← Løgtingsmál

52-107/2024

Gjøld fyri havnaloðsingar

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 18. jun. 2025 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
107.24 Svar frá S.Stenberg til H.Abrahamsen - Gjøld fyri havnaloðsingar.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 18. jun. 2025

Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
TINGANES • FO-100 TÓRSHAVN •
TELEFON 30 66 00 • E-MAIL: UVMR@UVMR.FO
Tórshavn, 17. juni 2024
J.nr.: 25/14106
Svar frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í uttanríkis- og vinnumálum, upp á § 52a-
fyrispurning 52-107/2024 frá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni, um gjøld fyri
havnaloðsingar
Spurningar:
1. Hvør er orsøkin til, at gjøldini fyri havnaloðsingar ikki eru broytt síðani 1. januar 2013?
2. Hvussu samsvara gjøldini fyri havnaloðsingar í Føroyum við gjøldini, sum eru galdandi
í londunum uttanum okkum?
3. Hvat merkir tað fyri lønirnar hjá loðsunum, at gjøldini fyri havnaloðsingar ikki eru
broytt í so langa tíð?
4. Hvør er orsøkin til, at lønirnar hjá loðsum ikki fylgja nøkrum sáttmála á
arbeiðsmarknaðinum?
5. Eru ætlanir um at broyta hesi nevndu viðurskiftini?
Til nr. 1
Reglur um gjøld fyri havnaloðsing verða sambært § 13 í løgtingslóg um havnaloðsing ásettar í
samráð við kommunurnar. Reglurnar kunnu fevna um gjald fyri bíðitíð, uppihald- og
ferðaútreiðslur hjá loðsi og gjald fyri, at loðsur eftir umbøn møtir á staðnum, uttan at loðsing
verður framd. Umframt verður gjaldið fyri loðsing ásett eftir stødd á skipi og tíðarnýtslu.
Ásetingarnar um gjøld eru heimild hjá kommunum at taka gjald fyri loðstænastu. Eins og víst á
í spurningum skulu gjøldini fíggja útreiðslurnar hjá kommunum av loðsskipanini, undir hesum
útgerð, útreiðslur til loðsbát, løn til loðs, skeið, sum loðsar skulu hava, o.a. Kommunurnar, sum
umsita gjaldið, hava ikki víst á, at gjaldið ikki fíggjar loðsskipanina. Heldur ikki hava
kommunurnar heitt á Uttanríkis- og vinnumálaráðið um at broyta gjøldini.
Gjøldini hava verið í gildi síðani 2013 og eru ásett í § 13 í kunngerð um loðsing, gjøld o.a. § 13
í kunngerðini hevur ikki ásetingar um prístalsjavning. Broyting í gjaldinum krevur tískil broyting
í kunngerðini. Broytingar í kunngerð um loðsing, gjøld o.a. vórðu gjørdar í 2019. Broytingarnar
í kunngerðini fevndu m.a um broytingar um gjald fyri nýtslu av loðsbáti, og ongar broytingar
vórðu gjørdar í tímasatsinum. Broytingarnar vórðu gjørdar í kjalarvørrinum av broytingum, sum
vórðu samtyktar í løgtingslógini sama ár. Hóast broytingar í løgtingslógini og í kunngerðini eru
tímarsatsirnir fyri loðsing ikki broytt.
Til nr. 2
Sambært viðmerkingunum til løgtingslóg um havnaloðsing samsvara reglurnar um gjald fyri
loðsing við meginreglurnar í øðrum londum í sambandi við at áseta gjøld fyri loðsing. Her verður
sipað til, at gjaldið verður ásett við støði í støddini á skipinum og tíðarnýtsluni.

