← Løgtingsmál

52-098/2024

Nýggi túrurin til Nólsoyar

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 2. mai 2025 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
098.24 Svar frá J. Christiansen til K. Hergeirsson - Nýggi túrurin til Nólsoyar.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 2. mai 2025

Sjá útdrigin tekst
FISKIVINNU- OG SAMFERÐSLUMÁLARÁÐIÐ
M i n i s t r y o f F i s h e r i e s a n d I n f r a s t r u c t u r e
Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s
T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
2. mai 2025
Mál: 25/10461
Tygara skriv: 52-098/2024
Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-098/2024 frá Karlot Hergeirsson, løgtingsmanni,
settur landsstýrismanninum í fiskivinnu- og samferðslumálum, Jóhan Christiansen, um
nýggja túrin til Nólsoyar
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Nær kunnu nólsoyingar vænta, at nýggi túrurin til Nólsoyar kemur?
2. Er samráðið við nólsoyingar byrjað um, nær á degnum nýggi túrurin skal liggja?
Svar til spurning 1 og 2
Í dag eru 42 dupultir túrar um vikuna í ferðaætlanini fyri sigling til Nólsoyar.
Sum Strandferðslan hevur skilt, er ynski frá nólsoyingum serliga at fáa ein túr afturat
gerandiskvøld kl. 20:00 av Havnini. Strandferðslan hevur gjørt greiningar av siglingini í mun
til verandi ferðaætlan og í mun til eina møguliga broytta ferðaætlan. Greiningarnar hava
samanumtikið snúð seg um ásetingarnar, sum øll sigling hjá ferðafólkaskipunum hjá
Strandferðsluni skulu lúka; tað vil siga ásetingar um hvílitíð, arbeiðstíð og trygd.
Niðurstøðan av hesum greiningunum er, at tað tíverri ikki ber til við verandi ferðaætlan at
leggja ein túr inn kl. 20:00.
Ein leistur kundi tó møguliga verið, at onkrir túrar í verandi ferðaætlan verða fluttir, so
arbeiðsætlan og hvílitíð lúka galdandi ásetingar. Hetta krevur tó eitt neyvt samskifti við
nólsoyingar, so broytingarnar ikki elva til aðrar avbjóðingar fyri tey, sum ferðast á leiðini.
Strandferðslan fer í næstum at biðja um fund við staðbundnu nevndina í Nólsoy fyri at umrøða
hesi viðurskifti nærri.
Jóhan Christiansen
Landsstýrismaður

-- 1 of 1 --
098.24 Spm til J. Christiansen frá K. Hergeirsson - Nýggi túrurin til Nólsoyar.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 15. apr. 2025

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Karlot Hergeirsson, løgtingsmaður
Svarari: Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum
Evni: Nýggi túrurin til Nólsoyar
Spurningar:
1. Nær kunnu nólsoyingar vænta, at nýggi túrurin til Nólsoyar kemur?
2. Er samráðið við nólsoyingar byrjað um, nær á degnum nýggi túrurin skal
liggja?
Viðmerkingar:
Tað hevur verið eitt ynski frá nólsoyingum í nógv ár at fáa fleiri túrar á
ferðasambandinum til Nólsoyar. Tað eydnaðist loksins til løgtingsfíggjarlógina í ár,
og pengar vórðu settir av til ein dagligan túr afturat til Nólsoyar.
Tað eru nokk ymiskar meiningar ímillum nólsoyingar, nær hesin túrurin skal liggja; tí
má hetta gjøgnumhugsast. Tí eigur Strandfaraskip Landsins at seta seg í samband við
nólsoyingar og hava samráð við teir um, nær hesin túrurin skal liggja, so flest fáa
nyttu av honum.
Nú er aprílmánaðurin hálvrunnin, og enn er hesin túrurin ikki komin. Mær vitandi
hevur einki samráð verið við nólsoyingar enn.
Tann 19. februar í ár setti eg avarðandi landstýrismanni í fiskivinnu- og
samferðslumálum líknandi spurningar. Men tað kom einki ítøkiligt svar frá táverandi
landstýrismanninum uttan tað, at Strandferðslan enn var ígongd við at kanna hvílutíð
hjá manningini og annað, og at landsstýrismaðurin var ótolin, og at hetta mátti loysast,
áðrenn komið varð inn í várið.
Várið er her nú, og enn røkist einki fyri hesum nýggja túri. Mær vitandi hevur einki
samráð verið við nólsoyingar enn um hendan túrin.
Tí seti eg enn einaferð hesar spurningar.
Á Løgtingi, 15. apríl 2025
Karlot Hergeirsson

-- 1 of 1 --