52-102/2024
Løggilding av handverksmeistarum í byggivinnuni
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 17. mai 2025 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
102.24 Svar frá S. Stenberg til H. Jensen - Løggilding av handverksmeistarum í byggivinnuni.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 19. mai 2025
Sjá útdrigin tekst
Løgtingið Tórshavn, 16. mai 2025 Tinghúsvegur 1-3 Journalnr.: 25/11536 100 Tórshavn Svar frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, upp á § 52a fyrispurning nr. 52-102/2024 frá Hannu Jensen, løgtingskvinnu, um løggilding av handverksmeistarum í byggivinnuni Spurningurin var soljóðandi: 1. Hvussu gongur við at fyrireika lógaruppskot um løggilding av handverksmeistarum í byggivinnuni? 2. Nær kann ein slík løggilding fáast at virka á føroyska byggimarknaðinum? 3. Eru allar aðrar fortreytir, eitt nú neyðuga meistaraútbúgvingin, loknar til ta tíð, ein slík løggilding ætlandi skal setast í verk? Til nr. 1 Ætlandi skuldi uppskot til løgtingslóg um løggilding av handverksmeistarum verða lagt fyri Løgtingið í vár. Hetta eydnaðist ikki, men málið er framvegis, um undirtøka fæst fyri hesum millum samgonguflokkarnar, at koma á mál við arbeiðinum at gera lóggávu um løggilding av handverksmeistarum. Er politisk undirtøka fyri málinum, verður lógaruppskot lagt fram seint í komandi tingsetu. Løggilding av handverksmeistarum viðvíkur málsøkjum hjá fleiri landsstýrisfólkum, og mugu Barna- og útbúgvingarmálaráðið og Umhvørvismálaráðið vera partur í arbeiðinum at fyrireika lóggávuna. Til nr. 2 Tað er ikki greitt, nær møgulig løggilding kann fáast at virka á føroyska byggimarknaðinum. Eisini tað fer eitt møguligt lógaruppskot at taka støðu til. Til nr. 3 Hóast ávísar fyrireikingar eru gjørdar, er tað ikki greitt, nær ein meistaraútbúgving kann fáast at virka. Útbúgvingin skal fyrireikast, og tá eitt nýtt útbúgvingartilboð verður sett á stovn, skal ein leistur finnast fyri at fíggja nýggju útbúgvingina. Hetta er eitt mál, sum fer at verða viðgjørt saman við Barna- og útbúgvingarmálaráðnum. Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 16. mai 2025 Sirið Stenberg landsstýriskvinna -- 1 of 1 --
102.24 Spm. til S. Stenberg frá H. Jensen - Løggilding av handverksmeistarum í byggivinnuni.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 5. mai 2025
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Hanna Jensen, løgtingskvinna Svarari: Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum Evni: Løggilding av handverksmeistarum í byggivinnuni Spurningar: 1. Hvussu gongur við at fyrireika lógaruppskot um løggilding av handverksmeistarum í byggivinnuni? 2. Nær kann ein slík løggilding fáast at virka á føroyska byggimarknaðinum? 3. Eru allar aðrar fortreytir, eitt nú neyðuga meistaraútbúgvingin, loknar til ta tíð, ein slík løggilding ætlandi skal setast í verk? Viðmerkingar: Nógv byggivirksemi er í Føroyum og hevur verið tað leingi. Ikki minst verður av øllum alvi roynt at byggja bústaðir til tann stóra tørvin, og bústaðarbygging er eitt av týdningarmestu málunum í okkara samfelagi. Tá so er, kemur til sjóndar, hvussu stórur tørvur er á eitt nú meistaraútbúgving og løggilding innan byggivinnuna, bæði fyri at tryggja góðsku og trygd í arbeiðinum hjá handverksmeistarum, eins og eina neyðuga trygd fyri kundar. Ætlanin við slíkari løggilding er sambært vinnuni, at bert handverksmeistarar við neyðugu útbúgving og royndum kunnu útinna arbeiði, sum krevur serkunnleika og ábyrgd. Hetta hevur týdning fyri alt slag av bygging, men ikki minst tá familjur seta seg í skuld fyri at fáa bygt eitt heim. Tí allir partar koma sera illa fyri, um illa vil til við bygging. Á ólavsøku í fjør varð á løglistanum fráboðað, at eitt uppskot til løgtingslóg um løggilding av handverksmeistarum í byggivinnuni var ávegis og skuldi leggjast fram í tingárinum. Ætlanin var at gera eina skipan, soleiðis at handverksmeistarar, sum bjóða seg fram at byggja fyri onnur, skuldu vera løggildir og hava staðið ta útbúgving, sum verður kravd fyri at gerast løggildur handverksmeistari. Nú er tingárið farið at halla, men væntandi er, at tørvurin á slíkari løggilding og meistarutbúgving enn er sera átrokandi. Tí verða hesir spurningar settir. Á Løgtingi, 5.mai, 2025 Hanna Jensen, løgtingskvinna -- 1 of 1 --