← Løgtingsmál

52-110/2024

Tjóðarsemjan

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 1. jul. 2025 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
110.24 Svar frá løgmanni til B. S. Nielsen - Tjóðarsemjan.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 27. jun. 2025

Sjá útdrigin tekst
L Ø G M A N S S K R I V S T O V A N
P r i m e M i n i s t e r ´ s O f f i c e
Tinganes - Fo-100 Tórshavn – Faroes
Tel: (+298)306000 – e-mail: info@tinganes.fo - www.lms.fo
Løgtingið
Svar
uppá
skrivligan fyrispurning nr. 110/2024 eftir tingskipanini § 52a til Aksel V. Johannesen, løgmann,
frá Bárði á Steig Nielsen, løgtingsmanni, um tjóðarsemju
Fyrispurningurin var soljóðandi:
1. 	Í sambandi við fráboðanirnar frá løgmanni um, at hann millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi,
Framsókn, Fólkaflokkin og Miðflokkin hevur funnið semju um, hvussu hann loysir
avbjóðingarnar viðvíkjandi størri føroyskum uttanríkispolitiskum rásarúmi og atgongd til altjóða
felagsskapir, kann løgmaður so nágreina, hvat innihaldið í hesi sonevndu tjóðarsemjuni er, og
um ætlanin er at fáa til vegar slíkar heimildir innanfyri ella uttanfyri grundlógina?
2. 	Kann løgmaður harumframt upplýsa, um tað er komið fram á fundunum, sum vóru millum
politisku stjórnarleiðararnar í Føroyum, Danmark og Grønlandi, hvørt Føroyar og føroyingar
varðveita tær avtalur og teir fyrimunir, sum vit hava sum partur av ríkisfelagsskapinum, um vit
taka okkum úr felagsskapinum?
3. 	Kann løgmaður upplýsa, hví hann meldar út um semjur, áðrenn niðurstøða er komin frá § 6-
nevndini, ið hevði til endamáls at greina, um Føroyar kunnu fáa størri heimildir innanfyri
grundlógina?
Svar:
Til spurning 1 og 2
Tíðliga í ár, og aftur í juni, hevði eg fundir við floksforfólkini í øllum flokkum á tingi um ríkisrættarligu
støðu Føroya. Yvirskipað er tað mín greiða fatan eftir hesar fundir, at allir flokkar eru samdir um, at
verandi støða ikki kann halda fram óbroytt, og at stóra avbjóðingin er, at Føroyar tørva størri
uttanríkispolitiskar heimildir.
Síðani hava fimm av seks flokkum boðað frá, at teir ynskja eina skipan, sum gevur Føroyum
uttanríkispolitiskar heimildir og byggir á samstarv millum javnbjóðis lond í einum felagsskapi.
Tað er ein sannroynd at verandi stjórnarrættarliga støða – um ikki altíð formliga, so í praksis - er ein
forðing fyri at fáa limaskap í altjóða felagsskapum, so sum WTO, NEAFC, NAFO, EFTA ella
Norðurlandaráðnum. Hóast verandi stjórnarrættarliga støða ikki hevði verið ein formlig forðing, so hevði
altjóða rættur framvegis verið ein forðing. Flestu av altjóða felagsskapunum loyva tí bert limaskap til

-- 1 of 2 --

L Ø G M A N S S K R I V S T O V A N
P r i m e M i n i s t e r ´ s O f f i c e
Tinganes - Fo-100 Tórshavn – Faroes
Tel: (+298)306000 – e-mail: info@tinganes.fo - www.lms.fo
sjálvstøðug lond. Hetta er eisini orsøkin til at uppskotið hjá Sambandsflokkinum, Nýtt Samband, ikki
kann loysa avbjóðingarnar hjá Føroyum. Í staðin fyri at dúva upp á møguliga vælvild og brúka áratíggju
upp á at biðja øll onnur - lond og felagsskapir - um at broyta sínar egnu mannagongdir, so ynskja vit sjálvi
at taka ábyrgd og broyta okkara egnu støðu. Tað er tann einasta veruliga loysnin.
Tað krevst tí ein nýggj skipan, ið gevur Føroyum møguleika at útvega sær nýggjar heimildir á fleiri økjum.
Endamálið er, at vit sum javnsett land fáa betri atgongd til handilsmarknaðir, felagsskapir, størri
uttanríkispolitiskt rásarúm, samstundis sum vit eru í felagsskapi við Danmark.
Enn eru ongar samráðingar byrjaðar, og landsstýrið hevur bert yvirskipað greitt frá føroysku støðuni.
Mítt útgangsstøði er, at vit broyta felagsskapin soleiðis, at hann verður millum javnbjóðis lond, soleiðis
at Føroyar fáa neyðugu uttanríkispolitisku heimildirnar, meðan alt annað heldur fram óbroytt.
Til spurning 3
Sum eg havi skilt tað, so verður væntað, at §6 nevndin kemur við síni niðurstøðu í heyst. Eg veit ikki,
hvør niðurstøðan verður, men sjálvt um tað skuldi víst seg, at niðurstøðan gongur føroyska ynskinum
um WTO limaskap á møti, so fer hon bert at loysa ítøkiliga trupulleikan í mun til WTO. Tað fer ikki at
broyta ta sannroynd, at flestu altjóða felagsskapir bert eru fyri sjálvstøðug lond.
Í Tinganesi, 26. juni 2025
Aksel V. Johannesen
løgmaður

