52-100/2024
Týðing til føroyskt
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 7. mai 2025 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
100.24 Svar frá Ei. í Jákupsstovu til H. Jensen - Týðing til føroyskt.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 6. mai 2025
Sjá útdrigin tekst
A L M A N N A – O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn (+298) 30 40 00 • ammr@ammr.fo • www.ammr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1- 3 Postboks 208 110 Tórshavn 6. mai 2025 J.nr. : 25/10591 Tygara skriv: Viðgjørt: Nr. 52-100/2024 Svar uppá fyrispurning nr. 52-100/2024 eftir tingskipanini §52a til Eirik í Jákupsstovu, landsstýrismann í almanna- og mentamálum frá Honnu Jensen, løgtingskvinnu, um týðing til føroyskt Spurningar: 1. Hvussu nógv tilfar verður týtt til føroyskt um árið innan økið hjá landsstýrismanninum? 2. Hvør týðir tilfar til føroyskt, og hvat slag av tilfari týða tey? 3. Hvussu nógv fíggjarorka verður tilsamans nýtt til at fáa til vegar týtt tilfar til føroyskt árliga innan økið hjá landsstýrismanninum? 4. Metir landsstýrismaðurin, at serlig orka skal leggjast afturat til at stimbra týðing til føroyskt, og um ja, hvussu verður hetta so gjørt á besta og munadyggasta hátt? Svar: Líknandi fyrispurningar eru samstundis sendir Barna- og útbúgvingarmálaráðnum og Almanna- og mentamálaráðnum. Tí hava stjórnarráðini sínámillum avtalað, at tey svara við støði í upplýsingum frá stovnum og feløgum undir teirra ávísu málsøkjum, t.e. Kringvarpið og Mentanargrunnurin, tá ið tað viðvíkur týðing undir málsøkinum hjá landsstýrismanninum í almanna- og mentamálum. Svar til spurning 1: Kringvarp Føroya hevur upplýst, at tað er torført at siga nágreiniliga, hvussu nógv tilfar, ið tað snýr seg um, og tað hevði verið orkukrevjandi, um Kringvarpið t.d. skuldi talt upp, hvussu nógvir minuttir av sendingunum verða týddir. Kringvarpið hevur kunnað Almanna- og mentamálaráðið um, at barnatilfar, teknirøðir o.l., er tað, sum í størstan mun verður týtt. Nakað av orku verður eisini nýtt til at týða sendingar til vaksin og at týða partar av sendingum, har útlendingar luttaka, umframt tilfar til skrá, heimasíðu og annað. Mentanargrunnur Landsins hevur upplýst Almanna- og mentamálaráðnum um, at síðani mars 2024 og til í dag hava 32 verkætlanir fingið stuðul til týðing - 22 fyri at týða til føroyskt og tíggju til at týða føroyskar bókmentir til onnur mál. Talan er um átta yrkingasøvn, eitt yrkinga- og myndasavn, 11 skaldsøgur, ein ungdómsskaldsøga, seks leiklist, ein antologi, ein stuttsøga, eitt tekstasavn, eitt essay og ein myndlistabók. -- 1 of 2 -- A L M A N N A - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Síða 2 av 2 Mentanargrunnurin hevur lagt dent á, at dømi um týðingina er viðheft umsóknunum, og grunnurin stuðlar í flestu førum týðing úr upprunamálinum. Svar til spurning 2: Kringvarp Føroya hevur upplýst, at tað í 2024 hevði 1,6 týðarar í føstum starvi. Harumframt hevur stovnurin nýtt fríyrkisfólk til týðarauppgávur. Tað er sum nevnt til barnatilfar, teknirøðir, ávísar sendingar til vaksin umframt til heimasíðu og annað. Týðaragrunnur landsins verður umsitin av Mentanargrunninum. Stuðul til týðarar og týðingar verður játtaður eftir umsókn, og søkja bæði forløg og einstaklingar um stuðul. Søkt verður um stuðul til bæði týðingar úr øðrum málum til føroyskt og til at týða føroyskar bókmentir til