52-101/2024
Týðing til føroyskt innan útbúgvingarøkið
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 7. mai 2025 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
101.24 Svar frá D. N. Joensen til H. Jensen - Týðing til føroyskt innan útbúgvingarøkið.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 5. mai 2025
Sjá útdrigin tekst
B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð J. H. Schrøtersgøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo Løgtingið 4. mai 2025 Tinghúsvegur 1-3 Mál: 22/22133-127 100 Tórshavn Viðgjørt: - Svar upp á skrivligan fyrispurning frá Honnu Jensen, løgtingskvinnu, nr. 52-101/2024 eftir § 52a í tingskipanini, settur Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum, um týðing til føroyskt innan útbúgvingarøkið. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1) Hvussu nógv tilfar verður týtt til føroyskt um árið innan økið hjá landsstýrismanninum? Metir landsstýrismaðurin, at tað er nóg mikið? 2) Hvør týðir tilfar til føroyskt, og hvat slag av tilfari týða tey? 3) Hvussu nógv fíggjarorka verður tilsamans nýtt til at fáa til vegar týtt tilfar árliga á økinum hjá landsstýrismanninum? 4) Verður arbeitt við at menna eina útbúgving í týðing á Fróðskaparsetri Føroya? Svar Til 1: Seinastu 5 árini hevur Nám givið út umleið 20 bøkur árliga, harav umleið helvtin eru týðingar. Harnæst gevur Bókadeild Føroya Lærarafelags umleið 65-70 týddar bøkur út um árið. Til 2: Tað eru í høvuðsheitum lærarar, sum týða, bæði hjá NÁMI og hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags. Talan er um bæði undirvísingartilfar og barnabókmentir. Til 3: Í 2024 brúkti Bókadeild Føroya Lærarafelags 406.700 kr. upp á at keypa rættindi og prentfílur, umframt 363.145 kr. til týðarasamsýning. Tað fyriliggur ikki nakað neyvt tal yvir, hvussu nógv NÁM hevur brúkt í sambandi við at týða bøkur, hetta tí at týðing ikki er endamál í sær sjálvum hjá Námi, sum ger mest upprunatilfar. Til 4: Á Fróðskaparsetri Føroya kann ein taka skeið í týðing. Talan er her um eitt skeið á 10 ECTS, sum verður boðið út regluliga á útbúgvingini í føroyskum, bæði á bachelor- og á masterstigi, og á útbúgvingini í ritlist, sum er á bachelorstigi. Skeiðið verður eisini boðið út sum stakskeið. Útyvir hetta, verður ikki arbeitt við at menna nakra útbúgving innan týðing. -- 1 of 2 -- B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð J. H. Schrøtersgøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo 2/2 Vinarliga Djóni Nolsøe Joensen landsstýrismaður -- 2 of 2 --
101.24 Spm til D. N. Joensen frá H. Jensen - Týðing til føroyskt innan útbúgvingarøkið.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 24. apr. 2025
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Hanna Jensen, løgtingskvinna Svarari: Djóni N. Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum Evni: Týðing til føroyskt innan útbúgvingarøkið Spurningar: 1) Hvussu nógv tilfar verður týtt til føroyskt um árið innan økið hjá landsstýrismanninum? Metir landsstýrismaðurin, at tað er nóg mikið? 2) Hvør týðir tilfar til føroyskt, og hvat slag av tilfari týða tey? 3) Hvussu nógv fíggjarorka verður tilsamans nýtt til at fáa til vegar týtt tilfar árliga á økinum hjá landsstýrismanninum? 4) Verður arbeitt við at menna eina útbúgving í týðing á Fróðskaparsetri Føroya? Viðmerkingar: Sambært granskarum innan økið, so er týðing eitt alneyðugt íkast í arbeiðinum hjá smærri málsamfeløgum at tryggja sær nóg mikið av dygdargóðum og áhugaverdum lesitilfari, undirvísingartilfari og øðrum tilfari, á tí máli, sum verður tosað í teimum samfeløgunum. Í sambandi við fíggjarlógarviðgerðina fyri 2025 varð umrøtt, hvussu nógv fíggjarorka mundi vera nýtt til týðing til føroyskt mál tilsamans. Tað var ikki heilt greitt, og ivi er um, hvussu nógvir ymiskir partar lyfta uppgávuna at týða til føroyskt, hvussu tað verður lagt í ætlan, hvussu tað verður fíggjað og stimbrað á ymsan hátt. Og ein viðkomandi spurningur er kanska, um nóg mikið verður týtt, og um alt tað mest viðkomandi verður týtt. Í sambandi við arbeiðið hjá FarLit, so hevur fleiri ferðir verið at hoyrt, at ein íløga í at fáa føroyskar bókmentir út í heim hevði verið ein týðaraútbúgving á Føroyamálsdeildini, har málfólk við øðrum tungumálum, sum hava áhuga í at arbeiða við týðing, kundu lært føroyskt og kundu nomið sær førleikar at týða. Um slík útbúgving var til, so kundu eisini lesandi við føroyskum sum móðurmáli og við áhuga fyri og møguliga kunnleika til onnur tungumál eins og áhuga fyri týðing, tikið slíka útbúgving við tí fyri eyga at týða t.d. útbúgvingartilfar úr øðrum málum til føroyskt. Av tí at føroyskt mál er undir trýsti er harvið útbúgving og alt samfelagið á føroyskum undir trýsti, og tí er helst neyðugt at arbeiða á fleiri mótum samstundis fyri at styrkja støðuna hjá føroyskum sum samfelagsbærum máli og sum málið, alt fólkið, sum býr í Føroyum, nýtir hvønn dag og í øllum lívsins viðurskiftum. Tí verða hesir spurningar settir. -- 1 of 2 -- Á Løgtingi, 23. apríl 2025 Hanna Jensen -- 2 of 2 --