← Løgtingsmál

52-097/2024

Skjóttgangandi bátar og árin teirra á sjófuglameingið

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 22. apr. 2025 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
097.24 Svar frá M. Stórá til J. Pólsdóttir - skjóttgangandi bátar og fuglameingi.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 22. apr. 2025

Sjá útdrigin tekst
UMHVØRVISMÁLARÁÐIÐ
Ministry of Environment
Gongin 7 • FO-100 Tórshavn
Tel. (+298) 35 87 00 • umhvorvi@umhvorvi.fo • www.umhvorvi.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann 22. apríl 2025
J. nr.: 25/09647-2
Viðgjørt:
Tygara skriv:
Svar upp á fyrispurning nr. 52-097/2024 eftir § 52 a í tingskipanini til Margit Stórá,
landsstýriskvinnu, frá Jórun Pólsdóttir, løgtingskvinnu, um skjóttgangandi bátar og árin
teirra á sjófulgameingið
Fyrispurningurin var soljóðandi:
1. Eru ætlanir um at regulera ferðslu á sjónum, so at hon ikki er ein bági fyri sjófugl í
bútíðini, og um so er, verða atlit tikin til bæði búpláss og veiðipláss?
2. Ætlar landsstýriskvinnan at seta í verk kanningar at eyðmerkja týdningarmikil veiðipláss
hjá sjófugli?
3. Vil landsstýriskvinnan arbeiða fyri at áseta hámarksferð, antin í eyðmerktum støðum ella
við ávísari frástøðu úr landi, í bútíðini hjá sjófuglinum?
Svar til spurning 1
Kunngerð nr. 52 frá 8. apríl 2025 um sigling fram við landi, har fuglur heldur til, er júst lýst við
tí í hyggju at verja allan sjófugl móti óneyðugum órógvi kring allar Føroyar. Við hesi kunngerð
verða tær reglur, sum higartil bara hava verið galdandi fyri sonevndu Ramsar-oyggjarnar, eisini
víðkaðar til at galda fyri sigling fram við landi, har fuglur heldur til kring allar Føroyar.
Høvuðskravið er, at skip og bátar skulu vísa sjófuglinum fyrilit alt árið. Í tíðarskeiðinum frá 15.
apríl til 15. august eru strangari krøv. Tá er hámarksferðin fyri sigling undir landi í ávísum
økjum sett til 8 sjómíl. Kort eru í kunngerðini, sum vísa, júst hvørji hesi økini eru.
Kunngerðin tekur fyrst og fremst atlit at búplássum hjá sjófugli og í ávísan mun til veiðipláss hjá
sjófuglinum. Ymiskt er, hvussu langt sjófuglurin reikar fyri at finna sær føði, og helst er tað
ymiskt alt eftir, hvussu gott føðigrundarlagið er undir landi frá ári til ár.
Okkara vitanargrundarlag um veiðipláss hjá sjófuglastovnunum er helst bæði ov lítið og spjatt,
bæði í mun til vísindaligar kanningar ella leikmansvitan. Umhvørvismálaráðið hevur í umleið 20
ár latið stuðul til lærd og leikfólk at gera ymiskar kanningar av sjófuglastovnunum, og
frágreiðingar eru til skjals frá hesum kanningunum. Kanningar av drunnhvítastovninum úti í
Nólsoy hava eitt nú víst, at drunnhvítin flýgur nógvar kilometrar út á hav at leita sær føði um
næturnar.

-- 1 of 2 --

UMHVØRVISMÁLARÁÐIÐ
Ministry of Environment
2/2
Samanumtikið kann ikki sigast, at serlig atlit verða tikin til veiðiplássini hjá sjófugli, sum eru
uttanfyri 500 metrar økini í kunngerðini um sigling, tó so, at kravið um at vísa fyrilit í hesum
økjum er galdandi fyri allan sjófugl alt árið.
Svar til spurning 2
Umhvørvisstovan er fakmyndugleiki á náttúru- og umhvørvisøkinum og umsitur eitt nú reglurnar
í náttúruverndarlógini og kunngerðareglurnar um sigling. Eg ætli at umrøða spurningin um verju
av veiðiøkjum hjá sjófugli við Umhvørvisstovuna, og hvussu skilabest kann farast fram at
tryggja eina rímiliga verju.
Svar til spurning 3
Víst verður til svarið til spurning 1 omanfyri um, at reglur um hámarksferð júst eru ásettar fyri at
verja sjófuglastovnarnar kring alt landið.
Umhvørvismálaráðið, 22. apríl 2025
Margit Stórá
landsstýriskvinna

