← Løgtingsmál

52-103/2024

Treytir til útlendska arbeiðsmegi

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 9. jun. 2025 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
103.24 Svar frá B. K. Petersen til B. Johanneesn - Treytir til útlendska arbeiðsmegi.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 2. jun. 2025

Sjá útdrigin tekst
LØGMÁLARÁÐIÐ
M I N I S T R Y O F J U S T I C E
Gongin 7 • Postrúm 377 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 80 80 •  lmr@lmr.fo • www.lmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 30. mai 2025
J. nr.: 25/13191-2
Svar
upp á
skrivligan fyrispurning nr. 52-103/2024 eftir § 52 a í Tingskipanini frá Beinir Johannesen,
løgtingsmanni, um treytir til útlendska arbeiðsmegi
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hevur landsstýrismaðurin umrøtt møguleikan at seta treytir viðvíkjandi revsiváttan og
samfylgjandi familju til útlendska arbeiðsmegi?
2. Um ja, nær kann væntast, at hesar treytir verða settar?
Svar:
Til spurning nr. 1
Møguleikin fyri at seta treytir viðvíkjandi revsiváttan frá útlendskari arbeiðsmegi er m.a. umrøddur
við Útlendingastovuna, sum mælir til, at tað verða arbeiðsgevarar, sum skulu krevja revsiváttanir
frá sínum útlendsku arbeiðstakarum. Um Útlendingastovan skal krevja revsiváttanir sum partur av
málsviðgerðini at lata arbeiðs- og uppihaldsloyvir, fer tað at seinka málsviðgerðini hjá
Útlendingastovuni alt ov nógv, tí revsiváttanirnar skulu tá váttast hjá viðkomandi útlendsku
myndugleikum.
Av tí at útlendingamál er felags málsøki, hevur Løgmálaráðið eisini umrøtt spurningin við
Udlændinge- og Integrationsministeriet. Udlændinge- og Integrationsministeriet hevur boðað frá,
at tey ikki meta tað vera í stríð við ásetingarnar í føroysku útlendingalógini, at tað verður ásett í
løgtingslóg, at arbeiðsgevarar skulu krevja revsiváttan frá útlendskum arbeiðstakarum í sambandi
við umsókn um arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum.
Viðvíkjandi treytum til samfylgjandi familju setti landsstýrið í september 2023 inntøkukrøv í
sambandi við, at útlendskir arbeiðstakarar taka familju sína við sær til Føroyar.

-- 1 of 2 --

LØGMÁLARÁÐIÐ
M I N I S T R Y O F J U S T I C E
2/2
Viðvíkjandi øðrum krøvum til samfylgjandi familju, so sum at ein ávís tíð skal ganga, áðrenn
samfylgjandi familja kann fá uppihaldsloyvi í Føroyum, at samfylgjandi familja skal hava ávísan
málkunnleika og at samfylgjandi makin skal hava arbeiðsloyvi, um hann skal arbeiða í Føroyum,
eru hetta treytir, sum arbeitt verður við í løtuni í sambandi við arbeiðið at gera nýggja útlendingalóg
fyri Føroyar.
Til spurning nr. 2
Ætlanin er at fara í gongd aftaná summarfrítíðina við at gera uppskot til løgtingslóg við krøvum til
arbeiðsgevarar, sum seta útlendingar í starv, so sum at arbeiðsgevarar skulu krevja revsiváttan frá
útlendskum arbeiðstakarum, at teir skulu tryggja, at útlendingarnir hava sínar tryggingar í lagi og
at teir hava ávísar málkunnleikar, tá teir søkja um arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum.
Arbeiðið við at gera nýggja útlendingalóg fyri Føroyar er í gongd og verður væntandi liðugt
komandi summar.
Løgmálaráðið, tann 30. mai 2025
Bjarni K. Petersen
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
103.24 Spm til B. K. Petersen frá B. Johannesen - Treytir til útlendska arbeiðsmegi.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 26. mai 2025

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Beinir Johannesen, løgtingsmaður
Svarari: Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum
Evni: Treytir til útlendska arbeiðsmegi
Spurningar:
1. Hevur landsstýrismaðurin umrøtt møguleikan at seta treytir viðvíkjandi
revsiváttan og samfylgjandi familju til útlendska arbeiðsmegi?
2. Um ja, nær kann væntast, at hesar treytir verða settar?
Viðmerkingar:
Vit hava í fleiri ár havt stóran tørv á arbeiðsmegi í føroyska samfelagnum. Tí hevur
verið neyðugt at innflyta arbeiðsmegi, ið hevur verið til gagns fyri okkara vinnulív.
Tó hevur tað ikki verið uttan avbjóðingar. Í løtuni kann útlendsk arbeiðsmegi koma
her, uttan at man biður um eina revsiváttan frammanundan. Søgur í miðlunum hava
tíverri víst, at fólk við kriminellari fortíð í teirra heimlandi eru komin til Føroya.
Eisini er møguligt hjá útlendskari arbeiðsmegi at fáa samfylgjandi familju
hendanvegin. Tann, ið kemur inn uppá arbeiðsloyvi, skal fylgja nøkrum treytum, men
tað eru ikki nøkur serlig krøv til ta samfylgjandi familjuna, tað vil siga maka og børn.
At tað kunnu koma nógvir tilflytarar til landið uttan serligar treytir hevur sínar
avbjóðingar, tí tað er við til at seta trýst á ymsar vælferðartænastur, eitt nú skúlaøkið.
Føroyar eru eitt lítið samfelag, ið eisini er viðbrekið, og tí mugu vit altíð vera á
varðhaldi. Tað kann eitt nú gerast við at seta treytir.
Undirritaði hevur fyrr sett landsstýrismanninum fyrispurning um at seta treytir til
útlendska arbeiðsmegi, og tá svaraði landsstýrismaðurin, at hann fór at umrøða
møguleikan við danska ráðharran á økinum.
Fyri at vita, um man hevur umrøtt hetta, og um væntast kann, at treytir fara at verða
settar, verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 22.mai 2025
Beinir Johannesen

-- 1 of 1 --