← Løgtingsmál

52-109/2024

Oljudálking á landsvegum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 25. jun. 2025 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
109.24 Svar frá J. Christiansen til H. Pállsdóttir - Oljudálking á landsvegum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 30. jun. 2025

Sjá útdrigin tekst
FISKIVINNU- OG SAMFERÐSLUMÁLARÁÐIÐ
M i n i s t r y o f F i s h e r i e s a n d I n f r a s t r u c t u r e
Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s
T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
27. juni 2025
Mál: 25/14423
Tygara skriv: 52-078/2024
Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-109/2024 frá Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinnu, settur
landsstýrismanninum í fiskivinnu- og samferðslumálum, Jóhan Christiansen, um
oljudálking á landsvegum
Fyrispurningurin er soljóðandi
1. Hvørjar avleiðingar fær slík oljudálking fyri tey, sum eru orsøk til dálkingina?
2. Hvat verður gjørt fyri at fyribyrgja, at olja lekur á landsveg?
Hervør, viðmerkingar
Fleiri støður hava verið seinastu mánaðirnir, har ferðsla er tarnað orsakað av oljudálking á
landsvegum, og har Landsverk skal vaska upp eftir oljudálkingina. Hesin spurningurin verður
settur fyri at vita, um nakað verður gjørt fyri at fyribyrgja oljudálking á landsvegum, umframt um
tað hevur nakrar avleiðingar fyri tey, ið eru orsøk til dálkingina.
Svar til spurning 1
Tað hava verið fleiri oljudálkingar á landsvegum seinastu tíðina. Olja er likin út á vegir frá stórum
vinnuakførum. Orsøkinar eru mekaniskir feilir (brek) á akførum ella menniskjalig mistøk.
Oljudálkingar kunnu vera til stóran vanda í ferðsluni. Í sambandi við eina oljudálking, seta
Landsverk og sløkkilið átøk í verk beinanvegin fyri at fáa oljuna av vegnum.
Útreiðslurnar av uppruddingararbeiðinum fella fyrst á Landsverk, ið umsitur landsvegirnar, og sum
skal síggja til, at vegirnir verða vaskaðir. Tann, sum er orsøkin til oljudálkingina, skal síðani
endurrinda Landsverki fyri hildnar útreiðslur.
Dálkingar vera vanliga kannaðar av Løgregluni, og tá kann viðkomandi eisini fáa eina bót, um
viðurskiftini tala fyri tí.
Svar til spurning 2
Tá oljudálking er á vegum, samstarvar Landsverk við tilbúgvingina hjá sløkkiliðnum um at basa
dálkingina. Vegirnir verða stongdir fyri ferðslu beinanvegin, og átøk verða sett í verk so skjótt sum
møguligt fyri at avmarka vandan í ferðsluni og at basa dálkingina.
Landsverk leggur dent á, at samstarvið við sløkkiliðini virkar væl.

-- 1 of 2 --

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
2/2
Landsverk hevur ein vaskibil, sum vanliga verður brúktur til av vaska vegir, tunlar og annað, og
hann verður eisini brúktur til at vaska burtur olju av landsvegum.
Í næstum verður nýggjur vaskibilur keyptur, ið verður serliga útgjørdur til at vaska olju upp av
vegum. Bilurin hevur ein tanga við umhvørvisvinarligum vaskievni, og tað verður eisini møguligt at
fáa vatnið upp av vegnum, so hvørt sum vegurin verður vaskaður.
Viðmerkjast kann, at eftir kunngerð um flutning av vandamiklum farmi á landi frá 2019, kunnu
flutningsfør ikki nýtast til flutning av vandamiklum farmi, fyrr enn tey eru sýnað og góðkend av
veitara, sum er løggildur av Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.
Tað er trupult at tryggja, at oljudálkingar ikki koma fyri. Flutningsfeløg skulu sjálvandi gera, hvat
tey kunnu fyri at avmarka dálkingina. Best er, um almennir myndugleikar og vinna samstarva um
skilagóðar loysnir.
Jóhan Christiansen
Landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
109.24 Spm til J. Christiansen frá H. Pállsdóttir - Oljudálking á landsvegum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 12. jun. 2025

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinna
Svarari: Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum
Evni: Oljudálking á landsvegum
Spurningar:
1. Hvørjar avleiðingar fær slík oljudálking fyri tey, sum eru orsøk til dálkingina?
2. Hvat verður gjørt fyri at fyribyrgja, at olja lekur á landsveg?
Viðmerkingar:
Fleiri støður hava verið seinastu mánaðirnir, har ferðsla er tarnað orsakað av
oljudálking á landsvegum, og har Landsverk skal vaska upp eftir oljudálkingina.
Hesin spurningurin verður settur fyri at vita, um nakað verður gjørt fyri at fyribyrgja
oljudálking á landsvegum, umframt um tað hevur nakrar avleiðingar fyri tey, ið eru
orsøk til dálkingina.
Á Løgtingi, 11. juni 2025
Hervør Pálsdóttir

-- 1 of 1 --