-- 1 of 2 --

U T T A N R Í K I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
Sum skilst eru loðsskipanirnar í Danmark, Noreg, Svøríki og Íslandi nakað øðrvísi enn føroyska
loðsskipanin. Í Danmark er loðsingin skipað í eina almenna sentrala eind, sum m.a. útinnir
loðsing og ásetir gjøld fyri loðsing. Gjøldini verða góðkend av Søfartsstyrelsen. Í Noreg er
loðsingin skipað undir Kystverket, sum góðkennir loðsar og árliga kunngerð gjøld fyri loðsing í
fráboðan frá Kystverket. Í Svøríki er loðsingin skipað undir almenna Sjöfartsverket, sum ásetir
gjøld o.a. í fráboðan. Í Íslandi eru loðsing og reglur skipað undir einstøku havnunum. Hvør havn
sær skipar loðs og ásetir gjøld fyri loðsing.
Londini hava í felag, at gjøld fyri loðsing fevna um bæði løn og rakstur av loðsskipanini.
Yvirskipað ber til at siga, at tað er smidligari at áseta gjøld í skipanunum í londunum rundan um
okkum enn í føroysku skipanin. Eftir øllum at døma eru gjøldini fyri loðsing nakað væl hægri í
Noreg, Danmark, Íslandi og Svøríki enn í Føroyum.
Til nr. 3
Gjøldini fyri loðsing eru ikki lønarásetingar til loðs. Lønir hjá loðsum verða ásettar eftir
samráðingar millum løntakara og arbeiðsgevara og kunnu ásetast í sáttmála á
arbeiðsmarknaðinum óheft av loðslógini og kunngerð um loðsing, gjøld o.a. við heimild í
loðslógini.
Gjøldini, sum eru ásett í kunngerð um loðsing, gjøld o.a., eru eins og víst á ætlað at rinda
útreiðslurnar hjá kommunum av loðsskipanini, undir hesum løn. Um lønir hjá loðsum og aðrar
rakstrarútreiðslur hjá kommununum av at umsita loðsskipanina eru farnar upp, síðan gjøldini
seinast vóru regulerað, kann tað hava við sær, at kommunurnar fáa eitt undirskot av skipanini,
sum sambært lógini skal vera inntøkufíggjað. Kommunurnar hava ikki víst Uttanríkis- og
vinnumálaráðnum á, at hetta er ein trupulleiki.
Til nr. 4
Hetta er ein spurningur fyri partarnar á arbeiðsmarknaðinum. Lønarviðurskifti verða ikki
regulerað við lóg ella við heimild í lóg, og eg fái tí ikki svarað uppá, um sáttmáli eigur at verða
gjørdur fyri lønarviðurskiftini hjá loðsum. Loðslógin og gjøld fyri loðsing, sum eru ásett í
kunngerð um loðsing, gjøld o.a., forða ikki fyri, at lønirnar verða ásettar í sáttmála á
arbeiðsmarknaðinum.
Til nr. 5
Kommunurnar, sum umsita loðsskipanina, hava ikki víst á tørv at endurskoða gjøldini. Tó hevur
Føroya Skipara- og Navigatørfelag víst á, at gjøldini eru ov lág. Eg fari at biðja umsitingina
venda sær til kommunurnar at umrøða gjøldini.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 17. juni 2025
Sirið Stenberg
landsstýriskvinna

-- 2 of 2 --
107.24 Spm. til S.Stenberg frá H.Abrahamsen - Gjøld fyri havnaloðsingar.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 6. jun. 2025

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður
Svarari: Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum
Evni: Gjøld fyri havnaloðsingar
Spurningar:
1. Hvør er orsøkin til, at gjøldini fyri havnaloðsingar ikki eru broytt síðani 1.
januar 2013?
2. Hvussu samsvara gjøldini fyri havnaloðsingar í Føroyum við gjøldini, sum eru
galdandi í londunum uttanum okkum?
3. Hvat merkir tað fyri lønirnar hjá loðsunum, at gjøldini fyri havnaloðsingar ikki
eru broytt í so langa tíð?
4. Hvør er orsøkin til, at lønirnar hjá loðsum ikki fylgja nøkrum sáttmála á
arbeiðsmarknaðinum?
5. Eru ætlanir um at broyta hesi nevndu viðurskiftini?
Viðmerkingar:
Sambært løgtingslógini um havnaloðsing (løgtingslóg nr. 21 frá 16. mars 2012 við
seinni broytingum) skulu gjøldini, ið verða kravd fyri loðsingar, fíggja útreiðslurnar,
sum kommunurnar hava av loðsskipanini. Tað vil siga, at útreiðslurnar kunnu ikki
vera størri enn inntøkurnar, ið skipini rinda fyri loðsingina.
Í kunngerðini um loðsing, gjøld o.a. (kunngerð nr. 153 frá 21. desember 2012) verður
ásett, hvat skip skulu rinda fyri at fáa loðs umborð. Men hóast kunngerðin kom í gildi
tann 1. januar 2013, so eru gjøldini framvegis tey somu í krónum, sum tey vóru tá.
Hetta merkir, at prís- og lønarvøksturin, sum hevur verið seinastu 12 árini, hevur ikki
ávirkað hesi gjøldini.
Lønin, sum loðsarnir fáa, er ikki knýtt at nøkrum lønarsáttmála, og lógin sigur, at
gjøldini skulu fíggja allar útreiðslurnar (eisini lønarútreiðslurnar). Men av tí at
gjøldini fyri loðsing ikki eru broytt í 12 ár, er rásarúmið til at lata lønirnar fylgja
lønarvøkstrinum í samfelagnum blivið minni og minni.
Hesin spurningurin verður settur fyri at varpa ljós á og fáa upplýsingar um hesi
viðurskiftini.
Á Løgtingi, 6. juni 2025
Helgi Abrahamsen

-- 1 of 1 --