-- 2 of 2 --
110.24 Spm til løgmann frá B. S. Nielsen - Tjóðarsemjan.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 18. jun. 2025

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bárður á Steig Nielsen, løgtingsmaður
Svarari: Aksel V. Johannesen, løgmaður
Evni: Tjóðarsemjan
Spurningar:
1. Í sambandi við fráboðanirnar frá løgmanni um, at hann millum
Javnaðarflokkin, Tjóðveldi, Framsókn, Fólkaflokkin og Miðflokkin hevur
funnið semju um, hvussu hann loysir avbjóðingarnar viðvíkjandi størri
føroyskum uttanríkispolitiskum rásarúmi og atgongd til altjóða felagsskapir,
kann løgmaður so nágreina, hvat innihaldið í hesi sonevndu tjóðarsemjuni er,
og um ætlanin er at fáa til vegar slíkar heimildir innanfyri ella uttanfyri
grundlógina?
2. Kann løgmaður harumframt upplýsa, um tað er komið fram á fundunum, sum
vóru millum politisku stjórnarleiðararnar í Føroyum, Danmark og Grønlandi,
hvørt Føroyar og føroyingar varðveita tær avtalur og teir fyrimunir, sum vit
hava sum partur av ríkisfelagsskapinum, um vit taka okkum úr
felagsskapinum?
3. Kann løgmaður upplýsa, hví hann meldar út um semjur, áðrenn niðurstøða er
komin frá § 6-nevndini, ið hevði til endamáls at greina, um Føroyar kunnu fáa
størri heimildir innanfyri grundlógina?
Viðmerkingar:
Fleiri útmeldingar og tíðindi hava verið um tjóðarsemjuna, sum 5 flokkar siga seg
taka undir við.
Løgmaður sigur á tíðindafundinum, eftir fundirnar við stjórnarleiðarnar, at nakrar
broytingar skulu gerast í Ríkisfelagsskapinum, men løtu seinni sigur løgmaður í
miðlunum, at vit skulu taka okkum úr felagsskapinum, fyri at fara inn í ein nýggjan
felagsskap við trimum sjálvstøðugum londum, og forkvinnan í Tjóðveldi sigur, at nú
fáa vit fullveldi.
Ongin nágreining er um, júst hvussu hendan tilgongdin skal vera, ella um hon skal
vera innanfyri karmarnar í grundlógini ella ikki – einki ítøkiligt uppskot og eingin
avtalutekstur er lagdur fram fyri almenninginum. Tí er stóri spurningurin, um
flokkarnir vita, hvat teir eru samdir um.
Sambandsflokkurin legði í 2024 fram uppskot sítt um Nýtt Samband, har ítøkiliga
innihaldið nevniliga er at víðka um uttanríkispolitisku heimildirnar, umframt at geva
okkum sjálvstøðugan limaskap í altjóða felagsskapum. Uppskotið legði upp til
avtøkur og dagføringar av gomlum lógum, ið skulu endurskipast í eini nýggjari
sjálvstýrislóg – sostatt hevur Sambandsflokkurin eitt ítøkiligt boð uppá víðkaðar og
dagførdar heimildir fyri Føroyar á uttanríkispolitiska pallinum.

-- 1 of 2 --

Føroyingar og Føroyar njóta í núverandi samanseting fleiri ágóðar og
stórrakstrarfyrimunir við at vera í ríkisfelagsskapinum, undir hesum betri Moody’s
rating, lægri lánsrentur, betri lestrar- og stuðulsmøguleikar fyri lesandi, betri arbeiðs-
og uppihaldsmøguleikar í øllum Europa, fíggjarligt ískoyti til vælferðina við
ríkisveitingini og verjusamstørv við NATO umvegis Danmark.
Á Løgtingi, 18. juni 2025
Bárður á Steig Nielsen

-- 2 of 2 --