52-104/2024
Ríkisrættarliga støða Føroya
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 10. jun. 2025 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
104.24 Svar frá A. V. Johannesen til A. Olsen - Ríkisrættarliga støða Føroya.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 11. jun. 2025
Sjá útdrigin tekst
L Ø G M A N S S K R I V S T O V A N P r i m e M i n i s t e r ´ s O f f i c e Tinganes - Fo-100 Tórshavn – Faroes Tel: (+298)306000 – e-mail: info@tinganes.fo - www.lms.fo Løgtingið Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 124/2024 eftir tingskipanini § 52a til Aksel V. Johannesen, løgmann, frá Anniku Olsen, løgtingskvinnu, um ríkisrættarligu støðu Føroya Fyrispurningurin var soljóðandi: 1. Hvussu gongur við arbeiðinum viðvíkjandi ríkisrættarligu støðu Føroya? 2. Væntar løgmaður, at ein niðurstøða fæst áðrenn ríkisfundin, sum verður í summar? Svar: Til spurning 1 og 2 Tíðliga í ár hevði eg tveir fundir við floksforfólkini í øllum flokkum á tingi um ríkisrættarligu støðuna. Yvirskipað er tað mín greiða fatan eftir hesar fundir, at allir flokkar eru samdir um, at verandi støða ikki kann halda fram óbroytt, og at stóra avbjóðingin er, at Føroyar tørva størri uttanríkispolitiskar heimildir. Hesum arbeiði eg víðari við. Tað er somuleiðis mín fatan, at flestu flokkar ynskja eina skipan, sum gevur Føroyum uttanríkispolitiskar heimildir, og sum byggir á samstarv millum javnbjóðis lond í einum felagsskapi. Á ríkisfundinum, sum verður í Føroyum í næstu viku, verður greitt yvirskipað frá støðuni hjá Føroyum, men ætlanin er ikki at leggja nakað ítøkiligt uppskot fram. Eg haldi, tað er rætt at hava virðing fyri at Danmark og Grønland nærum hava verið í uttanríkispolitiskari undantaksstøðu seinasta hálva árið. Tað, sum hevur týdning, er, at arbeiðið verður gjørt rætt og væl, og í so breiðari semju sum møguligt. Bæði innanhýsis í Føroyum, og millum Føroyar og Danmark. Í Tinganesi, 10. juni 2025 Aksel V. Johannesen løgmaður -- 1 of 1 --
104.24 Spm til A. V. Johannesen frá A. Olsen - Ríkisrættarliga støða Føroya.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 27. mai 2025
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Annika Olsen, løgtingskvinna Svarari: Aksel V. Johannesen, løgmaður Evni: Ríkisrættarliga støða Føroya Spurningar: 1. Hvussu gongur við arbeiðinum viðvíkjandi ríkisrættarligu støðu Føroya? 2. Væntar løgmaður, at ein niðurstøða fæst áðrenn ríkisfundin, sum verður í summar? Viðmerkingar Tað vóru góð tíðindi, tá løgmaður kallaði allar flokkar inn til fundar at viðgera ríkisrættarligu støðu Føroya fyrr í ár. Forfólk í teimum føroysku flokkunum vóru alment frammi um, at nú mátti okkurt gerast, tí støðan serliga á uttanríkispolitiska økinum als ikki var nøktandi. Eykasending var í Kringvarpi Føroya um málið, og stevið og viljin til at finna eina semju um at víðka heimildirnar hjá Føroyum og at skipa Føroyar sum eitt sjálvstøðugt land, tóktust ongantíð at vera nærri enn tað sama. Tað skuldi arbeiðast hart og skjótt, tí ætlanin var at leggja eina niðurstøðu fram á ríkisfundinum, sum verður í summar. Men síðan hevur ikki nógv verið at frætta alment um hetta málið, og tí verða hesir spurningar settir løgmanni. Á Løgtingi, 27. mai 2025 Annika Olsen -- 1 of 1 --