52-106/2024
Arbeiðs- og uppihaldsloyvi
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 18. jun. 2025 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
106.24 Svar frá B.K.Petersen til M.Rasmussen - Arbeiðs- og uppihaldsloyvi.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 18. jun. 2025
Sjá útdrigin tekst
LØGMÁLARÁÐIÐ M I N I S T R Y O F J U S T I C E Gongin 7 • Postrúm 377 • FO-110 Tórshavn (+298) 35 80 80 • lmr@lmr.fo • www.lmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann: 18. juni 2025 J. nr.: 25/14160-2 Viðgjørt: GMN Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-106/2024 eftir § 52 a í Tingskipanini til Bjarna K. Petersen, landsstýrismann frá Magnusi Rasmussen, løgtingsmanni, um arbeiðs- og uppihaldsloyvi Fyrispurningurin var soljóðandi: 1. Hvussu nógv nýggj arbeiðs- og uppihaldsloyvi eru givin higartil í 2025? 2. Hvussu nógv arbeiðs- og uppihaldsloyvi eru endurnýggjað í 2025? 3. Hvussu eru hesi tøl, sammett við trý tey seinastu árini? 4. Verða allar umsóknirnar viðgjørdar líka skjótt, sum áðrenn avgerðarmyndugleikin kom á føroyskar hendur, t.e. sum eftir Fast–Track skipanini? 5. Um ikki, hvørjar eru so orsakirnar, og hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera fyri at fáa umsóknirnar viðgjørdar líka skjótt, sum áðrenn avgerðarmyndugleikin kom á føroyskar hendur? Svar Til nr. 1 Tað eru givin 563 arbeiðs- og uppihaldsloyvi í ár fram til 16. juni (296 í 1. ársfjórðingi og 267 í 2. ársfjórðingi til 16. juni). Tølini viðvíkja arbeiðsloyvum og ikki familjusameining. Tølini umfata ikki afturferðaloyvi, góðkenningar av arbeiðsgevara eftir fast-track avtaluni ella undangóðkenning til ES-skipanina. Til nr. 2 Tað eru framlongd 42 arbeiðsloyvir í ár (24 í 1. ársfjórðingi og 18 í 2. ársfjóðringi til 16. juni). Sum nevnt omanfyri viðvíkja tølini arbeiðsloyvum og ikki familjusameining. -- 1 of 4 -- LØGMÁLARÁÐIÐ M I N I S T R Y O F J U S T I C E 2/4 Til nr. 3 1. september 2024 yvirtók Útlendingastovan avgerðarmyndugleikan í flestum málum á útlendingaøkinum. Umsóknir, sum vóru latnar inn áðrenn 1. september 2024, verða tó viðgjørdar av SIRI – Styrelsen for International Rekruttering og Integration, meðan mál, sum verða latin inn eftir 1. september 2024, verða viðgjørd av Útlendingastovuni. Tølini eru tikin úr málsviðgerðarskipanini hjá Útlendingastovuni. Talan er sostatt ikki um ein hagtalsbanka, men eina málsviðgerðarskipan, og tí má fyrivarni takast fyri, at tað kunnu koma ávísir skeivleikar fyri. Tølini viðvíkjandi arbeiðsloyvum seinastu trý árini eru hesi: SIRI – Styrelsen for International Rekruttering og Integration 2022 Tils. Upprunaloyvi 1653 Framleingjan 572 2225 2023 Tils. Upprunaloyvi 1286 Framleingjan 766 2052 2024 Tils. Upprunaloyvi 921 Framleingjan 772 1693 2025, pr. 7/4 Tils. Upprunaloyvi 2 Framleingjan 14 16 -- 2 of 4 -- LØGMÁLARÁÐIÐ M I N I S T R Y O F J U S T I C E 3/4 Útlendingastovan (yvirtók mál 1. september 2024) 2024 Tils. Upprunaloyvi 200 Framleingjan 38 238 2025, pr. 16/6 Tils. Upprunaloyvi 563 Framleingjan 39 602 Til nr. 4 Málsviðgerðartíð Upprunaloyvir, miðal viðgerðartíð, fyri tíðarskeiðið 1. ársfj. 2025: Mál eftir Fast Track-avtaluni: 47 dagar Mál eftir ES-lógini: 31 dagar Fyri mál eftir ítróttaravtaluni: 21 dagar Væntaða málsviðgerðartíðin fyri mál eftir Fast Track-avtaluni, mál eftir ES-lógini og mál eftir ítróttaravtaluni, er 30 dagar. Tølini vísa, at mál eftir Fast Track-avtaluni hava í miðal tikið 47 dagar at avgreiða í 1. ársfjórðingi í 2025. Meðan tað eftir ES-lógini og ítróttaravtaluni er ávikavíst 31 og 21 dagar. Sostatt er tað serliga mál eftir Fast Track-avtaluni, ið taka longri tíð enn upplýst frammanundan. Ávísar grundir kunnu vera fyri hesum, eitt nú at upplýsingar mangla á júst hesum