52-105/2024
Støðan hjá deyvum og tunghoyrdum í Føroyum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 13. jun. 2025 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
105.24 Svar frá Ei. í Jákupsstovu til H. Abrahamsen - Støðan hjá deyvum og tunghoyrdum í Føroyum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 13. jun. 2025
Sjá útdrigin tekst
A L M A N N A – O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð M I N I S T R Y O F S O C I A L A F F A I R S A N D C U L T U R E Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn (+298) 30 40 00 • ammr@ammr.fo • www.ammr.fo Løgtingið 12. juni 2025 Tinghúsvegur 1-3Postboks 208 J.nr: 25/13474-5 110 Tórshavn Tygara skriv: Viðgjørt: Ann Kristina Svabo Simonsen Nr. 52-105/2024 Svar uppá § 52 a fyrispurning nr. 52-105/2024 frá Helgi Abrahamsen, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í almannamálum Eirikur í Jákupsstovu um støðuna hjá deyvum og tunghoyrdum í Føroyum Fyrispurningurin ljóðar soleiðis: Spurningar: 1. Hvussu merkja deyvir og tunghoyrdir føroyingar í tí dagliga, at føroyska teknmálið er viðurkent sum teirra móðurmál? 2. Í hvønn mun hava sparingar tey seinnu árini rakt tænasturnar, ið verða veittar deyvum og tunghoyrdum í Føroyum (til dømis teknmálstulking, undirvísingartilboð til avvarðandi, gransking av teknmáli og menning av teknmálsorðabókini)? 3. Metir landsstýrismaðurin, at støðan viðvíkjandi teknmálstulking, við bert tveimum almennum tulkum, er nøktandi? 4. Um landsstýrismaðurin metir, at støðan ikki er nøktandi, hvat ætlar hann so at gera fyri at bøta um støðuna? 5. Eru ætlanir um at geva tilboð til teirra, ið hava fingið Cochlear Implant hoyritól, soleiðis at hesi kunnu fáa upplæring/endurvenjing, so at tey fáa nyttu av tólinum? Svar: Til 1: Síðan teknmál við lóg í 2017 varð viðurkent sum móðurmál, er atkoman til eina føroyska teknmálsorðabók vorðin veruleiki. Hetta er ikki komið úr ongum. Málráðið játtar umleið 100 tús. kr. hvørt ár til teknmálsorðabókina, sum er frítt atkomulig á heimasíðuni hjá Málráðnum. -- 1 of 3 -- A L M A N N A - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Síða 2 av 3 Eisini hevur Uttanríkis- og mentamálaráðið í 2022 játtað 479 tús. kr. til teknmálsviðgerð, av játtanini, ið er tilskilað orðabókaviðgerð í 2022. Almanna- og mentamálaráðið játtaði 250 tús. kr. í 2023 til sama endamál. Umframt játtan til teknmálsorðabók er ein stuðulsjáttan á fíggjarlógin til framleiðslu av føroyskum loftmiðlatilfari. Játtanin er áljóðandi 785 tús. kr., og stuðlar teksting av sendingum og teknmálstulking av tíðindasendingum og øðrum føroyskum sendingum á sjónvarpsmiðlinum hjá Kringvarpinum. Til 2 - 5: Yvirskipað kann sigast at tá ið talan er um tænastur á almannaøkinum til fólk, ið eru deyv ella tunghoyrd, so er samlaða tænastan økt, við tað at deildin fyri Samskiftismenning varð sett á stovn í 2023. Økið, ið spyrjarin spyr inn til fevnir breitt, og eru tað fleiri myndugleikar og stovnar sum veita tilboð og tænastur til fólk, ið eru deyv ella tunghoyrd. Hesi myndugleikar og stovnar hoyra undir ymisk málsøki, og harvið fleiri stjórnarráð. Sum dømi kann nevnast at stovnar undir Heilsumálaráðnum og Barna- og útbúgvingarmálaráðnum eru viðkomandi, tá ið talan er um Cochlear implant hoyritól, undirvísing í teknmáli og talu- og hoyrivenjing. Stundir hava tíverri ikki verið at viðgera spurningarnar við avvarðandi myndugleikar áðrenn svarfreistina. Við tað at spyrjarin spyr inn til tulkatænastu, ið er ein tænasta sum Almannaverkið, ið er undir Almanna- og mentamálaráðnum, veitir, verður í hesum føri svarað út frá hesum sjórnarhorni. Almannaverkið veitir tulking og samskiftismenning til fólk, ið eru deyv ella tunghoyrd. Deildin Tulking veitir teknmáls- og skrivitulking til alt slag av samskifti, har deyv, hoyritarnað og hoyrandi møtast, og har almenn upplýsing