-- 2 of 2 --
097.24 Spm til M. Stórá frá J. Pólsdóttir - skjóttgangandi bátar og fuglameingi.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 7. apr. 2025

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jórun Pólsdóttir, løgtingskvinna
Svarari: Margit Stóra, landsstýriskvinna í umhvørvismálum
Evni: Skjóttgangandi bátar og árin teirra á sjófuglameingið
Spurningar:
1. Eru ætlanir um at regulera ferðslu á sjónum, so at hon ikki er ein bági fyri
sjófugl í bútíðini, og um so er, verða atlit tikin til bæði búpláss og veiðipláss?
2. Ætlar landsstýriskvinnan at seta í verk kanningar at eyðmerkja týdningarmikil
veiðipláss hjá sjófugli?
3. Vil landsstýriskvinnan arbeiða fyri at áseta hámarksferð, antin í eyðmerktum
støðum ella við ávísari frástøðu úr landi, í bútíðini hjá sjófuglinum?
Viðmerkingar:
Ferðavinnan er ein vinna í menning. Søluvøran er í stóran mun føroyska náttúran, har
«Unspoiled» (óspilt) hevur verið eitt av slagorðunum. Føroysku sjófuglastovnarnir,
sum eru okkara ríkasta sjónliga djóralív, hava verið í minking í áratíggju. T.d. vísa tøl
frá fuglakanningarstøðini, at lomvigastovnurin er minkaður við heili 74% frá 1973 til
2023, og niðurgongdin hevur tikið dik á seg, við at stovnurin er minkaður við 42% frá
2009 til 2023. Tøl fyri aðrar stovnar, t.d. lunda og ritu, vísa eisini støðuga niðurgongd
yvir tíð. Sveiggj í vistskipanini kunnu ikki forklára minkandi stovnarnar; tí bendir alt
á, at mannaskapt virksemi er atvold til hesa syrgiligu gongd. Tað er av alstórum
týdningi at skipa ferðavinnuna, so at hon ikki verður ein streingjandi faktorur afturat
fyri viðbreknu sjófuglastovnarnar.
Skjóttgangandi bátar eru sjónliga órógvandi fyri sjófugl. Tað hevur fyrr verið víst á, at
skjóttgangandi bátar órógva fuglabjørgini í bútíð, har gangurin frá bátunum loypir so
stóran kvøkk á fuglin, at fuglurin óstortliga og í skundi rýmir frá eggum og ungum. Í
Føroyum eru ávís øki góðkend sum Ramsar-øki, har hámarksferðin er 8 míl innanfyri
500 m úr landi. Hesi eru Nólsoy, Skúvoy, Mykines og Mykineshólmur.
Eitt, sum ikki hevur verið viðgjørt, er, hvørt bátaferðslan órógvar veiðandi fugl, og
hvørji øki eru serliga týdningarmikil veiðipláss. Sum dømi kann nevnast Hestfjørður,
sum sær út til at vera eitt týdningarmikið veiðipláss fyri sjófugl. Í august 2024 vóru
t.d. taldir upp í 1600 lundar í senn, sum veiddu í Hestfirði. Hesi lundarnir veiða til
pisu sína, sum bíðar í holuni. Somu dagar sigldu skjóttgangandi bátar í pendulfart við
ferðafólki. Tá báturin hoyrist, gerast fuglarnir sjónliga sera skakkir og taka til
rýmingar. Hetta bæði streingir teir, og fleiri missa fongin úr nevinum. Tá hetta hendir
dagliga, fleiri ferðir um dagin, ávirkar tað bæði foreldur og pisu í hesi viðbreknu
tíðini, har bøga og steggi brúka nógva orku at veiða bæði til sín sjálvs og pisuna.
Lundi, lomvigi, álka, skarvur, súla og onnur fuglasløg, kava eftir fongi, og fyri tey
fuglasløg, har hoyrn undir vatni er kannað, vísa kanningarnar, at oyruni eru tillagað

-- 1 of 2 --

hoyrn undir vatni. Tí er væl hugsandi, at ljóðið frá bátunum eisini skakar fugl, sum
eru undir kavi.
Á Løgtingi, 7. apríl 2025
Jórun Pólsdóttir

-- 2 of 2 --