málinum. Staðfestast má, at vanliga málsviðgerðin á arbeiðsøkinum tekur longri tíð enn ynskiligt, og at hetta kann hava neiligar avleiðingar fyri borgarar og aðrar viðkomandi partar. Til nr. 5 Orsøkin til longu viðgerðartíðina er samansett. Økið er nýtt og framvegis undir uppbygging – bæði fakliga og skipanarliga. Hetta inniber, at tað er neyðugt hjá Útlendingastovuni at menna -- 3 of 4 -- LØGMÁLARÁÐIÐ M I N I S T R Y O F J U S T I C E 4/4 mannagongdir, málsviðgerðarskipanir og fakligar førleikar, samstundis sum sjálv málsviðgerðin fer fram. Hetta ger arbeiðsgongdina meira tíðarkrevjandi í byrjanini. Stovnurin er harumframt lítil og hevur ikki møguleika at gagnnýta teir fyrimunir, ið størri eindir hava – so sum journaleindir, móttøkueindir, uppbýtta málsviðgerð og automatiseraðar skipanir, sum eru tøkar í størri fyrisitingum, t.d. hjá SIRI og Udlændingestyrelsen. Tað ber heldur ikki til at samanbera málsviðgerðartíðirnar beinleiðis, tí málini hjá Útlendingastovuni hava vanliga eina longri og meira samansetta málsgongd enn málini hjá teimum donsku myndugleikunum. Áðrenn yvirtøkuna var uppgávan hjá Útlendingastovuni at upplýsa og lata eitt tilmæli ella frámæli í málinum, meðan endaliga avgerðin varð tikin aðrastaðni. Eftir at málsviðgerðin varð flutt heim, liggur alt viðgerðararbeiðið nú hjá stovninum. Hetta merkir í praksis, at Útlendingastovan í hvørjum einstøkum máli skal útinna alla málsviðgerðina, og samstundis – tvær ferðir í hvørjum máli – senda eitt bindandi tilmæli til antin SIRI ella Udlændingestyrelsen, áðrenn ein endalig avgerð kann verða latin viðkomandi pørtum. Hetta ger málsviðgerðina meira drúgva. Útlendingastovan arbeiðir miðvíst við at styrkja innanhýsis skipanir, tryggja betri yvirlit yvir málsbyrðu og málsstøðu, og at menna fakligu førleikarnar á økinum. Hóast royndir at effektivisera arbeiðið, er tað vorðið meira greitt, at ein meira varandi og haldfør loysn má til. Landsstýrismaðurin arbeiðir tí við at finna út av, hvørjar ítøkiligar loysnir skulu til, fyri at økið framhaldandi verður ment, og viðgerðartíðir styttar. -- 4 of 4 --
106.24 Spm til B.K.Petersen frá M.Rasmussen - Arbeiðs- og uppihaldsloyvi.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 6. jun. 2025
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Magnus Rasmussen, løgtingsmaður Svarari: Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum Evni: Arbeiðs- og uppihaldsloyvi Spurningar: 1. Hvussu nógv nýggj arbeiðs- og uppihaldsloyvi eru givin higartil í 2025? 2. Hvussu nógv arbeiðs- og uppihaldsloyvi eru endurnýggjað í 2025? 3. Hvussu eru hesi tøl, sammett við trý tey seinastu árini? 4. Verða allar umsóknirnar viðgjørdar líka skjótt, sum áðrenn avgerðarmyndugleikin kom á føroyskar hendur, t.e. sum eftir Fast–Track skipanini? 5. Um ikki, hvørjar eru so orsakirnar, og hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera fyri at fáa umsóknirnar viðgjørdar líka skjótt, sum áðrenn avgerðarmyndugleikin kom á føroyskar hendur? Viðmerkingar: Tann 1. september í 2024 komu flestu mál innan útlendingaøkið undir føroyskan avgerðarmyndugleika. Sambært heimasíðuni hjá Løgmálaráðnum merkir broytingin, at allar umsóknir um fyribils uppihalds- og arbeiðsloyvi viðvíkjandi familjusameining, arbeiði (eisini eftir ítróttaravtaluni, Fast-Track-avtaluni og ES-lógini), sjálvstøðugt vinnurekandi, lesandi, starvsnæmingar, granskarar, trúboðarar, umframt samfylgjandi familja teirra og au- pair, verða viðgjørdar av Útlendingastovuni. Nú gott og væl hálvt ár er liðið síðani hesa broyting, so er áhugavert at vita, hvørt viðgerð og avgreiðsla av arbeiðs- og uppihaldsloyvum verður líka skjótt avgreidd, sum eftir at Fast-Track avtalan varð gjørd á heysti 2021. Á Løgtingi, 6. juni 2025 Magnus Rasmussen -- 1 of 1 --