onnur mál. Mentanargrunnurin veitir vanliga ikki stuðul til stovnar. Svar til spurning 3: Kringvarp Føroya hevur upplýst, at tað árliga brúkar útvið eina millión krónur til týðing. Mentanargrunnurin hevur upplýst, at játtaðar eru umleið 680 tús. kr. til tær 32 verkætlanirnar, sum hava fingið stuðul í tíðarskeiðinum mars 2024 og til nú. Játtanin til Týðaragrunnin er 500 tús. kr. um árið. Svar til spurning 4: Kringvarp Føroya er ein óheftur almennur stovnur, so landsstýrismaðurin hevur ikki beinleiðis heimild til at áleggja stovninum ávísar uppgávur. Tó skal vera sagt, at avtalað er í Public Service sáttmálanum millum landsstýrið og Kringvarp Føroya fyri tíðarskeiðið 2024-2028, at ein av málsetningunum er, at Kringvarpið fer at vaksa um nøgdina av týddum og tekstaðum tilfari, bæði til børn, ung og vaksin. Stuðulsskipanin hjá Týðaragrunninum er ein lyklatáttur fyri menningina av týðingarvirkseminum. Tað hevur stóran týdning fyri okkara mál, at týðing til føroyskt og úr føroyskum verður styrkt í hesum tíðum. Tórshavn, 6. mai 2025 Eirikur í jákupsstovu landsstýrismaður -- 2 of 2 --
100.24 Spm til Ei. í Jákupsstovu frá H. Jensen - Týðing til føroyskt.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 24. apr. 2025
Sjá útdrigin tekst
Munnligur fyrispurningur eftir § 52 í Tingskipanini Spyrjari: Hanna Jensen, løgtingskvinna Svarari: Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum Evni: Týðing til føroyskt Spurningar: 1) Hvussu nógv tilfar verður týtt til føroyskt um árið innan økið hjá landsstýrismanninum? 2) Hvør týðir tilfar til føroyskt, og hvat slag av tilfari týða tey? 3) Hvussu nógv fíggjarorka verður tilsamans nýtt til at fáa til vegar týtt tilfar til føroyskt árliga innan økið hjá landsstýrismanninum? 4) Metir landsstýrismaðurin, at serlig orka skal leggjast afturat til at stimbra týðing til føroyskt, og um ja, hvussu verður hetta so gjørt á besta og munadyggasta hátt? Viðmerkingar: Sambært granskarum innan økið, so er týðing eitt alneyðugt íkast í arbeiðinum hjá smærri málsamfeløgum at tryggja sær nóg mikið av dygdargóðum og áhugaverdum lesitilfari, miðlatilfari og øðrum mentanartilfari, á tí máli, sum verður tosað í teimum samfeløgunum. Í sambandi við fíggjarlógarviðgerðina fyri 2025 varð umrøtt, hvussu nógv fíggjarorka mundi vera nýtt til týðing til føroyskt mál tilsamans. Tað var ikki heilt greitt, og ivi er um, hvussu nógvir ymiskir partar lyfta uppgávuna at týða til føroyskt, hvussu tað verður lagt í ætlan, hvussu tað verður fíggjað og stimbrað á ymsan hátt. Og ein viðkomandi spurningur er kanska, um nóg mikið verður týtt, og um alt tað mest viðkomandi verður týtt. Sólvit E. Nolsø, tingmaður, setti hin 19. mars í ár eisini landsstýrismanninum munnligan spurning í Løgtinginum um, m.a. hvørt ætlanir eru at hækka játtanina til Týðaragrunn Landsins. Orðaskiftið um hetta fevndi víða og vórðu nevndar ymsar puljur og ymsir miðlar og ymisk listaøki, har stórur tørvur er á føroyskum tilfari – eisini týddum. Av tí at føroyskt mál er undir trýsti og harvið útbúgving, mentan og alt samfelagið á føroyskum er undir trýsti, er helst neyðugt at arbeiða á fleiri mótum samstundis fyri at styrkja støðuna hjá føroyskum sum samfelagsbærum máli og sum málið, alt fólkið, sum býr í Føroyum, nýtir hvønn dag og í øllum lívsins viðurskiftum. Tí verða hesir spurningar settir. -- 1 of 2 -- Á Løgtingi, 23. apríl, 2025 Hanna Jensen -- 2 of 2 --