og tiltøk fara fram. Tulkað verður úr føroyskum talumáli til føroyskt teknmál og øvugt, og í ávísum førum verður eisini tulkað úr norðurlendskum ella enskum talumáli til føroyskt teknmál. Á deildini Tulking starvast tveir teknmálstulkar, tveir skrivitulkar og fríyrkistulkar. Almannaverkið metir at stovnurin við hesum megnar at loysa tær uppgávur, sum koma á deildina. Við hesum er ikki sagt at tænastan ikki kann útbyggjast, um fleiri tulkar vera útbúnir. Á fíggjarlógini fyri 2025 var ein sparing á 400 tús. kr. framd í lønarútreiðslum á deildini Tulking. Talan var í hesum føri um eitt ósett starv, og hevði Almannaverkið lýst nakrar ferðir eftir starvsfólkum uttan úrslit. Sparingin viðførdi sostatt onga broyting í veittu tænastuni. Deildin Samskiftismenning í Almannaverkinum veitir audiologopediska tænastu til heimabúgvandi borgarar í aldrinum 18 ár til fólkapensjónsaldur, ið hava avbjóðingar við at samskifta í gerandisdegnum. Tað kunnu m.a. vera samskiftisavbjóðingar orsakað av seinheilaskaða, raddartrupulleikum, tinnitus, staming, cochlear implant o.ø. Um ein hevur tørv á samskiftismenning ber til at søkja á umsóknarblaði. Tænastan krevur ikki ávísing frá lækna. Samskiftismenning bjóðar ráðgeving, vegleiðing, einstaklinga- og bólkaundirvísing umframt ráðgeving til avvarðandi og starvsfólk. Tilboðið er málrættað og tíðaravmarkað. -- 2 of 3 -- A L M A N N A - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Síða 3 av 3 Deildin Samskiftismenning er ein nýggj deild í Almannaverkinum, ið stig- og miðvíst verður útbygd. Í mun til borgarar við CI, so eru fyrstu umsóknirnar frá hesum málbólkinum júst komnar á deildina, og fáa hesi tænastu skjótast gjørligt. Almanna- og mentamálaráðið, 12. juni 2025 Eirikur í Jákupsstovu landsstýrismaður -- 3 of 3 --
105.24 Spm. til Ei. í Jákupsstovu frá H. Abrahamsen - Støðan hjá deyvum og tunghoyrdum í Føroyum, PL-ód.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 28. mai 2025
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður Svarari: Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum Evni: Støðan hjá deyvum og tunghoyrdum í Føroyum Spurningar: 1. Hvussu merkja deyvir og tunghoyrdir føroyingar í tí dagliga, at føroyska teknmálið er viðurkent sum teirra móðurmál? 2. Í hvønn mun hava sparingar tey seinnu árini rakt tænasturnar, ið verða veittar deyvum og tunghoyrdum í Føroyum (til dømis teknmálstulking, undirvísingartilboð til avvarðandi, gransking av teknmáli og menning av teknmálsorðabókini)? 3. Metir landsstýrismaðurin, at støðan viðvíkjandi teknmálstulking, við bert tveimum almennum tulkum, er nøktandi? 4. Um landsstýrismaðurin metir, at støðan ikki er nøktandi, hvat ætlar hann so at gera fyri at bøta um støðuna? 5. Eru ætlanir um at geva tilboð til teirra, ið hava fingið Cochlear Implant hoyritól, soleiðis at hesi kunnu fáa upplæring/endurvenjing, so at tey fáa nyttu av tólinum? Viðmerkingar: Tað eru skjótt liðin átta ár, síðani føroyska teknmálið varð viðurkent í Løgtinginum sum móðurmálið hjá deyvum og tunghoyrdum. Fyri deyv og tunghoyrd var hetta eitt stórt framstig, ið skuldi geva teimum eina nýggja, øðrvísi og bjartari framtíð. Men sum tað ljóðar, hava tey ikki merkt tær stóru broytingarnar tann rætta vegin, og á onkrum øki hevur tað heldur gingið tann skeiva vegin, síðani Løgtingið tók hesa avgerðina. Tí verður spurt, hvør støðan er, og hvørjar ætlanir landsstýrið hevur á hesum økinum. Eisini verður spurt um upplæring/endurvenjing í sambandi við at deyv/tunghoyrd fáa Cochlear implant hoyritól. Talan er um eitt tól, ið gevur fólki, ið hoyra sera illa ella eru deyv, møguleika at hoyra. Men tað krevur tó, at hesi fólkini fáa tilboð um til dømis upplæring ella endurvenjing, fyri at fáa nyttu av tólinum. Hesi tilboð verða ikki givin í dag. -- 1 of 2 -- Á Løgtingi, 28. mai 2025 Helgi Abrahamsen -- 2 of 2 --