52-111/2024
Um umvæling av Hamragarði
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 2. jul. 2025 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
111.24 Svar frá Ei. í Jákupsstovu til H. Old - Um umvæling av Hamragarði.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 24. jun. 2025
Sjá útdrigin tekst
A L M A N N A – O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð M I N I S T R Y O F S O C I A L A F F A I R S A N D C U L T U R E Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn (+298) 30 40 00 • ammr@ammr.fo • www.ammr.fo Løgtingið 24. juni 2025 Tinghúsvegur 1-3 J.nr: 25/15229-9 100 Tórshavn Viðgjørt: Nr. 52-111/2025 Fyrispurningur eftir tingskipanini § 52 a Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-111/2025 eftir tingskipanini § 52 a til Eirik í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum, frá Hendrik Old, løgtingsmanni, um umvæling av Hamragarði Spurningar: 1) Hví eru umvælingarnar av røktarheiminum Hamragarði ikki byrjaðar? 2) Nær kann væntast, at arbeiðið verður sett í gongd? Svar til spurning 1: Almanna- og mentamálaráðið hevur vent sær til Landsverk og biðið um at fáa upplýsingar til svarið. Seinasti samráðingarfundur, viðv. semju um byggimálið frá 2011 og viðv. umvælingum, var millum Fíggjarmálaráðið, Landsverk, Almanna- og mentamálaráðið og tær fýra kommunurnar í Suðuroyar sunnaru helvt (Vágur, Porkeri, Sumba og Hov) 23. januar 2025. Síðani tá hevur verið arbeitt við at skipa samstarvið millum partarnar, og prosjekteringin hevur verið í útboði. Vinnari av útboðnum var Sp/f Formo á Glyvrum. Sáttmáli er gjørdur, og farið er undir forkanningar og staðfesting av vavinum av uppgávuni og projekteringi. Í næstum verður farið undir projekteringina. Ætlandi verður projekteringin liðug í august/september 2025, og síðani verður farið undir innboðið útboð av byggiarbeiðinum. Lisitatión verður ætlandi í oktober 2025 og síðani sáttmálagerð. Svar til spurning 2: Tá arbeiðstøkusáttmáli er gjørdur, ætlandi í oktober 2025, kann fyrireikandi arbeiðið setast í gongd, bíleggingar o.a. Sjálvt bygningsarbeiðið byrjar umleið 1. apríl 2026 og fer at taka umleið 6 mánaðir. Almanna- og mentamálaráðið 24. juni 2025 Eirikur í Jákupsstovu landsstýrismaður -- 1 of 1 --
111.24 Spm. til Ei. í Jákupsstovu frá H. Old - Um umvæling av Hamragarði.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 19. jun. 2025
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Henrik Old, løgtingsmaður Svarari: Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum Evni: Um umvæling av Hamragarði Spurningar: 1) Hví eru umvælingarnar av røktarheiminum Hamragarði ikki byrjaðar? 2) Nær kann væntast, at arbeiðið verður sett í gongd? Viðmerkingar: Eftir at røktarheimið Hamragarður varð avhendað fyri 14 árum síðani, vórðu fleiri manglar og feilir staðfestir. Tann neyðuga umvælingin er ongantíð framd, og standurin er bara versnaður seinnu árini. Avleiðingin er millum annnað, at til ber ikki at hava fult virksemi á røktarheiminum í vetrarhálvuni. Landsverk hevur mett, at umvælingarnar av Hamragarði fara at kosta góðar 17 mió. kr., og í januar samdust kommunurnar í sunnaru helvt av Suðuroynni og Landsverk um, hvussu útreiðslurnar skuldu býtast. Løgtingið hevur í fíggjarárinum 2025 játtað neyðuga peningin, so umvælingin kann fara í gongd. Men enn er eingin umvæling farin í gongd á Hamragarði. Tað var annars upplýst fyri Løgtinginum, at tað var umráðandi, at arbeiðið varð sett í gongd um summarið, tí vánaligt veður kann darva umvælingini. Fyri at fáa greiðu á hesum ivamálum, verður hesin fyrispurningur settur avvarðandi landsstýrismanni. Á Løgtingi, 19. juni 2025 Henrik Old -- 1 of 1 --