyri at koma á mál við hesum? 3. Um nei, hvør er orsøkin til, at landsstýrismaðurin ikki ynskir at seta tílíkar reglur í gildi? Svar: Til spurning 1: Løgmálaráðið arbeiðir við málinum at seta í gildi reglur um logning í Føroyum. Arbeitt verður við at seta í gildi eina skipan, sum hevur við sær, at fjarskiftisfyritøkur skulu skráseta og goyma upplýsingar um nýtsluna hjá endabrúkarum á internetinum, t.d. IP-adressur. Slík skipan kann setast í gildi í Føroyum við at seta í gildi kunngerð við heimild í rættargangslógini. Av tí at talan er um felagsmál samstarvar løgmálaráðið við danska løgmálaráðið um hetta. Til spurning 2: Ein skipan, sum umrødd í svari til spurning 1, áleggur fjarskiftisfeløgum í Føroyum skyldu at skráseta og goyma ávísar upplýsingar í eitt ávíst tíðarskeið. Áðrenn slík skipan kann setast í gildi í Føroyum er tørvur á at fáa greiðu á, um fjarskiftisfyritøkurnar hava neyðugu tøkniligu útgerðina at skráseta og goyma slíkar upplýsingar. Løgmálaráðið hevur sett seg í samband við fjarskiftisfyritøkurnar í Føroyum hvat hesum viðvíkur og tá ið greiða er fingið á hesum, verður farið víðari við at seta reglurnar í gildi í Føroyum. -- 1 of 2 -- LØGMÁLARÁÐIÐ M I N I S T R Y O F J U S T I C E 2/2 Til spurning 3: Víst verður til svar til spurning 1. Løgmálaráðið 1. juli 2025 Bjarni K. Petersen landsstýrismaður -- 2 of 2 --
112.24 Spm til B. K. Petersen frá S. K. Poulsen - Heimild til at logga dátur.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 23. jun. 2025
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður Svarari: Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum Evni: Heimild til at logga dátur Spurningar: 1. Verður arbeitt við at seta reglur í gildi, sum svara til reglurnar í donsku “logningsbekendtgørelsen”? 2. Um ja, hvat restar í fyri at koma á mál við hesum? 3. Um nei, hvør er orsøkin til, at landsstýrismaðurin ikki ynskir at seta tílíkar reglur í gildi? Viðmerkingar: “Logningsbekendtgørelsen” er ein donsk kunngerð, sum hevur heimild í rættargangslógini, og sum áleggur telesambands- og internetveitarum at goyma (logga) upplýsingar um samskifti hjá brúkarunum. Ikki sjálvt innihaldið, men metadata, t.e. hvør samskiftir, nær, hvar og við hvønn. Fyrr vóru allar ip-adressur statiskar. Hesar eru tó avmarkaðar í tali, og tí eru flestu ip- adressurnar vorðnar dynamiskar fyri at nøkta tørvin hjá stóra talinum av brúkarum á internetinum. Hetta er ein teknisk loysn, sum ger tað trupult at spora seg fram til brotsmenninar á netinum, um ikki dáturnar eru goymdar (loggaðar). Heimildin er partur av eftirlitinum í Danmark, sum skal hjálpa løgregluni og fregnartænastuni at loysa álvarsligan kriminalitet, t.d. yvirgang, skipaðan kriminalitet og ikki minst mál um barnaporno, sum er ein alsamt vaksandi trupulleiki. Eisini her í Føroyum. Fyrispurningurin verður settur fyri at fáa greiðu á, um og nær “logningsbekendtgørelsen” verður sett í gildi í Føroyum. Á Løgtingi, 23. juni 2025 Steffan Klein Poulsen -- 1 of 1 --