← Løgtingsmál

52-099/2024

Installatørútbúgving í Føroyum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 6. mai 2025 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
099.24 Svar frá D. N. Joensen til H. Jensen - Installatørútbúgving í Føroyum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 2. mai 2025

Sjá útdrigin tekst
B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð
J. H. Schrøtersgøta 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo
Løgtingið 2. mai 2025
Tinghúsvegur 1-3 Mál: 22/22133-125
100 Tórshavn Viðgjørt: JáR
Svar
upp á
skrivligan fyrispurning nr. 52-099/2024 frá Honnu Jensen, løgtingskvinnu, eftir § 52a í
Tingskipanini, settur Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum,
um at seta á stovn installatørútbúgving í Føroyum.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Eru ætlanir um at seta installatørútbúgving á stovn í Føroyum?
2. Um ja, er nakað fyrireikandi arbeiði gjørt?
3. Hvør er metti kostnaðurin, og hvussu skjótt kundi ein slík útbúgving byrjað í
Føroyum?
Svar
Til 1: Ongar ítøkiligar ætlanir eru at seta installatørútbúgving á stovn í Føroyum. Í verandi løtu taka
føroyingar útbúgvingina umvegis donsku skipanina. Tó er landsstýrismaðurin sinnaður at viðgera
málið, um so er, at ein størri tørvur vísir seg at vera á hesum.
Til 2: Einki fyrireikandi arbeiði er gjørt í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum seinnu árini, men
nevnast skal, at sambært upplýsingum frá Vinnuháskúlanum hevur útbúgvingin áður verið boðin út
saman við maskinmeistaraútbúgvini árini 1990 til 1992. Undirtøkan minkaði tó skjótt burtur í næstan
einki, og var orsøkin tá helst, at tað tá bert tók á leið 1 ár meiri at gerast maskinmeistari, og tí valdu
fleiri helst henda møguleikan framum.
Til 3: Ein kostnaðarmeting skal takast við ávísum fyrivarni til tað stendur greitt júst hvat innihaldið í
útbúgvingini vildi verið. Men til samanberingar kostar eitt skúlaár á miðnámi fyri ein flokk uml. 1,5
mió kr., og er kostnaðurin fyri eitt semestur á professiónsbachelorútbúgvingini sum byggifrøðingur á
Hægri Námi á Glasi umleið 600.000 kr. fyri hvørt semestur. Um samanborðið verður við hetta, vildi
ein útbúgving sum elinstallatør, sum tekur 2 ár, kostað umleið 2-3 mió. kr.
Vinarliga
Djóni Nolsøe Joensen
landsstýrismaður

-- 1 of 1 --
099.24 Spm til D. N. Joensen frá H. Jensen - Installatørútbúgving í Føroyum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 23. apr. 2025

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Hanna Jensen, løgtingskvinna
Svarari: Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum
Evni: Installatørútbúgving í Føroyum
Spurningar:
1. Eru ætlanir um at seta installatørútbúgving á stovn í Føroyum?
2. Um ja, er nakað fyrireikandi arbeiði gjørt?
3. Hvør er metti kostnaðurin, og hvussu skjótt kundi ein slík útbúgving byrjað í
Føroyum?
Viðmerkingar:
Í sínum politiska arbeiði møtir undirritaða javnan fólki, sum geva sítt íkast til kjakið
um, hvørjar útbúgvingar tað hevði verið skilagott at kunna tikið í Føroyum. Ítøkiligi
tørvurin á úbúnari arbeiðsmegi í handverksliga geiranum kann tykjast eyðsýndur, t.d.
innan byggivinnuna og tøkniliga økið. Tað er ikki so sjáldan, at tey, sum hava tikið
eina yrkisútbúgving á teknisku skúlunum í Føroyum, hava hug til at taka eina
útbúgving omaná, sum tey síggja tørvin á her í samfelagnum, og sum tey halda vera
áhugaverda og hava evnini til.
Nógvir elektrikarar verða útbúnir í Føroyum, og fleiri tykjast hava áhuga í at taka
innstallatørin omaná. Men tað er kanska ikki so høgligt at skula fara uttanlands, tá ein
hevur fest røtur í føroyska samfelagnum. Men tað kundi kanska verið viðkomandi at
gjørt eitt lyft fyri handverkið við at sett útbúgvingar í verk, sum geva møguleika at
byggja omaná handverksútbúgvingina og harvið fáa fleiri, sum kunnu standa fyri
prosjektum og kunnu góðkenna arbeiði. Um hugt verður at installatørútbúgvingini í
Danmark, so tekur hon tvey skúlaár og er á vinnuskúlum (erhvervsakademi). Undir
lestrinum lærir ein ymiskt, sum hevur týdning fyri at gera installatiónir og anlegg: um
prosjektering, ráðgeving, at útføra og dríva elektriskar installatiónir, um at seta í verk
intelligentar loysnir í bygningum og anleggum, um optimering, trygd og høgleika.
Prosjektleiðslu, entreprisuleiðslu, fyriskipan, leiðslu, keypmansskapsfatan, dygd,
trygd og umhvørvi eins og samskiftis- og miðlatøkni. Elektrotøkni, talgild
prosjekteringsamboð, góðskutrygd, skjalfesting og elektrontøknilig ástøði og
støddfrøði eru eisini grundleggjandi partar av hesi útbúgving.
Vinnuhúsið sigur á síni heimasíðu, at «útbúgving er týdningarmesta íløgan í
produktión», og at «samfeløg broytast støðugt, og eingin ivi er um, at talgildingin og
automatiseringin broyta tørvin á førleikum». Í Vakstrarforumi frá 2022 er eitt av
tilmælunum at «regluliga endurskoða og seta á stovn yrkisútbúgvingar, har grundarlag
er fyri tí og seta á stovn nýggjar yrkisútbúgvingar at møta framtíðini innan m.a. grøna
orkuskiftið».

-- 1 of 2 --

Hetta kann alt sýnast sera viðkomandi fyri føroyska arbeiðsmarknaðin og føroyska
vinnulívið, so tí verða hesir spurningar settir.
Á Løgtingi, 23. apríl 2025
Hanna Jensen

-- 2 of 2 --